Føroya Náttúruverndarfelag (FNU) vísti longu fyrst í 1980-árunum á hvussu skilaleys SEV og Højgaard & Schultz ætlanin er. Ein overhonds stór íløga á meir enn 600 mill. kr. varð løgd á allar kommunuskattgjaldarar landsins fyri at framleiða so lítið sum 39 mill.kW-tímar av ravmagni.
Skaðiligu árinini við byrging fyri øllum áunum, ið í túsundatals ár hava runnið í firðir og sund, fyri-uttan tapið av náttúruvirðum, siðsøgu- og mentanarvirðum, ið ikki kunnu gerast upp í kilowattum ella krónum, verða náttúru á landi og sjógvi og okkum sjálvum og eftirkomarum til óbótaligan skaða.
FNU vísti á hvussu skynsom ætlan kundi fremjast við at fara upp í hæddina í góðar 300 metrar og harvið eisini fáa nógv meiri og bíligari orku fyriuttan at náttúra og áir ikki vildu verða við skerdan lut, í tann mun sum vit í dag eru vitni til.
Eiði 2
SEV leiðslan ætlar at halda áfram við Eiðisverkætlanini og savna alt vatn saman í sunnaru helvt av Eysturoy og føra hetta gjøgnum tunnlar í fjallinum norður í savningarbrunnin fyrrverandi Eiðisvatn. Eiðisverkætlanin er í 4 stigum: Eiði 1 og 3, ið eru framd, og Eiði 2 og 4 ávikavist vestari og eystari partur av syðru helvt av Eysturoy millum Sundini/Tangafjørðin og Skálafjørðin.
Útbyggingin kemur at kosta um 250 mill. kr. við teim óvissum, ið standast av truplu jarðfrøðiligu viðurskiftunum í basaltfláunum og Eysturoyarsyllini. Harafturat metir SEV sjálvt at Eiðisverkið má útbyggjast fyri aðrar 20 mill.kr. Við ætlanini at bora 4 km suður um Sandá til Breiðá beint norðan fyri Morskranes og leiða alt vatn úr øllum áunum norður til Eiðis, verður orkuúrtøkan bert 1/3 av tí hon kundi verið, um lurtað varð eftir teim ráðum FNU, Orkuráðið, felagið Berdal og aðrir ser-frøðingar mæltu til, nevniliga at fara upp í 300 metra hædd, har vatnnøgdin og eisini orkuúrtøkan er størst. Víst varð á sera skilagóðu Vambarætlanina, ið fyriuttan at geva meiri enn tvífalt ta orku Eiði 1 og 3 geva í dag, eisini vildi spart okkum náttúruvirðini við Eiðisvatn.
Sambært SEV vil framleiðslan við Eiði 2 geva uml. 20 mill. kW tímar ella tað sama sum 7 av vind-myllunum í Vestmanna, til ein kostnað á 35 mill.kr. Framleiðslukostnaðurin fyri hvønn kilowattíma verður við Eiði 2 hin sami sum fyri Eiði 1 og 3 einar 17 til 20 kr.
SEV steðgar ikki á við Eiði 2, men vil halda á fram við Eiði 4 á eystursíðu av fjallarygginum og somuleiðis føra alt vatn norður til Eiðis. Við hesum missur Skálafjørðurin mesta partin av feska vatninum, og kann tað hava við sær at fjørðurin lívfrøðiliga doyr, tí frammanundan hevur hann sera lága vatnútskifting.
Orkutørvur og tøknilig menning
Ravmagnstørvurin hevur verið rættuliga javnur seinastu 10 15 árini. Einans vinnuvirksemi og fólkatal hevur ávirkað vøksturin við uml. 2% árliga, tó so at avroknað ravmagnsnýtsla er fallin við gott 1 % frá 2003 til 2004. Vatnorkuútbyggingar SEV´s verða framdar við sera stuttari avskriv-ingartíð, og hevur hetta kostað samfelagnum kappingarføri við grannalond okkara. Hetta er óteljandi ferðir ført fram av vinnuumboðum. Kilowattímin er ein hin hægsti í Europa, og tað enntá uttan annað avgjald enn meirviðisgjaldið.
Okkara tøki ravmagnsmáttur er tvífalt tørvin á orku, og kann tí setast spurnartekin við , hví vit fram-haldandi skulu trároyna allar oyggjar fyri hvønn dropa av vatni og enntá seta nýggjar dieselmotorar upp, tá onnur skilagóð og nógv bíligari tøkni finnist.
Kyoto, orkusparing ella útbygging
Álvarsama dálkingarstøðan við útlátum av vakstrarhúsgassum frá serstakliga avbrenning av olju, kann koma landinum aftur um brekku, um einki verður gjørt fyri at avmarka nýtsluni av olju. Nakað kann gerast her og nú við m.a. minking í oljunýtslu til ravmagnsframleiðslu, líkasum fólk og feløg við íløguáhuga mugu og skulu hava atgongd til at kunna framleiða orku. Skip, bátar og flutningur á landi fara at síggja aðrar møguleikar í vetnisorkuni, og vinna, bústaðir og bygningar annars fara at gera gagn av teim við hondina verandi orkukeldum, ið m.a. eru vindorka, aldu- og streymorka, sólorka og hitapumpur og við eini annars fallandi orkunýtsla við betri gangnýtslu og minni orkukrevjandi tólum. Við tíðina verða vit leys av allari innfluttari orku og fáa skipað samfelagið á burðardyggum støði.
Ravmagnsnýtslan til eini sethús er um 4.500 kilowattímar pr. ár. Av hesum eru 20 til 25% ella um-leið 1.100 kW tímar til ljósperur og ljósrør. Um allar gløðiperur í húsum og bygningum verða skiftar út við ljósdioduperur, ið einans nýta millum 0,5 og 1 watt og annars geva somu ljósstyrki sum ein 50 ella 60 watt pera, vil hetta spara okkum uml. 20 mill. kW tímar, ið svarar til 12,5% av oljuframleidda ravmagninum.
Verða allir komfýrar í húsarhaldum induktónskomfýrar og gingið verður út frá, at helvtin av øllum húsarhaldum enn hava vanligu stálpláturnar, kann ein ravmagnssparing her fara frá uml. 1000 kW tímum pr.ár niður á uml. 200 kW tímar fyri hvørt húski. Við 7000 húsarhaldum er samlaða sparingin 5,6 mill. kW tímar ella 3,5% av oljuframleidda ravmagninum.
Annað sparidømi er sparing í ravmagnsmotorum. Hesir verða brúktir innan fiskiídnað, í ven-tilatiónsútgerð, kompressarum og pumpum o.ø. Norðurlendsk hagtøl siga at 70% av samlaðu ravmagnnýtsluni innan ídnaðin fara til motorar. Við útskifting av gomlum motorum til nýggjar sparimotorar kann fáast ein sparing uppá góð 14%. Ídnaður á landi brúkar uml. 80 mill kW tímar um árið. Við eini sparing á 14% av hesi nýtslu fást uml. 8,5 mill. kW timar spard ravmagnsorka svarandi til 5,3% av oljunýtsluni hjá SEV.
Bert hesi 3 sparidømi vísa at vit kunnu spara 34 mill. kW tímar oljuframleitt ravmagn um árið. Hetta er fyri árið 2003 góð 21,2 % ella 7.672 tons av samlaðu oljunýtslu SEV´s og 3,4% av samlaðu oljunýtslu landsins.
Verður samanbering gjørd við teir 20 mill. kW tímar, ið Eiði 2 ætlandi skal geva, er henda sparing næstan tvær ferðir so stór. Niðurstøðan er tí greið, at vit við sparingum í t.d. eitt 6 ára skeið partvís kunnu spara okkum burturúr framhaldandi oyðing av náttúru, og partvís vísa útheimin at vit eru før fyri og vilja taka okkara ábyrgd av at minka um skaðiliga vakstrarhúsárinið.
Landsstýrið eigur annars í stundini at fáa gjørt eina landsbyggireglugerð, ið ásetur orkukrøv til hús og bygningar. Einki vil tá verða til hindurs fyri at vit kunnu lúka Kyoto kravið um minking av CO2 útlátinum við 8% fram til 2012.
Burðardygg menning
Fleiri tulkingar hava verið frammi um hugtakið burðardygg menning, og er allarhelst neyðugt staðiliga at upplýsa hvør verunligi týdningurin er í hesum báum orðum.
Upprunin til hugtakið er frá 1987 tá Brundtland -komissiónin legði fram frágreiðingina Vor Fælles Fremtid. 5 ár seinri varð víðagitna ST- ráðstevnan hildin í Rio de Janeiro har Agenda 21 skjalið varð samtykt. Her verður heitt á heimsins lond at gera ætlanir fyri burðadygga menning á tann hátt, at tikin verða fyrilit fyri umhvørvi og náttúru, tá avgerðir verða tiknar innan m.a. búskaparlig og sosial øki. Hetta merkir at øll lond hvør í sínum lagi skulu gera ætlanir til minking av dálkingini, avmarka veðurlagsbroytingar, verja um ozonlagið, minka um tilfeingisnýtsluna o.s.fr.
Áherðsla verður løgd á at loysa umhvørvistrupulleikarnar út frá eini heildarmynd av mannaskapaða samfelagnum í mun til heilsuna hjá náttúruni, og betur er tá við fyribyrging heldur enn upprudding tá skaðin er hendur. Verður heilsa náttúrunar so vánalig at hon doyr, vilja vit og alt annað livandi fara sama veg av tí einfaldu orsøk, at alt lív er grundað á náttúrunar treytir.
Brundtland- kommissiónin gjørdi hesa lýsing av hugtakinum burðardygg menning.
Burðardygg menning lýkur tørvin hjá verandi ættarliðum og forðar samstundis ikki fyri møguleikunum hjá komandi ættarliðum at lúka teirra tørv. Burðardygg menning er tí ikki ein endalig samljóðsstøða, men heldur ein broytingartilgongd, har gagnnýtsla av tilfeingi, skipan av íløgu- og fíggingarháttum, gongdin í tøkniligu menningini og umsitingarligu viðurskiftunum annars, verða sambært framtíðar eins og nútíðar tørvi.
ST, ES og Norðurlendskir sáttmálar
Føroyar eru sambært grein 5 í heimastýrislógini stjórnarrættarliga bundnar at halda altjóða-rættarligar sátmálar, ið Danmark hevur góðkent um ikki beinleiðis undantak er orðað fyri Føroyar. Her eru sostatt Marpolsáttmálin frá 1973 um fyribyrging av dálking frá skipum, Genévesáttmálin frá 1979 um minking av langtrøkkandi luftdálking, Wiensáttmálin frá 1985 um verju av ozon-lagnum, Rio-sáttmálin, Agenda 21 ætlanin og Veðurlagssáttmálin frá 1992, og so Kyoto protokollin frá 1997, ið politiska leiðsla landsins ikki var før fyri at leggja rygg til, men mátti biða donsku stjórnina um tíðarleyst fyrivarni føroyinga vegna. Grønlendingar vóru meiri mannsligir og staðfestu Kyoto-protokollina. Annar serstakur ST-sáttmáli er sonevndi Århus-sáttmálin frá 1998, ið fevnir um almenna upplýsingarskyldu og luttøku borgarans við rættindum at kæra fyri dómstólarnar avgerðir til allar verkætlanir, ið hava við náttúru og umhvørvið at gera. Sáttmálin bleiv settur í gildi í Danmark í 2000 við fyrivarni fyri Føroyar.
ES-reglugerðir og viðtøkur innan burðardygga menning mugu skiljast sum eisini galdandi fyri tey norðanlond, ið ikki eru beinleiðis limir í ES. Innari ES-marknaðurin og handilstreytir gera sítt til at viðtøkur og direktivir vanliga verða fylgd.
Í norðurlendskum høpi samtyktu norðurlendsku forsætisráðharrarnir saman við politisku leiðaru-num fyri Áland, Grønland og Føroyar á fundi hin 9.november 1998 í Oslo Deklaration om et bæredygtigt Norden. Viðtøkur og arbeiðsskrá bleiv sett í gildi í 2001 og langtíðarætlanin Nordisk Miljøhandlingsplan kom at galda inntil 2020. Ætlanin var send til hoyringar í øllum norðanlondum. Úr Føroyum vóru einans viðmerkingar frá Føroya Ráfiskakeyparafelag og Føroya Náttúruverndar-felag saman við 30 norðurlendskum feløgum og virkjum.
Hvussu hevur so gingist við føroysku uppfylgjanini av ST, ES og Norðurlendsku samtyktunum um burðardygga menning? Spurningurin má standa ósvaraður, tí her er lítið og einki ítøkiligt komið av skafti annað enn tað einstaklingar í samstarvi við onkra kommunu royna at virka fyri innan Agenda 21 ætlanina. Demokratisku rættindi borgarans at kæra náttúruverndarmál fyri Føroya Rætt eru ikki til staðar, og Løgtingsins Umboðsmaður kann ikki viðgerða mál, ið hoyra undir danskt dómsvald. Folketingets Ombudsmand má roknast við ikki at hava áhuga í innanhýsis føroyskum viðurskiftum.
Burðardygg menning innan orkusektorin
Føroyska samfelagið virkar í dag uppá lænta tíð og keyp av orku úr útlandinum. 97% av allari orkunýtsluni stavar frá olju, ið ikki fer at bera samfelagið gjøgnum 21.øld soleiðis sum vit kenna tað í dag. Um olja verður tøk í 10, 20 ella 30 ár afturat er sum so uttan týdning. Støðan er ikki burðardygg, men kan skoðast sum ein fella, ið kan flyta samfelagið aftur í miðøldina. Einasta loysn er at leggja um meðan tíð er til varandi orkukeldur, ið allar eru grundaðar á sólorku sum megin-keldu. Verandi framleiðsla av vatnorku er ikki serstakt máttmikil. Hetta tí landið og affalsøkið er lítið, men einamest tí framdar útbyggingar liggja ov lágt í lendinum og tí ikki geva ta orku, ið fingin kundi verið um farið varð upp í hæddina. Afturat hesum verður stóra vatnnøgdin á vetri ikki gagnnýtt til t.d. hitamiðstøðir, men fær loyvi at renna óbrúkt um byrgingarnar. Sambart áður nevndu ST- og norðurlendsku sáttmálunum skal orkuframleiðsla við inntrivum í náttúru geva so stóra úrtøku sum gjørligt. Eiðisverkætlaninar geva bert ein brotpart av tí tær kundu givið, og eru sostatt ikki nóg burðardyggar. Fyrilit eru tí ikki tikin hvørki til náttúruvernd, orkuúrtøku ella búskap.
SEV hevur ta áskoðan, at tað er lætt at útvega olju, og tí er olja ein støðug og álítandi orkukelda. Slík áskoðan frá ravmagnsfelag okkara er sera vandamikil fyri samfelagið. Við færri og færri olju-fundum, hækkandi eftirspurningi og kostnaði er og verður olja av størsta týdningi fyri lond, ið vilja sita á heimsveldinum og tí hetta hevur við sær av ólukkum.
Einasta gongda leið er at leggja um fra olju til varandi orkukeldur. Hetta vil bøta um gjaldjavnan, loysa okkum frá eini ótryggari orkuveitanarstøðu og skapa nýggj arbeiðspláss í menning av nýggari orkutøkni.
Ravmagn til hitamiðstøðir og brennievni
Mest máttmikla tøknin til gangnýtslu av varandi orkukeldum er í løtuni vindorka, har vit hava um 4.000 fulllasttímar. Til samanbering hevur Danmark einans 1.700 tímar. Íløgukostnaður pr. ár fyri eitt kilowatt av vindorku er hjá okkum um 1,8o kr. meðan vatnorka er 10 til 20 kr.
SEV hevur ført fram at bert 4-5 % av vindorku kunnu setast til ravmagnsnetið. Onnur oyggja-samfeløg t.d. Kapp Verde oyggjarnar hava heili 30% vindorku uttan at hetta órógvar ravmagnsnetið og el-tól.
Vindorka kann nýtast til hitamiðstøðir til fjarhita og annars til einasta brennievni vit sjálvi kunnu framleiða nevniliga vetni. Hesum fáa vit sum frá líður stóran tørv á, og er tí øll orsøk til at politiski myndugleikin fremur landsplanlegging fyri framtíðar vindorkuøkjum.
Eitt kilowatt av vindorku kostaði í 2003 25 oyra at framleiða, meðan prísurin í oljuframleiddum ravmagni lá um 33 oyru. Takast skal við at oljan tá kostaði um 35 US$ fyri tunnuna. Við oljuprísum á uml. 60US$ fyri tunnuna var vindorkukostnaðurin í 2005 gott 1/3 av oljukostnaðinum.
Ætlaða fjarhitamiðstøð frá Sundsverkinum er ein feilíløga just sum Eiði 2 og 4. Fyrilitið um burðardygga menning er ikki til staðar hvørki á Sundi enn minni í ætlaðu Eiðisútbyggingunum. Við framtíðar ótryggu oljuveiting kunnu brúkarar/gjaldarar av fjarhitaskipanini frá Sundsverkinum koma í álvarsaman trupulleika av einum sera høgum oljukostnaði. Fjarhitaskipanin frá Sunds-verkinum skuldi verið framd fyri fleiri árum síðan nú er í seinra lagi.
Samlaði orkutørvur landsins til ravmagn, hitaorku og flutningsorku kann á burðardyggan hátt skipast alleina við varandi orkukeldum. Fyri at náa hesum máli, má politiska leiðsla landsins taka seg um reiggj og fremja neyðuga lógarverkið soleiðis at einstaki borgarin og vinnulívsmaðurin sleppur til verka. Grundleggjandi treyt er at náttúruumsitingin fæst at virka og ikki minst at demokratisku rættindi borgarans at gangnnýta náttúrutilfeingið á burðardyggan hátt verða sett í hásætið.
Yvirlýsingin er send Landsstýri, Løgtingi og náttúrumyndugleikum.
Nevndin
Føroya Náttúruverndarfelag