Ingolf Sólheim Olsen missir nú sæti á tingi, sum hann hevur havt, síðani Magni Arge tók við fólkatingssessinum í fjør summar.
Tað ger hann, tí at Tórbjørn Jacobsen fer at røkja fólkatingsstarvið, hóast hann er borgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Tjóðveldi kunngjørdi fyri fólkatingsvalið seinast, at tann, sum tók sæti vegna Tjóðveldi, skuldi ikki sita í øðrum politiskum starvi.
Tórbjørn Jacobsen sigur, at Tjóðveldi hevur einki við borgarstjórasessin í Runavíkar kommunu at gera. Hann er valdur á einum borgaralista.
Býtið av persónligu atkvøðunum hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið var hetta:
1 | Høgni Hoydal | 1.149 |
2 | Sirið Stenberg | 755 |
3 | Kristina Háfoss | 662 |
4 | Magni Arge | 438 |
5 | Annita á Fríðriksmørk | 425 |
6 | Katrin Kallsberg | 396 |
7 | Páll á Reynatúgvu | 369 |
8 | Bjørt Samuelsen | 361 |
9 | Óluva Elin Klettskarð | 333 |
10 | Pauli Trond Petersen | 218 |
11 | Ingolf S. Olsen | 154 |
Av tí at Høgni Hoydal, Sirið Stenberg, Kristina Háfoss hava farloyvi, meðan tey eru í landsstýrinum, og av tí at Magni Arge hevði farloyvi, meðan hann var í Fólkatinginum, vóru boð eftir fýra varafólkum hjá Tjóðveldi. Ingolf S. Olsen er fjórða varafólk. Tí verður tað hann, sum má út í kuldan, so leingi Magni Arge hevur sæti á tingi.
Býtið av persónligu atkvøðunum á fólktingsvalinum hjá Tjóðveldi var hetta:
1 | Høgni Hoydal | 1.477 |
2 | Magni Arge | 1.082 |
3 | Kristina Háfoss | 563 |
4 | Sirið Stenberg | 561 |
5 | Annita á Fríðriksmørk | 520 |
6 | Tórbjørn Jacobsen | 331 |
7 | Óluva Klettskarð | 226 |
Høgni Hoydal, Magni Arge, Kristina Háfoss, Sirið Stenberg og Annita á Fríðriksmørk hava nú øll farloyvi frá Fólkatinginum.