Fuglfirðingar eru nógv skerdir

Fullmannaðir tvøramenn bíða eftir ÍF, sum saknar fólk i øllum ketunum

Mikukvøldið misti ÍF rættin at halda fram í steypakappingini á stokkinum. Talan var um stórt vónbrot.

Sunnudagin stríddist TB øgiligt, og tað var hugaligt, at spælið gekk væl, og at tað bar 2-1 leiðslu við sær á heimavølli ímóti Víkingi. Stóra vónbrotið var, at tað í evstu løtu eydnaðist Víkingi at javna, og at úrtøkan hjá TB harvið enn einaferð var eitt stig.

 

-Vit eru nøgdir við hugburðin og spælið, men sera vónbrotnir um úrslitið. Nú ræður um at vinna fulla úrtøku ímóti ÍF í dag, sigur TB vongverjin Teitur Justinussen, sum ímóti Víkingi skoraði bæði málini.

Allir TB spælararnir eru tøkir í dag.

 

Hóast vónbrotið í steypakappingini so kunnu fuglfirðingar fegnast um, at tað seinastu vikurnar hevur gingið væl í landskappingini. Tað sæst aftur í tveimum heimasigrum á rað. Í báðum førum hevur úrslitið verið 3-1 – ímóti KÍ og B36.

So er spurningurin, um tað seinnapartin fer at eydnast at vinna fyri fyrstu ferð í ár á útivølli.

Fuglfirðingar eru skerdir. Liðformaðurin Fritleif í Lambanum er skaddur, og verjuskansin Bartal Eliasen og álopsessið Adeshina Lawal eru leikbannaðir.