Fíggjareftirlitið var á regluligari eftirlitsvitjan hjá Norðoya Sparikassa í juni og kundi tá staðfesta, at góðskan á útlánunum er yvir miðal, og at sparikassin hevur eitt hóskandi virkisgrundarlag.
Nú er frágreiðingin frá vitjanini kunngjørd, og í gár kundi leiðsla sparikassans fegnast um, at øll viðurskifti í sparikassanum eru í lagi.
Fíggjareftirlitið staðfestir, at góðskan á útlánunum er góð og omanfyri miðal, tá ið sammett verður við peningastovnar í bólki 3, sum fevnir um umleið 45 peningastovnar við einum arbeiðandi kapitali millum 0,5 og 12 milliardir. Hetta er munandi betur enn skoðsmálið var fyri trimum árum síðani, tá ið Fíggjareftirlitið eftir vitjan segði, at góðskan á útlánunum var undir miðal, boðar Marner Mortensen, stjóri, frá í tíðindaskrivi.
- Við hesum staðfestir sparikassin, at miðvísa arbeiðið at tillaga virkisgrundarlagið er eydnast, og at núverandi virkisgrundarlag er væl hóskandi fyri sparikassan. Virkisgrundarlagið er at veita fíggjarligar tænastur til privat-, vinnu- og almennar kundar, sigur stjórin.
Skoðsmálið frá Fíggjareftirlitinum ber við sær, at sparikassin metir seg vera væl brynjaðan til komandi avbjóðingar, og er harvið væl fyri til kappingina um kundarnar.