Postverk Føroya kunnar um seg og sítt virksemi á ymsan hátt - og á ymsum fremmandum málum.
Fyrst í hesum árinum (1/2005) kom eitt hefti, "Aktuelt fra Færøerne" við 3 høvuðsevnum, og fyrsta greinin eitur "Posthistorie í Kollafjørður", sum Vilhelm Johannesen hevur skrivað, og er knappar 3 síður long.
Postsøgan í Kollafirði skuldi verið eitt ógvuliga áhugavert evni at skriva um, men gevur tú tær far um yvirskriftina, so stendur høvuðsorðið óbundið, t.v.s. at greinskrivarin ger sjálvur av, hvat hann tekur við ella letur liggja, og úrslitið kann tí vera, at lítil og eingin heild ella yvirlit fæst. Greinin er jú fyrst og fremst skrivað fyri fremmandafólk, sum hava tørv á eini stuttari kunning, men vit, tey innbornu, hava væl eisini loyvi at lesa - um ikki annað so av áhuga.
Í fyrsta og øðrum broti stendur soleiðis: "Frem til den 31. december 2000 var Kollafjørður en selvstændig kommune sammen med bygderne Langasandur, Oyrareingir og Signabøur. Den 1. januar 2001 blev kommunen med samtlige bygder indlemmet i Tórshavn kommune.
I dag bor der 1024 i området. 819 mennesker bor i selve Kollafjørður med Langasandur, 158 bor i Signabøur og 46 bor i Oyrareingir." Nei, vælsignaður, hatta er ikki beint. Bæði formliga og í roynd og veru er bara talan um eina bygd. Soleiðis er og hevur altíð verið; og tað ber ikki til at tosa um bygdir í bygdini. Hvør er so ikki kollfirðingur, meðni?. Síðan stendur m.a.: "en roklub med egne klublokaler, der er beliggende i Signabøur." Hvørki teirra er á Signabø, tað eg veit.
Ì umrøðuni av posthúsinum við Sjógv er greinskrivarin reiðiliga vilstur: "Den sidste brevsamler i Kollafjørður før brevsamlingsstedet i bygden blev lukket den 30. april 1974, var Johannes Dam, som i daglig tale blev kaldt Hannis. Hans far Petur Mohr Dam, der var slægtet fra Oyrareingir, begyndte handelsvirksomhed við Sjógv i Kollfjørður. Han døde i 1890" Hesin P.M. Dam var ikki pápi, men abbi Jóhannus Dam og m.a. eldra bróðurin, politikaran og løgmannin, P.M. Dam.
Greinskrivarin tykist ikki hava nóg gott innlit í evnið, og tí verður tað so tilvildarligt: Nógv nøvn verða nevnd, men ikki Menning og Helena Geyti (hvør teirra bar navnið av avgreiðsluni, veit eg ikki), men tey høvdu so postin - á Langasandi í Kollafirði - allan mín uppvøkstur. Eitt drúgt tíðarskeið (sjeyti og áttati árini ella longur?) hevði Jallgrim Joensen, í Líðini, postin til innara partin av bygdini um hendur, meðan landpostboðið hevði ytra partin.
Broytingarnar hava verið nógvar, og tí skuldi ein tíðartalva t.d. verið sett upp, og í størri mun átti at verið kveitt í skjølini hjá Postverkinum.
V.J. nevnir "et postudvekslingssted i Oyrareingir", ja, soleiðis skuldi áskriftin (adressan) vera, men einki posthús hevur nakrantíð verið á Oyrareingjum, men telefonlinjan hjá Ólavi á Heygum úr Vestmanna til Havnar varð løgd fram við húsunum á Oyrareingjum fyri akkurát 100 árum síðan. Man navnið (postadressan) stava frá telefonini?
Heldur ikki nevnir hann, at postur varð borin heim til Kvívíkar. Havi hoyrt fyri vist, at Jens Djurhuus (Pola-Jens) hevði tað starvið eina tíð. Helst átti tað eisini at komið við í slíka frásøgn, at umframt hesi 3 "posthúsini" í somu bygd, so var tað kortini eitt hús, ið fekk postin bornan úr Leynum; tað var sjálvandi húsið frammi við Gjónna. Tað snúði seg fyrst og fremst um postflutning og ikki um kommunu- og bygdamørk!
Tað hevði verið áhugavert og ynskiligt, um greitt hevði verið frá, hví tað við tíðini komu 3 postavgreiðslur í somu bygd; so long er hon heldur ikki, og fólk vóru jú von at ganga langt, um so skuldi vera - eitt nú teir, ið røktaðu óhøgligan haga. Hvussu varð hugsað um hesi viðurskifti?
Var - í høvuðsheitum - nakar førleikamunur millum hesar 3 postavgreiðslurnar?
Hvat fingu hesi postavgreiðslufólkini burturúr í krónum samanborið við t.d. fiskaran?
Tað átti helst eisini at verið nomið meira við ferðasambandið, mannagøtuna, eftir landi vestur- og norðureftir - um Kollafjørð; og støðan í dag er einki broytt í so máta: Allur postur og flutningur annars eftir landi, ið skal norður ella suður um Hórisgøtu (Kollfjarðartunnilin), fer um rundkoyringina í Dalinum. Við hesum søguliga veruleika í huganum, skuldi eisini borið til at fingið eina góða og samanhangandi frásøgn úr tí sjónarhorninum. Gongdin hevur jú verið, at so hvørt sum ferðasambandið er batnað, er postflutningurin vorðin betri.
At enda skal vera mint á, at allir almennir stovnar eiga at lata fleiri fólk lesa slíkar greinar gjølla og nágreiniliga, áðrenn tær fara til prentingar, so at vit sleppa undan óhepnum misskiljingum og skeivleikum.