Fyrilestur undir heitinum »At vera frá sær sjálvum, at finna seg sjálvan - meðan Guð longu hevur funnið okkum« verður í Vesturkirkjuni í kvøld klokkan 19:30
Í kvøld fer hospitalspresturin Tom Andersen Kjær at greiða okkum frá, hvussu lívið kann hava ávirkan á ein slíkan hátt, at vit missa ondina.
– Í djúpastu sorg og í størstu gleði verða vit kenslunomin. Vit skulu finna okkum sjálv á nýggjum staði í lívinum. Okkara vanliga fatan av mongum og hvørjum skal standa sína roynd. Í eini tílíkari støðu tørvar okkum hjálp frá hvør øðrum og onnur tekin um Guðs umsorgan, skriva fyrireikararnir.
Tom Andersen Kjær, sum í meira enn tjúgu ár hevur verið sjúkrahúsprestur á Herlev Hospitali, hittir hvønn dag fólk, sum eru frá sær sjálvum. Hann brúkar hugsanina hjá tí danska gudfrøðinginum Knud Ejler Løgstrup sum hjálp til at fáa varhuga av, hvat tað merkir at uppliva lívið soleiðis.
Og hvussu vit kunnu vera til staðar hjá hvør øðrum, tá ið lívið hevur sterka ávirkan á okkum. Hann arbeiðir eisini nógv við, hvussu tann kristni boðskapurin kann verða boðaður og miðlaður soleiðis, at øll skilja hann. Hann vil luta nakrar av royndum sínum og umhugsanum saman við okkum, skriva fyrireikararnir.
Tiltakið er ókeypis, men bússurnar standa frammi í forkirkjuni. Tann innkomni peningurin fer óskerdur til “Døves Kirkes venskabsmenighed i Nigeria”, har deyvapresturin Ruth Ulea er leiðari av einum deyvaskúla. Ruth er deyv sjálv, og hon stendur á odda fyri at byggja ta fyrstu kirkjuna fyri deyv í Nigeria. Kirkjan er um at vera liðug nú.