Countrysangarin Hallur Joensen, sum nú er búsitandi í Danmark, hevur júst útgivið ein sang á donskum máli. Sangurin eitur ”SOS fra mig” og er sami sangur, sum á føroyskum máli eitur ”Áðrenn alt varð broytt”. Teksturin er skemtiligur og snýr seg um mann, ið upplivir stóra broyting hjá konu síni, sum skal realisera seg.
Kendi skemtarin Jacob Haugaard, sum hevur føroysk ættarbond, hevur skrivað danska tekstin til sangin, sum nú verður spældur á P5 hjá Danmarks Radio.
- Eg helt, at tað kundi verið stuttligt at gjørt eina danska útgávu av sanginum. Eg havi einki ímóti at syngja á donskum, og um tað kann fáa mín tónleik spældan í Danmark, er tað fínt, sigur Hallur Joensen.
- Eg havi áður búð í Danmark í 16 ár, og tí havi eg ongar trupulleikar við at syngja á donskum. Eg minnist, at tað kundi verða trupult at tosa danskt fyrstu tíðina, serliga ta ferðina, tá eg skuldi bestilla eina tokbillett frá Odder til Brørup, sigur Hallur Joensen.
Sangurin ”Áðrenn alt varð broytt” er nú útgivin á trimum málum – føroyskum, donskum og enskum.
- Á enskum ljóðar sangurin sum New Orleans jazzur, á føroyskum er tað sum ein V4-sangur, og á donskum sleppi eg ikki undan, at hann ljóðar sum ein Dansk Top sangur. Innspælingin av tónleikinum er tann sama á øllum trimum útgávum, men málið broytir onkursvegna stílin á sanginum, sigur Hallur Joensen.
Hallur Joensen spælir javnan í Danmark. Hetta vikuskiftið skal hann spæla fyri danskarum á krógv í Norðurjútlandi og fyri føroyingum í veitslu í Herning.