alt vatnið úr áum og vøtnum. Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum. Sev hevur annars havt einkarrætt til alt vatn úr áum og vøtnum í 50 ár. Men tann rætturin fór úr gildi í 2013 [...] tað nú eru trý ár síðani, er enn ongin avgerð tikin um, hvussu farast skal fram hiðani frá. Og nú hevur Hilbert Elisson, sum var varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýriskvinnuna, hvussu [...] heildarloyvi, verður tað hereftir so, at hvørt elverk sær skal fáa rætt til at taka tað vatn, tað hevur brúk fyri, sigur landsstýriskvinnan. Sum støðan er nú, eru seks vatnorkuverk, og tískil fer Sev at
Ingolf Sólheim Olsen missir nú sæti á tingi, sum hann hevur havt, síðani Magni Arge tók við fólkatingssessinum í fjør summar. Tað ger hann, tí at Tórbjørn Jacobsen fer at røkja fólkatingsstarvið, hóast [...] vegna Tjóðveldi, skuldi ikki sita í øðrum politiskum starvi. Tórbjørn Jacobsen sigur, at Tjóðveldi hevur einki við borgarstjórasessin í Runavíkar kommunu at gera. Hann er valdur á einum borgaralista. Býtið [...] Ingolf S. Olsen er fjórða varafólk. Tí verður tað hann, sum má út í kuldan, so leingi Magni Arge hevur sæti á tingi. Býtið av persónligu atkvøðunum á fólktingsvalinum hjá Tjóðveldi var hetta: 1 Høgni Hoydal
hesa tíðina, fyri sínum egnu skjølum, ið hann hevur framleitt og skriva. Einki verður dult. Tað eru ikki skjølini úr Tinganesi, ið vit fáa innlit í. Tey hevur Sjúrður ikki atgond til, men hann vísir til [...] Sjúrður Skaale hevur latið bók úr hondum, ið leggur so at siga alt á borðið, hvat viðvíkur fullveldistilgongdini, ið fór fram frá 1998-2002. Fjølmiðlar hava roynt at fingið innlit í skjølini frá tíðarskeiðinum
meginpartin av farna ári, og hóast orðadrátturin teirra millum hevur verið nakað av tí ljótasta, ið amerikanskur politikkur hevur sæð, so hevur ein felags fíggindi megna at sameina fyrrverandi republikansku
Fyrilestur undir heitinum »At vera frá sær sjálvum, at finna seg sjálvan - meðan Guð longu hevur funnið okkum« verður í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan 19:30 Í kvøld fer hospitalspresturin Tom Andersen [...] onnur tekin um Guðs umsorgan, skriva fyrireikararnir. Tom Andersen Kjær, sum í meira enn tjúgu ár hevur verið sjúkrahúsprestur á Herlev Hospitali, hittir hvønn dag fólk, sum eru frá sær sjálvum. Hann brúkar [...] merkir at uppliva lívið soleiðis. Og hvussu vit kunnu vera til staðar hjá hvør øðrum, tá ið lívið hevur sterka ávirkan á okkum. Hann arbeiðir eisini nógv við, hvussu tann kristni boðskapurin kann verða
stóra broyting hjá konu síni, sum skal realisera seg. Kendi skemtarin Jacob Haugaard, sum hevur føroysk ættarbond, hevur skrivað danska tekstin til sangin, sum nú verður spældur á P5 hjá Danmarks Radio. - Eg [...] Countrysangarin Hallur Joensen, sum nú er búsitandi í Danmark, hevur júst útgivið ein sang á donskum máli. Sangurin eitur ”SOS fra mig” og er sami sangur, sum á føroyskum máli eitur ”Áðrenn alt varð broytt”
B36 er fimm stig frá bronsuplássinum. Tað hevur ikki koppað tvífaldu meistarunum til fyrimunar. Tveir av kiksarunum hava verið ímóti Skála. 1-0 tapið í øðrum umfari á Skála og 1-1 í Gundadali í trettanda [...] seinast, nú vit fyrireika okkum at fara inn á Skála, sigur B36 hjálparvenjarin Jákup á Borg, sum nú hevur boðað frá, at hann ikki longur verður á spælaralistanum. Hjá B36 hava fleiri spælarar verið burtur [...] er tøkur aftur eftir leikbann. Tølini siga, at Skála er í aldudalinum. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast at vinna stig og mál: -Vit hava ikki skorað síðani á jóansøku. Vit arbeiða við at
NSÍ hevur ikki avskrivað FM møguleikan, hóast tað sær svartari út, enn tað gjørdi undan málleysa javnleikinum á heimavølli ímóti HB: -Vit eiga at vinna heimadystirnar, og tað hevur kostað, at vit ikki [...] avbjóðingina, sigur Hjalgrím Elttør. Einasti maður, sum ikki er tøkur hjá KÍ er Ísak Simonsen. Hann hevur sæð gula kortið sjey ferðir og er tískil leikbannaður.
uppaftur. FC Suðuroy hevur á pappírinum framvegis møguleika at flyta upp, men suðuroyingarnir rokna ikki við møguleikanum, tí fjarstøðan fram til tvey tey fremstu er so góð. Tað hevur gingið sum eftir ánni [...] ánni hjá FC Suðuroy nógvu tær seinastu ferðirnar. Liðið hevur ikki tapt síðani 25. juni. Í dag var FC Suðuroy í Klaksvík, og tá eydnaðist tað sættu ferð á rað at vinna fulla úrtøku. Úrslitið var 3-2. Alt
Vága kommuna hevur sett stud. ma. í søgu, Jon S. Hansen, at skráseta krígsminni og fornmminni í kommununi. Hetta arbeiðið verður ætlandi liðugt við árslok. - Í samband við, at býarplanurin verður endurskoðaður [...] endurskoðaður, hevur býráðið gjørt av at skráseta fornminni og krígsminni, so hædd verður tikin fyri hesum, tá framtíðar útstykkingar og útbyggingar annars vera gjørdar í kommununi. Tað sigur Vága kommuna [...] ið eftir er, so eftirkomarar okkara hava møguleika at síggja tær leivdir, sum eftir eru. Eisini hevur hetta stóran týdning í ferðavinnuhøpi. Í Vága kommunu halda tey, at seinni heimsbardagi helst er tann