Sjómanslagna
?At blíva sjúkur og óhjálpin í Føroyum, er sum at enda í fongsli.
Elmar Johannesen á Tvøroyri er langt síðani fallin fullkomiliga í fátt. Hann hevur langt síðani uppgivið alla vón um at fáa nakra hjálp.
Eftir at vera smollin í gólvið eftir eina ringa heilabløðing beint fyri jól í 1999, hevur hann verið púra óhjálpin og tí hundrað prosent bundin av øðrum.
Í næstan eitt ár hevur sitið, sum lonkjaður í einum stóli, fyrst á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men síðani í september í einum lenistóli einum horni í stovuni í tí lítla og tronga og illa hóskandi sambýlinum á Tvøroyri og sjálvur sleppur hann ikki av fetanum.
Síðani hann varð sjúkur, hevur familja hansara, ikki minst yngri bróðurin, Jens, roynt at skapa Elmari eina virðiliga tilveru.
Men tey koma ikki úr stað og enn er Elmar ikki komin úr stovuhorninum í sambýulinum.
Og broðurin, Jens Johannesen, leggur ikki fingrarnar ímillum.
? Eg skilji hetta ikki. Tá ið Elmar hevði fingið heilabløðing, varð hann í skundi fluttur á sjúkrahús, har læknar, sjúkrasystrar og onnur, góvu alt tey áttu fyri at bjarga lívinum. Og tað eydnaðist. Men tá ið vit nú síggja, hvussu lítið samfelagið hevur at bjóða Elmari aftaná, havi eg - skal eg vera heilt kensluleysur- fleiri ferðir spurt meg sjálvan, um tað var tað vert.
Elmar hevur verið sjómnaður alt sítt lív, síðani hann fór til skips 14 ára gamalur. Men fyri nøkrum árum síðani breyt hann beinið so illa, at hann varð ongantíð frískur aftur. Tí legðis hann á land og fór m.a. at egna
So spola vit tíðina aftur til fríggjadagin 3. desember í 1999.
Elmar var farin at egna sum vant. Men hendan dagin hevði hann gramt seg um høvuðpínu og fór heim. Men áðrenn nakar vardi, small hann í gólvið.
? Hann varð í skundi fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, har tað í fyrsta umfari galt um at bjarga lívinum.
Tað eydnaðist og síðani varð hann fluttur á Landssjúkrahúsið, har taðvarð staðfest, at hann hevði havt eina ringa heilabløðing og tí var onki at gera, uttan at senda hann til Danmarkar, har hann varð lagt inn á Ríkissjúkrahúsið.
Har varð hann lagdur undir skurð, men skaðin av bløðingini hevði gjørt hann púra avlamnan. Høgra síðan var lamin og stutttíðarminnið var fullkomiliga burtur.
Heimafturkomin, fekk eina heilabløðing afturat og varð einaferð enn lagdur undir skurð á Ríkissjúkrahúsinum.
Jens Johannesen sigur, at í februar mánaða fór hann til Danmarkar har hann vitjaði bróðurin.
? Tá fekk eg at vita, at Elmar skuldi skrivast út. Eg setti meg hart ímóti tí, tí eg visti, at í Føroyum var onki at bjóða honum og ongar umstøður at venja hann uppaftur.
Tað endaði so við, at hann í mai slapp inn á Dianalund, sum er ein venjingarmiðstøð burturav til fólk, ið hava havt heilabløðing.
Jens Letur ótrúliga væl at umstøðunum har, tí tær vóru tær bestu ið hugsast kundu. Elmar hevði eitt tvørfakligt lið av læknum og terapeutum av ymsum slag, sum løgdu eina venjingarskrá til rættis, sum serliga var ætlað honum.
Ævigur Bardagi
Men beint fyri jól í 2000 varð Elmar sendur heimaftur og síðani heur tað verið ein ævigur bardagi um at fáa honum nakra hjálp.
? Nakað áðrenn, at Elmar kom heimaftur, sendu tey á Dianulund eina frágreiðing heim um støðuna hjá honum heim til myndugleikarnar her. Hetta varð gjørt fyri at Heilsuverkið í Føroyum kundu fáa møguleika at fyrireika seg til at taka ímóti honum og fyri at tey kundu leggja eina ætlan fyri, hvussu tann framhaldandi uppvenjingin skuldi fara fram.
Fyri at gera tað so høgligt sum gjørligt, komu fólk av Dianulund enntá til Føroyar at hava fund við Heiluverkið herheima um, hvussu Elmar skuldi venjast.
? Men síðani er akkurát onki hent og hetta síðsta árið hevur verið ein ævigur bardagi um at fáa Elmari nakrar sømdir yvirhøvur, men onki kemur burturúr. Vit hava júkað og júkað, bæði skrivliga og munnliga við Serstovnadeildina og Almanna- og Heilsumálastýrið, men uttan úrslit. Vit fáa heldur onki at vita, tí øll skumpa trupulleikan undan sær so vit fáa ikki so frægt sum greið svar. Tað er bara hendan seigpíningin tað er ongantíð at fáa eitt greitt svar.
? Vit hava upparbeitt eitt nýmótans heilsuverk í Føroyum. Men tað er púra greitt, at tað er ikki fyri øll fólk og tað er ein spurningur, um vit yvirhøvur skuldu hjálpt sjúklingum sum Elmar til at yvirliva, tá ið vit ikki kunnu bjóða teimum eitt virðiligt lív aftaná.
Tað endaði so við, at hann varð innlagdur á Suðuroyar Sjúkrahús og seinni kom hann so á Sambýlið á Tvøroyri.
? Einasta hjálp hann nú kann fáa, reglulig fysioterapi á Suðuroyar Sjúkrahúsið at halda honum viðlíka Men tað er hann ikki byrjður upp á enn. Onki ringt at siga um tað, men tá ið Dianalund sendi hann heim, var tað avgjørt ætlanin, at tað skuldi gerast meiri samskipað, miðvíst og fjølbroytt enn tað og hetta er langt frá á sama støði sum á donsku venjingarstøðini.
?Hetta hevur so ført við sær, at ístaðin fyri at gera lívið virðiligari fyri Elmar, stendur hann mestsum í stað, tí hann fær ikki tað miðvísu motivatiónina og lívsinnihald, sum hann átti at fingið.
Ongin hevur ábyrgdina
Jens Johannersen sigur, at tey fáa ikki so frægt sum greiða á, hvør hevur ábyrgdina av einum sjúklingi sum Elmar.
? Fyrst fingu vit at vita, at tað var serstovnadeildin, sum hevði ábyrgdina av at hann fekk tann stuðul og ta hjálp, hann trongdi til.
? Vit søktu so Serstovnadeildina um pláss til Elmar á Varda Verkstaðnum í Vági, tí so hevði hann okkurt at fara til og fekk eitt innihald í dagligdegnum
? Men Serstovnadeildin vísti málið frá sær, tí at játtanin varð brúkt og ongin eykajáttan var at fara eftir. Elmar er í teirri støðu, at skuldi hann á Verkstaðið, mátti hann hava stuðulsfólk burturav.
?Vit kærdu so málið til Almanna- og Heilsumálastýrið. Har viðmælti ein fulltrúi, at Elmar kundi sleppa á Verkstaðið, um tað eydnaðist at fáa játtan til tað. Men síðst í august kom so aftur svar frá sama fulltrúa, at tað bar ikki til at fáa eykajáttan til stuðul til Elmar, so umsóknin um at lata hann sleppa á Verkstaðið í Vági kundi ikki gangast á møti.
Jens Johannesen sigur, at nú mátti hann aftur til Serstovnadeildina.
? Nú vísir tað seg knappliga at Serstovnadeildin kann søkja um eina eykajáttan. Hví søgdu tey tað ikki beinanvegin, spyr Jens. Upphæddin, tað snýr seg um, eru góðar 100.000 krónur
Jens Johannesen sigur, at umframt at onki ber til, er tað eitt eykenni fyri teir stovnar, hann hevur samskifta við, at onki hendur, uttan at tey hanga í telefonini og plága og plága.
? Eg havi brúkt fyri nógvar túsund krónur í telefon til at ringja til amennar stovnar av ymsum slag í sambandi við Elmar, tí vit fáa onki svar, sigur Jens Johannesen.
Hann sigur eisini, at tað er ikki, fyrrenn nú, at tey hava fingið at vita, at Elmar hevur rætt til at fáa fáa stuðul til eitt fólk nakrar tímar av og á, so at hann sleppur út.
Har liggur so málið í løtuni, men nú skal tað helst ganga tað mesta av árinum, áðrenn nakað meiri hendur.
Men Jens Johannesen sigur, at nú bussurin hjá Varda Verkstaðnum er spardur burtur, er ikki hugsingur um at fáa Elmar á Verkstaðið í Vági, tí Elmar kann ikki ferðast ein metur einsamallur og skal hava hjálp frá hurð til hurð
Jens Johannesen sigur, at alla hesa tíðina, hevur hann ikki møtt einum tí einasta fólki á hesum almennu stovnunum, sum hava sagt: Hatta skal eg taka mær av.
? Vit koma onga leið uttan at vit kempa og stríðast og plága um tað sjálvi - men mínar royndir eru, at sum oftast hjálpir tað ikki kortini. Tænastustøðið er á sera, sera lágum støði, so landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum hevur ov mikið at takast við, um vilji og hugur er til staðar, tí tað er hann, sum hevur evstu ábyrgdini.
? Bara at skylda upp á tørvandi játtanir haldi eg er ov bíligt, tá ið landskassin er um at sprongjhast av yvirskoti, sigur Jens Johannesen.