B36 er fimm stig frá bronsuplássinum. Tað hevur ikki koppað tvífaldu meistarunum til fyrimunar. Tveir av kiksarunum hava verið ímóti Skála. 1-0 tapið í øðrum umfari á Skála og 1-1 í Gundadali í trettanda umfari vóru dyggir smeitir.
-Vit spæla fyri europeiska plássinum. 4-1 heimasigurin ímóti ÍF gevur mót um, at tað fer at bera til. Tríggjar teir fyrstu dystirnar í síðsta triðinginum hava vit vunnið fulla úrtøku, og eg havi tað álit á spælarunum, at teir seinnapartin fara at arbeiða hart fyri at siga takk fyri seinast, nú vit fyrireika okkum at fara inn á Skála, sigur B36 hjálparvenjarin Jákup á Borg, sum nú hevur boðað frá, at hann ikki longur verður á spælaralistanum.
Hjá B36 hava fleiri spælarar verið burtur frá venjing orsaka av landsdystunum: Andrias Eriksen, Hørður Askham, Gestur B. Dam, Hannes Agnarsson, Róaldur Jakobsen og Jónas Tór Næs, sum er tøkur aftur eftir leikbann.
Tølini siga, at Skála er í aldudalinum. Fimm tær seinastu ferðirnar hevur tað ikki eydnast at vinna stig og mál:
-Vit hava ikki skorað síðani á jóansøku. Vit arbeiða við at fáa hol á aftur, og vit hava vón um, at tað skal eydnast. Vit eru hóttir av niðurflyting, men tað er framvegis í okkara hondum at varðveita plássið í bestu deildini, sigur Skála málverjin Andras Gango.
Fritleif í Lambanum er leikbannaður, Jákup Johansen er burturstaddur, og tað er ivasamt, um Pauli G. Hansen er førur fyri at spæla. Hann er plágaður av skaða í mjødnini.










