Í blaðgrein í Sosialinum síðsta leygardag undir yvirskriftini »Støðuleysir tingmenn« verða formaðurin í rættarnevndini, Jógvan á Lakjuni, og Høgni Hoydal endurgivnir fyri ymisk sjónarmið um uppskotið hjá Høgna Hoydal at broyta lógina um viðgerð av persónsupplýsingum. Uppskotið varð ikki liðugt viðgjørt, áðrenn tingið fór heim og má tí metast at verða burturdóttið. Uppskotið hevði m. a. um tað var samtykt, steðgað Gjaldskipanini hjá peningastovnunum.
Eg skal ikki bera í bøtuflaka fyri formannin í Rættarnevndini, men tó rósa honum fyri, at hann lat sín iva koma tí ákærda (Elektron/vinnuni) til góðar og ikki ákæranum Høgna Hoydal.
Landssýrismaðurin hevur í sínum grundgevingum fyri at fáa broytt lógina ført fram, at lógin ikki verður umsitin sambært tingsins vilja, og hann hevur í tí sambandinum víst til álitið, ið rættarnevndin lat frá sær, tá lógin um viðgerð av persónsupplýsingum uppruna-liga varð samtykt í 2001.
Landsstýrismaðurin villleiðir
Í Sosialinum leygardagin verður Høgni Hoydal endurgivin fyri at siga »Tað er ov lætt at siga, at man ikki rættuliga veit, hvat man skal halda. Eg meini, at løgtingið skyldar okkum øllum at taka eina støðu. Við onga støðu at tora at taka lata tingmenn tað vera upp til tilvildarligar peningastovnar at tulka lógina um persónsupplýsingar sum teimum lystir. Tað er ikki haldbær«"
Er endurgevingin røtt, so roynir Høgni Hoydal at villleiða lesaran, tí tað eru ikki tilvildarligir peningastovnar, ið tulka lógina. Tað er Dátueftirlitið, ið tulkar lógina og harvið tingsins vilja, og tað hevur eftirlit við, at lógin verður fylgd. Elektron søkti á vári í 2001 Dátueftirlitið um loyvi til at menna sokallaðu Gjaldskipanina í samstarvi við Pengeinstitutternes Betalingsservice, ið føroysku peningastovnarnir eru partaeigarar í, og fekk hetta loyvi.
Tað sum Høgni Hoydal ætlaði við lógaruppskotinum, aftan á at Elektron í skjótt 2 ár hevur ment eina lógliga skipan, ið er farin at virka, var at ólógliggera hesa afturvirkandi. Harumframt ætlaði hann at fáa løgtingið til, við lóg at múra Elektron inni, soleiðis at fyritøkan framyvir ikki skuldi hava møguleikan at meta um hvat, ið tænir henni best og í síðsta enda pengapunginum hjá borgaranum. Henda framferð sigur nakað um rættarfatanina hjá Høgna Hoydal og eisini nakað um manglandi álit á vinnuna.
Lógin heimilar landsstýrismanninum sum er við kunngerð at áseta reglur um flutning av persónsupplýsingum til útlond, herundir steðga ella avmarka flutningi til útlond. Er tað so, at kunngerðin, ið landsstýrismaðurin lýsti í 2001, og sum Dátueftirlitið hevði við í viðgerðini, tá Elektron fekk loyvi at fara undir at menna Gjaldsskipanina, ikki var nóg greið, so er tað kleyvaskapur hjá landsstýr-ismanninum, ið ger seg galdandi í hesum máli og átti heldur hann og ikki Elektron, at staðið til svars fyri løgtinginum, um lógin ikki verður umsitin eftir tingsins vilja.
Samd vinna mælti frá uppskotinum
Undir nevndarviðgerðini av uppskotinum vóru Felagið Peningastovnar, Elektron, KT-felagið, Kaupting, Føroya Lívstrygging, Tryggingarfelagið Føroyar og Postverk Føroya, á fundi við Rættarnevndina. Ongin av teimum hevði nakað positivt at siga um lógaruppskotið, og fleiri meintu, at uppskotið hevði eitt politiskt sikti, ið ikki var í tráð við endamálið við lógini um viðgerð av persónsupplýsingum. Dátueftirlitið, ið eisini kom á fund við nevndina, metti at teirra arbeiði gjørdist truplari og ógreiðari, um uppskotið varð samtykt.
Øll hesi, ið vóru á fundi við nevndina, hava neyvan nakað ynski um at skaða føroyska KT-vinnu ella at leggja henni forðingar í vegin, hóast Høgni Hoydal møguliga ikki hevur tað álitið á teimum.
Av eini ella aðrari orsøk ynskir Høgni Hoydal at broyta lógina, ið snýr seg um persónsvernd hins einstaka, til eina vinnu-verndarlóg, tó uttan at hann viðurkennur at so er. Heldur enn at undirgrava verandi lóg um persónsvernd, eigur hann at koma í løgtingið við einum uppskotið um vinnuverju, um tað er ynski samgongunar.
Umsorgan Høgna Hoydals fyri tingsins vilja er hyklarí
Tá Høgni Hoydal sigur at hann vil hava lógina broytta, tí tað er tingsins vilji, so er tað ikki annað enn hyklari. Hann vísti fullkomna vanvirðing fyri tingsins vilja, tá hann heitti á løgmann um ikki at seta lógina um fólkanøvn í gildi, tá 3/4 av løgtinginum samtykti hana áðrenn valið í 2002.
Hevur Høgni Hoydal so nógva orku, so eigur hann, heldur enn at leggja snávingarsteinar fyri vinnuna, at syrgja fyri at t.d. Tinglýsingin kemur aftur á føroyskar hendur. Atburðurin hjá Høgna Hoydal mótvegis EDV-samstarvinum hjá Elektron við útlond er margháttligur, tá hugsað verður um, at hann sjálvur sendi eina rúgvusmikla dataskrá (Tinglýsingina, ið er føroyskt sermál) av landinum fyri 3 árum síðan, tí danir lovaðu at leggja hana um til EDV skótt og ókeypis. Her er sanniliga talan um upplýsingar, ið eru meira viðkvæmir enn rindan av SEVrokningum og sjúkrakassa ígjøgnum Gjaldsskipanina.
Løgtingið vildi treyðugt, at tinglýsingin fór av landinum, men Høgni Hoydal lovaði tinginum tá (á várið í 2000), at farast skuldi undir beinanvegin at gera eina føroyska skipan, so at tinglýsingin kundi takast heim aftur. Enn er hon í Danmark, undir donskum málsræði og er ikki frítt atkomulig hjá føroyingum, hóast lógin sigar at hon skal verða tað.
Enn er Høgni Hoydal tíbetur í pyntaðum fjarðum, tá hann kallar seg løgmálaráðharra, men fær hann makt sum hann hevur »akt«, so boðar tað ikki frá góðum.