Elfelagið, Sev, missur nú einkarrættin til at alt vatnið úr áum og vøtnum.
Tað staðfestir Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.
Sev hevur annars havt einkarrætt til alt vatn úr áum og vøtnum í 50 ár. Men tann rætturin fór úr gildi í 2013, men síðani er ikki meiri hent, og hóast tað nú eru trý ár síðani, er enn ongin avgerð tikin um, hvussu farast skal fram hiðani frá.
Og nú hevur Hilbert Elisson, sum var varamaður á tingi fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýriskvinnuna, hvussu verður við vatninum í áum og í vøtnum, og hvør fær rættin til at brúka tað.
Sirið Stenberg sigur, at hereftir verður ikki talan um, at nakar fer at fáa einkarrætt til alt vatnið. Ístaðin fáa tey, sum fara undir at gera streym úr vatni, rætt til at taka tað vatn, tey hava brúk fyri.
Heldur enn at lata eitt heildarloyvi, verður tað hereftir so, at hvørt elverk sær skal fáa rætt til at taka tað vatn, tað hevur brúk fyri, sigur landsstýriskvinnan.
Sum støðan er nú, eru seks vatnorkuverk, og tískil fer Sev at fáa seks loyvi til at taka vatn til verkini, har loyvini fara at fevna um tey tilrenningarøki, sum SEV í dag fær vatn frá.
Sirið Stenberg heldur, at ein fortreyt fyri at fáa sum mest nyttu burtur úr vatninum, er at ongin fær loyvi til at taka meiri vatn, enn hvat er neyðugt fyri at virksemið kann rekast forsvarliga.
Sostatt skulu rættindi ikki latast, sum ikki verða fullnýtt, tí tað fer at avmarka møguleikan hjá øðrum áhugaðum at gagnnýta vatnið, heldur Sirið Stenberg.