Enni og Una Reinert Debess, spældi eina ótrúliga vakra og vælspælda, og ikki minst, vælsungna, konsert. Út yvir eitt lag hjá Bubbi Mortens, spældu tey bert egin løg, og tað var ein fragd at síggja og hoyra [...] sjón fyri søgn um at teir røkka vítt bæði tónleikaliga og aldursmessiga. Sissal Kampmann Bæði ung og gomul, kvinnur og menn stóðu klos upp at pallinum og sungu við, tá Tinganest fýrdu øll síni kendu løg av [...] “Annan sang” og “Síðsta dans”, vísti tað seg, at hetta vóru sangir, øll kendu og øll sungu við. Stemningurin var góður, og teir tríggjir á pallinum, Jóan Jakku Guttesen, Magnus av Stongum og Finnur Joen
men síðani í september í einum lenistóli einum horni í stovuni í tí lítla og tronga og illa hóskandi sambýlinum á Tvøroyri og sjálvur sleppur hann ikki av fetanum. Síðani hann varð sjúkur, hevur familja [...] lið av læknum og terapeutum av ymsum slag, sum løgdu eina venjingarskrá til rættis, sum serliga var ætlað honum. Ævigur Bardagi Men beint fyri jól í 2000 varð Elmar sendur heimaftur og síðani heur tað [...] er akkurát onki hent og hetta síðsta árið hevur verið ein ævigur bardagi um at fáa Elmari nakrar sømdir yvirhøvur, men onki kemur burturúr. Vit hava júkað og júkað, bæði skrivliga og munnliga við Sersto
Lakjuni, og Høgni Hoydal endurgivnir fyri ymisk sjónarmið um uppskotið hjá Høgna Hoydal at broyta lógina um viðgerð av persónsupplýsingum. Uppskotið varð ikki liðugt viðgjørt, áðrenn tingið fór heim og má tí [...] uni) til góðar og ikki ákæranum Høgna Hoydal. Landssýrismaðurin hevur í sínum grundgevingum fyri at fáa broytt lógina ført fram, at lógin ikki verður umsitin sambært tingsins vilja, og hann hevur í tí [...] tilvildarligir peningastovnar, ið tulka lógina. Tað er Dátueftirlitið, ið tulkar lógina og harvið tingsins vilja, og tað hevur eftirlit við, at lógin verður fylgd. Elektron søkti á vári í 2001 Dátueftirlitið
Longu tá Lene Kaaberbøl var 8 ára gomul, hevði hon sera gott hugflog og plagdi at siga søgur fyri børnunum í grannalagnum og dugdi altíð væl at finna uppá, hvat tey skuldu spæla. So skjótt hon lærdi [...] var tað mín egna bók. Ein bók, sum eg kundi skriva søgur og lítlar yrkingar í, og hon fyltist skjótt. - Tá eg var barn, elskaði eg hestar, og eg elskaði bøkur, so bøkur um hestar vóru lukkan. Tá eg hevði [...] sakina í egnar hendur. 12 ára gomul skrivaði Lene sína fyrstu hestabók. Hon skrivaði bókina til sín sjálvs og ætlaði ikki, at onnur skuldu lesa hana. Men mamman bað lova sær at lesa hana og fekk hugskotið
runnið í firðir og sund, fyri-uttan tapið av náttúruvirðum, siðsøgu- og mentanarvirðum, ið ikki kunnu gerast upp í kilowattum ella krónum, verða náttúru á landi og sjógvi og okkum sjálvum og eftirkomarum [...] møguleikar í vetnisorkuni, og vinna, bústaðir og bygningar annars fara at gera gagn av teim við hondina verandi orkukeldum, ið m.a. eru vindorka, aldu- og streymorka, sólorka og hitapumpur og við eini annars fallandi [...] eru framd, og Eiði 2 og 4 ávikavist vestari og eystari partur av syðru helvt av Eysturoy millum Sundini/Tangafjørðin og Skálafjørðin. Útbyggingin kemur at kosta um 250 mill. kr. við teim óvissum, ið standast
urin tolir ikki víðskygni, hugflog, skapanarmegi og tey skeivu fólkini, sum hava evni og dirvi at seta sannleikar á pall, lørift ella pappír. Hesi, sum bróta tøgnina og avdúka hugnaliga glansbílætið [...] skerdur við 20 prosentum komandi ár og uppaftur meira í 2014. Og tí raðfestir man heldur tað ófarliga, afturlítandi og innatlítandi, tað søguliga, varðveitandi og nationala. Gongur mentanin hond í [...] longri enn til veðurtíðindini, og sum gera tað liviligari í Føroyum. Tí gjøgum listina verður veruleikin settur á skák, og viðhvørt skák í mát. Bæði sum útinnandi og sum brúkarar, lærir listin
liggur at eg, eins og onnur embætisfólk, ráðgevi løgmanni. Men mítt arbeiði er eisini at arbeiða sum vanligt samskiftisfólk, at ráðgeva embætisfólkum og leiðarum í kunningarmálum, og hendingaferð eisini [...] Hann skal duga meira enn samskifti og fjølmiðlar. Hann skal hava gott innlit í politiska landslagið og kenna politiska spælið. Samskiftið uttan innihald er einki vert, og tí skal viðkomandi eisini vera væl [...] enn gagn. Vit gerast meira og meira kritisk sum borgarar, og tí verður ikki nóg mikið at senda eitt tíðindaskriv við einari smartari yvirskrift út. Eitt sindur av PR her og har verður gjøgnumskoðað sum
socialistur og fírdi ikki fyri at luttaka í samfelagsdebattini, og sjálvt um bæði kanningar og analysur hansara vóru so objektivar, sum samfelagskanningar kunnu blíva, so vóru metodurnar persónligar, og konk [...] risastórum tilfari, at gerandishugsanir, vanar og hugmyndir, stutt sagt mentan okkara og lívsstílur eru við til at káma og krógva bæði tað fíggjarliga- og tað politiska maktmisbrúkið hjá teimum ráðandi [...] í 1989, kom fjáltur á nógvar menn, og summir sociologar eins og aðrir intellektuellir mistu nervarnar og tagnaðu. Aðrir gjørdust nærmast líkaglaðir opportunistar og fóru at laga seg til tann nýggja sa
hondunum fótunum og hjartanum. Missiónin útførir nógvar verkætlanir, eitt nú at útvega reint vatn, at dykra ymsan góðan mat, bæði til at eta sjálvi og at selja. Og vit læra fólk at lesa og skriva, sigur Gimmi [...] Nýggja Testamentið, og er nú í ferð við at umseta Gamla Testamentið, sigur Gimmi Olsen. Ein uppgáva er sjálvandi at ferðast runt til bygdirnar og hildið møtir og boða kristindómin. - Og vit hava alla tíðina [...] bæði hava verið. - Har er eingin streymur, og har er einki rennandi vatn. Tey mugu út eftir vatni. Vit høvu so sólpanelir og radio, og tað gingu tey høgt upp í. Og maturin, sum tey eta, er allur egin framleiðsla
158 bor i Signabøur og 46 bor i Oyrareingir." Nei, vælsignaður, hatta er ikki beint. Bæði formliga og í roynd og veru er bara talan um eina bygd. Soleiðis er og hevur altíð verið; og tað ber ikki til at [...] Dam og m.a. eldra bróðurin, politikaran og løgmannin, P.M. Dam. Greinskrivarin tykist ikki hava nóg gott innlit í evnið, og tí verður tað so tilvildarligt: Nógv nøvn verða nevnd, men ikki Menning og Helena [...] var sjálvandi húsið frammi við Gjónna. Tað snúði seg fyrst og fremst um postflutning og ikki um kommunu- og bygdamørk! Tað hevði verið áhugavert og ynskiligt, um greitt hevði verið frá, hví tað við tíðini