Fiskivinnan á breddan í kvøld

Vìsindavøkan endar við kvøldsetu í iNOVA í kvøld.

Í dag er seinastu dagur í Vísindavøkuni, og eins og undanfarnu ár, so endar vikan við eini kvøldsetu.


Á skránni er millum annað eitt kjak um hvussu samfelagið kann fáa meira burturúr fiskivinnuni. Á kvøldsetuni verður spurt hvussu føroyingar fáa størri virðisøking til fyritøkur og samfelagið við at fáa alt tilfeingið uppá land og tilvirkað í Føroyum. Tveir serfrøðingar koma við sínum boðum uppá onkrar av hesum spurningum, og síðani fáa áhoyrararnir høvi at kjakast um evnið.


Teir báðir serfrøðingarnir, ið koma at luttaka eru Unn Laksá, ph.d. í politikki og samskifti, ið fer at greiða frá verkætlanini ”Alt í landi”, umframt at hon fer at hugleiða um møguleikarnar fyri at fáa gagnnýtt alt tilfeingið við støði í royndum aðrastaðni.


Síðani fer Hans Ellefsen, ph.d. í bú­skaparfrøði, at umrøða hugtakið virðisskapan í mun til útflutningsvirði og framleiðslukostnað.


Aftaná verður lagt upp til kjak.


Tað verður tó ikki bara fiskivinna á skránni á kvøldsetuni. Ein sangframførsla verður eisini at hoyra frá FC Trón kvinnunum, umframt at ársins miðlaheiðursløn verður latin.


Kvøldsetan byrjar klokkan 19.30 í kvøld.