-Vit fara helst at síggja løgmenn og landstýrismenn fáa loyvi at seta ein persónligan politiskan ráðgeva, sum fer úr starvinum, samstundis sum hesin politikarin fer frá. Landsstýrismennirnir eru jú har fyri at reka politikk, og eg giti at tað í framtíðini verður legalt at hava politiskt settar ráðgevar, sum eisini samstarva við baklandið hjá politikaranum. Hetta sigur Bjørt Samuelsen, kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni. Lesið fyrsta part av greinarøð í Sosialinum um politikk og fjølmiðlar.
-Tað var ikki uttan iva sálini, at eg sum journalistur valdi at fara “yvirum borðið” at arbeiða fyri ovastu politisku leiðsluna. Og tað var heldur ikki heilt frítt fyri mistrúgv her í byrjanini. Eg minnist einaferð sjónvarpið hevði fingið hendur á nøkrum trúnaðarupplýsingum. Tá varð eg varliga spurd, um eg kanska hevði likið mínum gomlu starvsfeløgunum upplýsingarnar? Í dag haldi eg tey hava fult álit á, at eg eri loyal.
Tað eru eftir hondini góð tvey ár liðin, síðan tíðindakvinnan Bjørt Samuelsen fór í starv á Løgmansskrivstovuni. Politisku mótstøðufólkini hjá løgmanni halda seg ikki aftur við at kalla hana fyri spinndoktara ella spunasmið, sum heitið nevnist á føroyskum. Sjálv identifiserar hon seg ikki við heitið.
Bjørt Samuelsen er fyrsti persónur í einari greinarøð um politikk og fjølmiðlar í Sosialinum komandi vikurnar.
Ikki spunasmiður
Hvussu definerar tú ein spunasmið?
Spunasmiður ljóðar ógvuliga tendensiøst og misteinkiligt. Eftir mínum tykki er ein spunasmiður ein persónligur ráðgevi, ein politiskur strategur, sum oftast eisini hevur skil fyri samskifti. Hesin telist millum innastu ráðgevararnir og er dagligur sparringspartnari hjá einum toppolitikara. Hann ella hon er við til at leggja politiskar ætlanir - eitt nú um hvørji mál politikarin eigur at satsa uppá, fyri at vinna komandi val. Partur av hesum er nær og hvussu hann skal fáa síni mál best fram í fjølmiðlunum.
Spunasmiðurin skal duga politiska spælið út í fingraspíssarnar, og samstundis hjálpa politikaranum at reindyrka sín boðskap. Tveir politikarar, sum eru kendir fyri at nýta spunasmiðir til at hjálpa sær við sínum politiskum projektum, eru Tony Blair og Anders Fogh Rasmussen. Men flestu av útlendsku toppolitikararunum nýta sonevndar spunasmiðir. Politikkur hevur til allar tíðir snúð seg um at spinna – at byggja upp sítt egna trúvirði og gjarna undirgrava álitið á mótstøðufólkini. Spunasmiðir er eitt úttrykk fyri professionalisering av ráðgevingini, og ein avleiðing av, at politikkur í dag meira enn nakrantíð gongur fyri seg í fjølmiðlunum.
Sært tú teg sjálva sum ein spunasmið hjá løgmanni, Jóannes Eidesgaard?
Nei, tað geri ikki, hóast har kanska er ein ávís grásona. Eg eri sett sum kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni. Í hesum liggur at eg, eins og onnur embætisfólk, ráðgevi løgmanni. Men mítt arbeiði er eisini at arbeiða sum vanligt samskiftisfólk, at ráðgeva embætisfólkum og leiðarum í kunningarmálum, og hendingaferð eisini landsstýrismonnunum. Og eg taki mær av sambandinum við fjølmiðlarnar. Eg havi, eins og øll embætisfólk her, eina uppgávu at tryggja at arbeiðið, ið Løgmaður stingur út í kortið, verður gjørt so dygdargott sum til ber.
Men eg havi einki samband við politiska baklandið hjá løgmanni í Javnaðarflokkinum. Politiskar røður – eitt nú til landsfundir - nerta ongantíð mítt skrivaraborð. Har gongur eitt greitt mark, sum bæði løgmaður og eg eru fullgreið yvir. Sett uppá spíssin, so kenni eg tað ikki sum ein part av mínum arbeiði at tryggja, at Jóannes Eidesgaard vinnur næsta løgtingsval. Og tað er annars júst aðaluppgávan hjá einum spunasmiði!
Fleiri samskiftisfólk
Bankar, aðalráð og fakfeløg hava í dag sett samskiftisfólk í starv. Væntar tú, at hetta rák vindur upp á seg, og politiskir flokkar eisini fara at seta samskiftisfólk/spunasmiðir í fast starv?
Ja, eg vænti tað fer at vinda upp á seg. Tú sært longu nú, at bæði tað almenna og vinnulív hava ein nógv meira professionellan hugburð til samskifti, tí tey hava sett fleiri samskiftisfólk í starv. Politiskir flokkar plaga at hava fólk at hjálpa sær við samskiftinum undir valstríðum, og nú fara teir møguliga eisini at seta spunasmiðir og/ella samskiftisfólk millum valini eisini – í hvussu so er størri flokkarnir, sum hava ráð til tað.
Hvussu fer tann góði spunasmiðurin at síggja út í Føroyum í framtíðini?
Hann skal duga meira enn samskifti og fjølmiðlar. Hann skal hava gott innlit í politiska landslagið og kenna politiska spælið. Samskiftið uttan innihald er einki vert, og tí skal viðkomandi eisini vera væl fyri fakliga. Eg kundi nevnt ein mann sum Sjúrð Skaale, ið var ráðgevi í undanfarna landsstýrinum. Hann dugir væl at samskifta, hevur innlit í fjølmiðlarnar, veit hvat politikkur snýr seg um og hevur eitt fakligt fundament.
Júst hasar typurnar, vænti eg, fara at vera nógv eftirspurdar. Tað verður ikki nóg mikið, at flokkarnir í Føroyum fara at pynta seg við einum samskiftisfólki, um viðkomandi ikki hevur eina fakliga barlast. Tað kann gera meira skaða enn gagn. Vit gerast meira og meira kritisk sum borgarar, og tí verður ikki nóg mikið at senda eitt tíðindaskriv við einari smartari yvirskrift út. Eitt sindur av PR her og har verður gjøgnumskoðað sum glanspappír, er einki innihald.
Spunasmiðurin verður noyddur at duga at hugsa í langtíðar strategiskum ætlanum. Blair og Fogh hava lagt sína politisku kós eftir, hvat fólkið vil hava – bygt á fokusbólkar og meiningarkanningar at lodda dýpið. Summi kalla tað populistiskt. Onnur ein nýggjur formur fyri demokrati, nú tíðin er farin frá teimum heilt djúpu gjógvunum millum ymiskar samfelagsbólkar. Tað fara vit helst at síggja nakað av longu til næsta væl giti eg og munandi meira hugsa vit longri fram.
Væntar tú, at fleiri aðalráð fara at styrkja seg við samskiftisfólki?
Vit fara helst at síggja løgmenn og landstýrismenn fáa loyvi at seta ein persónligan politiskan ráðgeva, sum fer úr starvinum, samstundis sum hesin politikarin fer frá. Landsstýrismennirnir eru jú har fyri at reka politikk, og eg giti at tað í framtíðini verður legalt at hava politiskt settar ráðgevar, sum eisini samstarva við baklandið. Hetta hevði styrkt politiska arbeiðið. Og fer tað at henda, skal tað bara vera heilt opið og greitt definera, hvørjar rollur politiskt setti ráðgevin hevur.
Tá tað snýr seg um vanliga samskiftið hjá ráðunum, so haldi eg tað vera óhoyrt at man ikki hevur raðfest fólk at taka sær av økinum samskifti – til at røkja kunning til borgaran. Vit liva jú í einari samskiftisøld. Stóru kommunurnar hava langt síðani yvirhálað ráðnini á hesum øki. Aðalráðini eiga eisini at kenna tað sum eina uppgávu, at vera við at sjónligera P/F Føroyar úti í heimi. Tí tað, sum ikki verður kunnað um, veit eingin er til.
Ov nógvur politikkur
Tit eru fleiri journalistar, sum hava valt at venda journalistikkinum baki í eina tíð. Er tað minni prestisja at vera journalistur í Føroyum í dag?
Eg veit ikki um tað at vera journalistur nakrantíð hevur havt serliga prestisju her heima.
Men at vera journalistur er ómetaliga spennandi og avbjóðandi. Eg fór, tí eg kendi tað sum eina samlibandsframleiðslu, har kvantitetur taldi meira enn kvalitetur, og alt ov fáir møguleikar vóru at fordjúpa seg og gera sendingar, sum veruliga flyta nakað. Tá er stórur vandi fyri, at fólk í besta aldri brenna út og gerast líkasæl, og tað hevði eg ikki hug til.
Men kortini dámar mær ikki at vera í tí kórinum, sum áhaldandi rópar at føroyskar fjølmiðlar einki nytta. Eftir mínum tykki hava vit fleiri sera dugnaligar journalistar, ið gera eitt gott arbeiði. Politikararnir áttu at skilt, at neyðugt er at styrkja miðlarnar, tí fakliga sterkir fjølmiðlar eru ein fyritreyt fyri einum sterkum demokratii. Dugnaligir politikarar eiga ikki at ræðast dugnaligar journalistar. Tvørurímóti!
Hvør, metir tú, setir dagsskránna í Føroyum, fjølmiðlarnar, spunasmiðir/samskiftisfólk ella politikararnir?
Politikarnir seta ofta dagskránna í fjølmiðlunum. Ein ógvusligt og kritiskt útsøgn sum fangar er ofta nokk at tryggja tær pláss. Og so er bara næsta innlag at fara eftir hinari síðuni at tryggja javnvág. Men hvørja javnvág? Báðir politikararnar siga bara tingini frá sínum sjónarhorni, og ofta liggur fulli sannleikin hjá hvørgum. Og so handlar tað ikki longur um fakta – men hvønn av hesum politikararunum, eg trúgvi mest uppá. Politikkur fyllur ómetaliga nógv í miðlunum, og hetta er uttan iva ein avleiðing av tí áðurnevnda“samlibandsframleiðsluni”. Miðlarnir seta eisini dagskránna hjá politikararunum, men ikki nóg ofta í samfelagnum. Tað er ov sjáldan at miðlarnir seta fokus á mál, eingin politikari hevur tikið fram.
Hvussu fer tað at ávirka føroysku miðlarnar, at vinnulív, flokkar og tað almenna fara at styrkja seg við spunasmiðjum?
At koyra øll samskiftisfólk í pottin spunasmiðir gevur onga meining. Okkara samfelag er meira torgreitt í dag enn fyrr, og kunningin flýtur inn frá øllum heraðshornum. Tað styrkir demokratiið, at fólk duga samskifta einfalt, so fólk skilja innihaldið – og tað fer eisini at hjálpa miðlunum. Eitt dømi er, at Føroya Arbeiðarafelag hevur sett ein samskipara/samskiftisfólk, sum kann skaffa og formidla tilfar, sum styrkir teirra søk til lønarsamráðingar. Hetta gevur eina javnvág í mun til arbeiðsgevarafelagið, sum fyri fleiri árum síðani styrkti kunningarsíðuna. Hinvegin eru samskiftisfólk eisini eitt slag av PR-fólki. Tí fer tað at krevja at miðlunum at teir styrkja førleikan at fara afturum tíðindabrøvini og hagtølini og annað, sum samskiftisfólkini senda út. Miðlarnir mugu virkuliga til at skerpa førleikarnar at tulka, og ikki einans endurgeva, eitt nú kanningar: Hví er júst henda kanning gjørd, hvør hevur orðað spurningarnar, hvørjir spurningar vóru ikki settir – og hví, og gevur kanningin røttu myndina av hesum málinum, ella bert ta mynd, tann, ið bílegði kanningina ynskti at fáa fram?
-----
Fakta
Navn: Bjørt Samuelsen
Aldur: 41 ár
Starv: Kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni
Útbúgving: Kandidatur í matvøruverkfrøði og journalistur
Starvsroyndir: Starvsvenjing á Aftenposten, meðan hon var undir útbúgving, arbeitt á Forbrukerrapporten í Noregi og síðani á sjónvarpsrásini NRK. Flutti heim til Føroya ársskiftið 2000/01 at arbeiða í Útvarpi Føroya í hálvt triðja ár. Síðan var hon í Sjónvarpi Føroya og hevur eisini royndir sum freelance journalistur.
----
Hvat eru spinn og spunasmiðir?
Spinn er eitt heiti fyri taktiskum politiskum samskifti, har roynt verður at seta dám á dagskránna í almenna kjakinum. Spunasmiðir er eitt heiti fyri politiskar fjølmiðlaráðgevar, sum hava ein meira aktivan leiklut enn bert at ráðgeva politikarum. Millum vanliga nýttu hættirnar hjá spunasmiðum eru:
•Uppbýting av journalistum í bólkar av loyalum og ikki loyalum, har teir fyrru fáa positiva serviðgerð og teir seinnu negativa
•Negativar kampanjur og karaktermorð, har roynt verður at undirgrava trúðvirðið hjá politiskum mótstøðufólki
•Klagur um arbeiðsháttin hjá fjølmiðlunum í sambandi við kritiskar søgur
•Pseudo-hendingar - hendingar av ymsum slag, sum fyrst og fremst hava til endamáls at fáa positiva umtalu í fjølmiðlunum











