Løgmansskrivstovan kúrr um fullveldisbók

Løgmansskrivstovan vil einki siga um bókin hjá Sjúrða Skaale

Sjúrður Skaale hevur latið bók úr hondum, ið leggur so at siga alt á borðið, hvat viðvíkur fullveldistilgongdini, ið fór fram frá 1998-2002.

 

Fjølmiðlar hava roynt at fingið innlit í skjølini frá tíðarskeiðinum, tí talan er um eitt tað mest spennandi politiska tíðarskeiðið í nýggjari tíð, har tað ofta leikaði hart á.

 

Fjølmiðlar hava tó ikki fingið innlit, hóast summir hava spurt fleiri ferðir. Orsøkin er, at málið er ikki endað enn, men er í gongd enn. Tað vil siga, at allar samgongur síðan hava arbeitt við loysingini, eisini tær hjá t.d. sambandløgmanninum Kaj Leo H. Johannesen.

 

Nú opnar Sjúrður Skaale, sum var embætismaður í Tinganesi hesa tíðina, fyri sínum egnu skjølum, ið hann hevur framleitt og skriva. Einki verður dult.

 

Tað eru ikki skjølini úr Tinganesi, ið vit fáa innlit í. Tey hevur Sjúrður ikki atgond til, men hann vísir til egin skjøl og brýtur eina tagnaðarskyldu í og við, at hann fer út við loynligum upplýsingum.

 

Tí spurdu vit løgmansstjóran, um hetta kann fáa avleiðingar og um ætlaði at taka nøkur stig mótvegis bókaútgávuni og Sjúrða Skaale.

 

- Eg veit ikki meir enn tú, tí vit hava ikki lisið bókina enn, sigur Marjun Hanusardóttir, løgmansstjóri.

 

Hon veit, at fjølmiðlar ikki fáa alment innlit, tí málið koyrir enn og tí verður noktað almenninginum at fáa innlit og upplýsingar verða ikki givnir um málið.

 

Marjun Hanusardóttir vil einki siga uttan, at tey vilja hava ein møguleika at hyggja uppá málið fyrst og lesa bókina fyri at vita hvat er sagt.