Vága kommuna hevur sett stud. ma. í søgu, Jon S. Hansen, at skráseta krígsminni og fornmminni í kommununi. Hetta arbeiðið verður ætlandi liðugt við árslok.
- Í samband við, at býarplanurin verður endurskoðaður, hevur býráðið gjørt av at skráseta fornminni og krígsminni, so hædd verður tikin fyri hesum, tá framtíðar útstykkingar og útbyggingar annars vera gjørdar í kommununi.
Tað sigur Vága kommuna í dag, sum heldur tað hava stóran týdning at varðveita hesi minni, so søgan ikki fer fyri skeyti.
- Tey, sum minnast kríggið, fækkast í tali, og tí meta vit, at tað er í tøkum tíma, at hesar skrásetingar verða gjørdar.
Í Vága kommunu vísa tey á, at nógv, sum var bygt í samband við kríggið, eins og nógv onnur fornminni, er farið fyri skeyti.
- Týdningarmikið er tí at skráseta tað, ið eftir er, so eftirkomarar okkara hava møguleika at síggja tær leivdir, sum eftir eru. Eisini hevur hetta stóran týdning í ferðavinnuhøpi.
Í Vága kommunu halda tey, at seinni heimsbardagi helst er tann størsta søguliga hending, sum er farin fram í Føroyum síðan landnámið.
- Serliga Vágoyggin var fyri stórari umvelting í krígsárunum. Her vóru fleiri ferðir so nógvir hermenn, sum tað vóru borgarar í oynni.
Lagt verður aftrat, at sera nógv broyttist undir krígnum. Vegakervið varð útbygt, flogvøllurin kom, og fólk fingu innlit í nútímans vinnutól, og tey flestu í Vágum lærdu at málbera seg á enskum máli.
- Føroyar og serliga Vágoyggin vóru lyft nógv ár fram í tíðina, tá talan er um menning, siga tey í Vága kommunu í dag.