Sosiologurin Bourdieu farin

Franski intellektuelli risin, sum tordi at venda sær móti
tí skaðiligu globaliseringini og vísti á, at nýliberalisman, sum
frálíður, bara gagnar amerikonsku imperialismuni, og ger, at vit avreiða øll okkara fíggjarrættindi og geva multinationalum
kapitalvaldi heilt fríar hendur til at eyðræna og
mergsúgva restina av heiminum

Tann 24. januar 2002 doyði ein av mætastu, men fyrst og fremst djarvastu samfelagsfrøðingum eftir seinna heimsbardaga, franski sociologurin og filosoffurin, Pierre Bourdieu, 71 ára gamal.

Franski statsministarin, javnaðarmaðurin Lionel Jospin segði í minnisrøðu síni um Bourdieu, at eitt flogvit innan sociologiska vitskapin og ein stórur franskur tonkjari var farin.

Bourdieu gjørdis longu í 1958 professari í samfelagsvitskapi við Universitetið í Alger, høvuðsstaðnum í norðuraftrikanska landinum Algier, sum tá enn var partur av fronskum mentakringi. Fyrst í 80-unum varð hann útnevndur professari í sociologi við Collége de France í París, har hann eitt stutt skifti kom at arbeiða saman við tí kontroversiella og heldur løgna filosoffinum og sálarfrøðinginum, Michel Foucault, sum doyði í 1984. So ymiskir sum hesir hugsarar annars vóru, hevur allarhelst verið mikil sínamillum ávirkan teirra millum. Hetta er tað, menn nevna dialektikk!

Filosofiskur talsmaður hjá smáfólki
Sum sociologur hevði Bourdieu risastórt flog. Hann hevði sjáldsama stóra vitan á flestøllum økjum, eitt nú etnologi, antropologi, jura, pedagogikki, málfrøði, list, átrúnaði, matematikk og fíggjarfrøði. Hetta gav honum góðar møguleikar fyri at analysera samfelagsins kompleksu mekanismur heilt út í æsir, bæði sum metodiskur vísindamaður og sum slóðbrótandi kultursociologur.

Hóast hann var objektivur granskari, ræddist Bourdieu ongantíð fyri at viðganga, at hann ynskti tilverubroytingar fyri tey veikastu; ? hann var nevniliga socialistur og fírdi ikki fyri at luttaka í samfelagsdebattini, og sjálvt um bæði kanningar og analysur hansara vóru so objektivar, sum samfelagskanningar kunnu blíva, so vóru metodurnar persónligar, og konklusiónirnar ofta subjektivar. Andaliga er hann nærskyldur við týska filosoffin Habermas, men hann grevur djúpri og er nógv djarvari. Hann gerst heitur talsmaður fyri, at akademiskt virksemi eigur at vera samfelagsrelevant. Sociologiska vísindin skal ikki bara avdúka, men eisini loysa vandamálini hjá teimum, sum eru ringast stødd. Hann verður næstan akademiskur umboðsmaður hjá teimum gloymdu, burturskúgvaðu og heimleysu ? Bourdieu átti sanniliga sociala indignatión!

Av beiskum royndum var sannføring hansara, at ein sociologur ikki kann vera kaldur og óengageraður yvirfyri armóð, neyð og líðilsi hjá teimum, sum ikki hava nakran talsmann, ella sum sjálvi ikki eru ment at argumentera!

Hetta er heilt í samsvar við Marx, sum í síni tíð helt fyri, at higartil hava filosoffar roynt at forklára verðina, ? tað, sum umræður, er at broyta hana!

Bourdieu var tiltikin fyri at vera nærlagdur, erligur og grundigur í síni vitskapsmetodu, og tað sigst, at síðani Marx hevur fáur ferðast á størri samfelagsdýpi enn júst Bourdieu.
Av ørgrynni av bókum frá hesi tíðini kunnu m.a. nevnast La reproduction (1970) og La Distinction (1979).

Gera maktmonopolin demokratiið til eina illusión?
Landsmaður hansara, Montesquieu gjørdist gitin fyri sínar metingar av makthavarum, maktsjúkum og maktmisbrúki miðskeiðis í 18. øld. Filosoffurin Montesquieu helt fyri, at hvør tann sum hevur vald ella fær litið vald upp í hendur, fer fyrr ella seinni at misbrúka valdið. Júst tvær øldir seinni fara Habermas og Bourdieu at analysera maktstrukturin í háídnaðarsamfeløgum. Bourdieu er meira miðvísur enn Habermas og sóknast ikki bara eftir orsøkum til tað sociala maktbýtið. Hann kannar nágreiniliga lívsstíl hjá øllum samfelagsbólkum, og hvussu subtilar treytirnar ofta eru fyri opnum, ? og serliga fjaldum maktbrúki ella maktstremban frá ávísum bólkum, klikum ella familjum. Tey fløkjasligu maktviðurskftini í samfelagnum gera oftast demokratiið til eina hvørvisjón og keipumynd. Ávirkan og avgerðir verða alt minni demokratiskar og tíðum monopoliseraðar av sonevndum ekspertum.

Tað eydnaðist Bourdieu at menna ta sociologisku vísindina, soleiðis, at hon kundi greina tað ovurfløkta sambandið, sum í einum nútímans teknologiskum samfelagi er millum einstaklingin og tað turbulenta umhvørvið. Her fer hann so langt, at hann næstan dissekerar alt tað sociala samskiftið, viðhvørt heilt niður í minstu samfelags-celluna, sovikamarið!

Hann fór tíðliga at kanna orsøkina til, at social kúgan og fíggjarlig trælkan ofta arvast frá ættarliði til ættarlið. Hann analyserar og dokumenterar nágreiniliga, hvussu sociala sorteringin, sjálvt í ovurríkum samfeløgum, stendur við ella versnar, og hví sociala sundurbýtingin verður varðveitt, ofta við meira ella minni óbeinleiðis góðkenning ella ?stuðli? frá teimum ?kúgaðu?.

Hann dokumenterar við risastórum tilfari, at gerandishugsanir, vanar og hugmyndir, stutt sagt mentan okkara og lívsstílur eru við til at káma og krógva bæði tað fíggjarliga- og tað politiska maktmisbrúkið hjá teimum ráðandi stættunum.

Munur er á monnum
Tá ið Berlinmúrurin bóltaði í 1989, kom fjáltur á nógvar menn, og summir sociologar eins og aðrir intellektuellir mistu nervarnar og tagnaðu. Aðrir gjørdust nærmast líkaglaðir opportunistar og fóru at laga seg til tann nýggja samfelagsmótan, nýliberalismuna. Hetta kann fyri ein stóran part sigast um populistiska mótasociologin, onglendingin, Anthony Giddens. Men ikki um Bourdieu, hann var eingin vingliskøltur og stóð við sínar áskoðanir, og hví skuldi hann ikki tað? Sjálvt um tað korrupta sovjet-stýrið var farið av knóranum, var órætturin í heiminum tann sami.

Bordieu metti sum eingilski socialisturin í síni tíð, at sjálvt um elektrikarin er eitt eiðasørt klombur, so fer fáur tessvegna at halda uppat at brúka elektriska orku!

Bordieu hevði líka lítið, sum vit aðrir, nakrantíð hildið, at tað fór at vera tað kavrotna kommunistiska valdsimperiið, sum fór at loysa trupulleikarnar hjá milliardfjøldini av forfjónaðum. Hann var framvegis gløðandi socialistur, og hevði stóra vanvirðing fyri, at sjálvt fyrrverandi frelstir salónkommunistar sóust renna ørindi fyri ta multinationalu kapitalismuna í 90-unum.

Men Bourdieu verður ongantíð til keyps! Tvørturímóti. Hann vil avromantisera tað karráu liberalu samfelagsmyndina. Hann allierar seg við eina rúgvu av ungum óspiltum sociologilesandi, sum fara út í hvønn krók heilt úti undir væðingini í franska samfelagnum og gera eitt risastórt kanningararbeiði eftir hansara ráðum og forskriftum. Nú verður spillnakni veruleikin hjá heimleysum, tilflytarum, einligum, arbeiðsleysum o.fl. enn einaferð dokumenteraður við lít.

Úrslitið kemur út í bókini ?La Misére du Monde? (1993), og her kemur í ljósmála, at tann ovurmodernaða supereffektiva franska kapitalisman ikki bara framleiðir háteknologi, men eisini producerar ómegd, einsemi, resignatión, marginalisering og beiskt vónsvik hjá vanligum fólki. Harumframt eru í hundraðtúsundatali av menniskjum, sum verða heilt skúgvaði til viks, tí tey ikki hava tær neyðugu ?kvalifikatiónir?. Tey hava ikki útbúgving til at vera borgarar ella menniskju í franska samfelagnum.

Í multinationalum andgletti
Ongar menniskjansligar millumrokningar eru ov lítisverdar ella vesælar fyri Bourdieu, og eingi viðurskifti manna millum eru so smá ella fátækslig, at hann ikki heldur tað vera vert at kanna og viðgera. Tað er altso ikki bara sjálvan stórviðin í samfelagnum, hann vil analysera, nei, hann tekur hvørja skrúvu og hvønn seym við.

Bourdieu hevur tí givið út hópin av bókum um alskyns evni, eitt nú umhvørvismál, feminismu, móta, lívsstíl, ítrótt, barnaansing, brúkaraviðurskifti, familjumál o.s.fr. Summar av hesum bókum eru meira politiskar enn tær fyrrnevndu, men bæði forvitnisligar og vælskrivaðar.

?Móteldur? er seinasta bókin, sum komin er á donskum. Í henni argumenterar hann fyri, at intellektuell fólk í Europa fylkjast fyri at geva tí kapitalistisku globaliseringini nóg munagóða andstøðu og hartil royna at uppfinna eitt nýtt slag av politikki.

Hann vísir á, at monopolfeløgini hava til endamáls at bera allari mannaættini boðskapin um, at tann amerikanska fyrimyndin við sonevndum frælsum initiativi (free enterprise) er tað einasta rætta.

Hann ger eisini vart við, at risafyritøkurnar stórt sæð kunnu fáa makt yvir íbúgvarafjøldini í hvørjum einstøkum landi við at brúka ein heilan her av sonevndum ekspertum, ráðgevarum, lobbyistum og ikki minst journalistum. Á hesum seinastu ? miðlamonnunum ? hvílir ovurmikil ábyrgd, og tí hevur Bourdieu fremstafingur serliga rættan ímóti teimum, tí teir kunnu vera til fals og lætt freistast til at lata seg (mis)brúka til at skeikla og avlaga veruleikan, so hann kritikkleyst tænir amerikanska boðskapinum um vælsignilsi í (ó)fríum fyritakssemi.

Tað er bládýpi millum tann seriøsa Bourdieu og sociologiska roksið, Anthony Giddens, sum í 90-unum tíanverri gjørdist guru hjá eingilska javnaðarflokkinum, og serliga hjá Tony Blair. Úrslitið var, at flokkurin beit høvdið av allari skomm, blakaði næstan alla socialismu fyri borð og legði opportunistiskt til brots bara eftir at fáa maktina! Sagt verður, at tær hálu modernitetsanalysurnar hjá Giddens eru so flaksandi, at tær líka so væl kundu verið gjørdar av reklamumonnum hjá Coca-Cola ella Mercedes Benz.

Fáa vit eina globala feudal-skipan, har vit verða trælir?
Tann eirindaleysa globaliseringin er miðvíst við at skapa eina nýggja heimsumfatandi stættarskipan, har amerikanskar multinationalar fyritøkur verða lensmenn og restin av heiminum verða meira ella minni týðandi tegnar og vasallar. Tað eru í dag nógv dømi um, at amerikanskur kapitalur bara keypir upp europeiskar fyritøkur fyri seinni at steingja tær. Tað er, sum um vit eru sjálvdestruktiv og søkja sjálvbodnan trældóm. Liberalisma og fríhandil er bluff, tað kann ikki lata seg gera, táið partarnir ikki eru maktjavnir. Tað verður altíð sum at seta úlvin at spæla við lomb. Hetta eru fakfelagsmenn í teimum størru europeisku londunum so smátt farnir at varnast, men higartil hava eisini teir verið heilavaskaðir av nýliberalum møsni. Bourdieu var øgiliga vónsvikin av fakfeløgunum, og vónaði tí, at tað skuldi vera tey intellektuellu, sum bjargaðu okkum frá maktmisbrúki og multinationalu sóttini. Har var hann helst ógvuliga naivur. Fyribils er ikki nógv, sum týðir uppá, at lombini varnast, enn minni ræðast úlvin.

Hugvekjandi er, at Bourdieu júst kom til tað erkennilsi, at tey ?kúgaðu? ofta góðkenna órættin og næstan stuðla eyðræningini.

Hvussu er maktsjúkan um okkara leiðir?
Vit hava seinastu 14 dagarnar í Danmark í munandi minni formati sæð dømi um andskræmiligt maktmisbrúk, bæði kommunalt í FARUM og kultiskt/sekteriskt í TVIND-pyramiduni. Í báðum førum hevur tað næstan verið eftir uppskift frá Montesquieu og Bourdieu.

Men hvussu er nú í okkara lítla dunnuhyli? Hevur ikki verið maktmisbrúk í Føroyum hesi seinastu 4 árini? Ja, man skal vera bæði deyvur og blindur, um man ikki dugir at síggja beinleiðis analogi millum ræðumyndirnar hjá Bourdieu og so núverandi landsstýri øðrumegin og partar av embætisstætti og journalistum hinumegin. Samstundis sum sjakalar, ið fyrr fagnaðu øllum almennum virksemi og fordømdu tað privata, beinleiðis eru við at avreiða okkum til kyniskar multinationalar oljufyritøkur. Onkur fordømir tað almenna so harðmælt, at sjálvt borgarligir veljarar stúrsa við. Táið vesæla maður fær vald, kann hann sær ikki afturhald!

Hóast Bourdieu við sínum metodisku analysum arbeiddi við meira ella minni fjaldum maktstrukturum í risasamfeløgum, so eru metodur hansara og teoriir vælbrúkiligar til at analysera tey meira opinlýstu maktviðurskiftini í tí lítla føroyska samfelagnum. Tað hevði klætt føroyskum samfelagsfrøðingum at farið í holt við ta uppgávuna, heldur enn at trútta við paranoidum møsni um danska kúging. Tað ber væl til at brúka amboðini hjá Bourdieu. Men tað krevur ikki sørt av dirvi.

________________________________


Litteratur:
·Modild
·La Misére du Monde
·Fyrilestrar í Danmarks radio
·Donsk bløð
·Om TV og journalistikkens magt 1998
·Af praktiske grunde 2001
·Refleksiv socialogi 1996
·Opdragelse til det moderne 2000
·Krop og livstil 1993