Síðsta heyst flutti FC Suðuroy niður úr bestu deildini. Tá varð vónað, at tað skuldi eydast longu í heyst at flyta uppaftur. FC Suðuroy hevur á pappírinum framvegis møguleika at flyta upp, men suðuroyingarnir rokna ikki við møguleikanum, tí fjarstøðan fram til tvey tey fremstu er so góð.
Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá FC Suðuroy nógvu tær seinastu ferðirnar. Liðið hevur ikki tapt síðani 25. juni. Í dag var FC Suðuroy í Klaksvík, og tá eydnaðist tað sættu ferð á rað at vinna fulla úrtøku.
Úrslitið var 3-2. Alt sá gott út hjá FC Suðuroy, tá ið Búi Egilsson og Mamuka fyrwsta hálva tíman løgdu gestirnar framum 2-0. Kring steðgin vendi alt á høvdið. Í næstsíðsta minutti undan hvíldini minkaði Beinir Poulsen um munin, og tveir minuttir eftir steðgin var tað innskifti Otto Jacobsen, sum javnaði.
So var alt aftur púra opið. Sigursmálið skoraði Teitur Mortensen í besta Cantona stíli, sum vágbingarnir taka til, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir. Hann
Úrslitið í Klaksvík ber við sær, at FC Suðuroy í kappingini um bronsukrónurnar er fýra stig og betri málmun frammanfyri Giza Hoyvík. Fram til 07 Vestur eru tað átta stig og 23 mál. Tá ið tað bara eru níggju stig eftir at spæla um, er tað ikki so undarligt, at tað ikki verður roknað við møguleikanum at flyta upp.
KÍ er á fimta plássi við 32 stigum – eitt stig frammanfyri NSÍ.
Um eina viku fær FC Suðuroy vitjan av NSÍ, og KÍ skal spæla ímóti EB/Streymi við Margáir.