Í samband við sólarmyrkingina í morgin, heitir Nes kommuna á allar íbúgvar í kommununi um ikki at fara við bili eftir Agninum, men í staðin njóta sólarmyrkingina til fóts.
Hetta fyri at minka trýstið á hesum vegastrekki, á vegnum millum Gaddavegin á Nesi og Æðuvíksvegin.
- Tað eru óiva nógv, sum ætla sær í hagan í morgun fyri at uppliva sólarmyrkingina. Lættast er ofta at seta seg í bilin fyri at koma skjótt á staðið, men í morgun er ein upplagdur møguleiki at geva sær góðar stundir og njóta løtuna.
Hetta gerst best við at fara til gongu.
- Vegurin eftir Agninum er ikki hóskandi til nógva ferðslu, og tí er vandi fyri, um nógv ferðsla verður, at ferðsluruðulleiki kann koma í.
Nes kommuna heitir tí á allar borgarar í kommununi um ikki at fara við bili eftir Agninum, men heldur at fara til gongu.
Kommunan bjóðar annars øllum íbúgvum í kommununi til morgunmatar í B68-húsinum, og húsið læt upp longu klokkan 07.30.
Gøtuljósini í Nes kommunu verða sløkt, meðan sólarmyrkingin er.