Longu tá Lene Kaaberbøl var 8 ára gomul, hevði hon sera gott hugflog og plagdi at siga søgur fyri børnunum í grannalagnum og dugdi altíð væl at finna uppá, hvat tey skuldu spæla.
So skjótt hon lærdi at halda einum blýanti, byrjaði hon at skriva søgur.
- Eg minnist, at tá eg fylti 8 ár, góvu foreldrini mær eina heilt fantastiska gávu. Veruliga var tað bara eitt reytt ringbind við einum blokki í. Men fyri meg var tað mín egna bók. Ein bók, sum eg kundi skriva søgur og lítlar yrkingar í, og hon fyltist skjótt.
- Tá eg var barn, elskaði eg hestar, og eg elskaði bøkur, so bøkur um hestar vóru lukkan. Tá eg hevði lisið allar bøkurnar, sum bókasavnið hevði um hestar minst tvær ferðir, tók eg sakina í egnar hendur.
12 ára gomul skrivaði Lene sína fyrstu hestabók. Hon skrivaði bókina til sín sjálvs og ætlaði ikki, at onnur skuldu lesa hana. Men mamman bað lova sær at lesa hana og fekk hugskotið at royna at senda bókini til eitt forlag.
Tá Lene var 15 ára gomul komu tvær tær fyrstu bøkurnar um Tinu og hestarnar út.
Síðan hetta hevur Lene Kaaberbøl skriva nógvar bøkur, sum eru umsettar til meira enn 20 ymisk mál og eru útgivnar í nógvum londum. Røðin um Skammaran er eisini umsett til Føroyskt.
Veit ikki hvussu
søgan endar
Men hvussu byrjaði alt við Dinu, dóttir skammarans?
Tað byrjaði á 90 ára føðingardegnum hjá Astrid Lindgren. Lene las í bløðunum, at Astrid Lindgren hevði sagt, “Tá man skrivar til børn, brúkar man heilt vanlig orð, at skriva um heilt óvanlig ting.”
- Tað kann vera, at tað ljóðar banalt. Men eg var steðgað upp í eini bók, eg skrivaði, og var byrjað at hugsa, um eg skuldi gevast at skriva. Eg hevði altíð skrivað, men tað var ikki víst, at eg skuldi halda fram, so leingi eg andaði. Men tá eg hoyrdi hasi einkultu orðini, hugsaði eg, “tað er ikki so ringt, man setir seg bara niður og ger tað.”
Tann dagin byrjaði Lene at skriva søguna um dóttir skammarans, sum hon hevði hugsað um eina tíð.
- Eg byrjaði við at skriva tað, sum í dag er kapittul 2. Eg skrivaði um familjuna, sum situr inni, tað er stormur uttanfyri, og so bankar onkur uppá hurðina. Tá eg byrji eina søgu, veit eg sera lítið um hana. Tá tað bankaði uppá hurðina, var eg ikki vís í hvør tað var. Men tá skammarin letur upp, sigur søgan seg sjálv, eg finni samstundis útav hvat hendir. Ein maður er komin eftir skammaranum, tí eitt ræðuligt brotsverk er framt í einum býi, sum eitur Donark.
- Tað gekk so skjótt, at eg kom virkuliga fram á søguna, samstundis sum eg skrivaði hana. Tá visti eg enn ikki, hvat var hent. Eg visti bara, at eitt ræðuligt brotsverk var framt. Eg visti heldur ikki, hvør hevði gjørt tað. Tað fann eg ikki útav fyrr enn nógv seinni.
Høvuðshugskotið í søguni er skammaraeyguni. Tað hugskotið hevði Lene hugsað um leingi, men tá hon royndi at skriva søguna um ta vaksnu kvinnuna, ið hevði hesi eyguni, gekk tað ikki so væl.
- Tað var ikki fyrr enn eg fann útav, at tað var dóttir skammarans tað skuldi handla um. Hvussu tað er at vera næstan 11 ár og hava eygu, sum eingin kann hyggja inn í. Tað var tá eg hugsaði um fylgjurnar av tí, um hvussu avbyrgdur man blívur, og at man ongar vinir hevur, tá bleiv Dina livandi, og søgan byrjaði at siga seg sjálva. Ella man kann siga, at tað var Dina, sum segði mær hana.
Film um Dinu
Skammararøðin er nú komin út í 18 londum og er eisini komin út í USA. Har gongur tað væl við bókini, sum hevur selt tríggjar ferðir so nógv, sum forlagið hevði væntað. Tað gongur so væl, at ein filmsframleiðari vil gera ein altjóða film um dóttir skammarans. Um tvey ella trý ár er ein filmur um Dinu og familju hennara væntandi ein veruleiki.
Henda stóra viðgongd hevur sjálvandi haft eina ávirkan á Lene Kaaberbøl. Tá tað kemur til arbeiði hevur viðgongdin gjørt, at Lene hevur fingið meira sjálvsálit.
- Fyrr kundi eg ivast um tað, sum eg hevði gjørt, var nóg gott. Men nú eri eg rættiliga sannførd um, at tað, sum eg haldi virkar, tað virkar. Í dag veit eg, at tað hóast alt eru ein kvart millión fólk í heiminum, sum halda, at tað sum eg geri er gott, og so er man ikki so sárur meira.
Tað hevur eisini haft við sær, at Lene sjálv kann avgera, nær hon vil skriva, tí nú noyðist hon ikki longur at hava eitt arbeiði við síðuna av.
Persónliga heldur Lene tó ikki, at viðgongdin hevur haft ta stóru ávirkanina á hennara lív.
- Eg livi mítt lív, eg geri heilt vanlig ting. Eg gangi túr við hundunum, keypi ein hálvan litur av mjólk í keypsamtøkuni, og tað skal man eisini. Tað er tað, sum er tað týdningarmesta. Hitt blívur á ein hátt ikki so týdningarmikið. So høvuðsparturin av mínum lívi, tað sum veruliga merkir nakað, er ikki ávirkað.
Fleiri søgur
Lene heldur, at tað hevði verið stuttligt, um filmurin um Skammaran bleiv væl móttikin í Hollywood, og at hetta gjørdi, at fólk eisini keyptu hennara bøkur. Men hon heldur, tað vera meira týdningarmikið, at kunna liva stilt og væl saman við familjuni.
- Tann størsti dreymurin hjá mær, tá tað handlar um arbeiðið, er at kunna blíva við at skriva góðar bøkur og at menna meg sum høvundur. Tað er nógv meira spennandi, enn at fáa gjørt Hollywood filmar av øllum bóknum. Eg vil heldur hava fleiri søgur.
Fakta um Lene Kaaberbøl
Lene Kaaberbøl var fødd 24. mars í 1960 á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. Hon vaks upp í Jútlandi, í Malling við Århus.
Hon er útbúgvin cand.mag. í enskum og leiklistarfrøði frá lærda háskúlanum í Århus. Lene hevur millum annað arbeitt sum studentaskúlalærarari, men tað gavst hon við fyri fýra árum síðani, tá hon gjørdist fulltíðar rithøvundur. Við síðuna av hevur hon forlagið Phabel & Plott.
Tvær tær fyrstu bøkurnar hjá Lene um Tinu og hestarnar komu út í 1975, tá Lene bara var 15 ár.
Síðan hevur hon skriva nógv-ar bøkur. Skammararøðin er komin út í 18 londum, teirra millum í Føroyum.
Eisini hevur hon skriva tvær røðir um Witch hjá Disney, fyri ta fyrru vann hon eina virðisløn í 2002, sum ársins Disney skaldsøguhøvundur. Harumframt hevur hon vunnið fleiri barnabókavirðislønir í Danmark.
Hvørji krøvini eru til barnabók?
Ein drongur spurdi einaferð ein bókavørð, eg kenni: “Hevur tú ikki eina bók, sum byrjar beinanvegin?”.
Tað haldi eg er eitt krav. Tað skal vera spennandi frá byrjan. Bókin skal fyrst og fremst skapa forvitni. Um man ikki gerst forvitin, eru tað nógv børn, sum ikki blaða til næstu síðu, men bara tveita bókina frá sær og fara at spæla telduspøl í staðin.
Íblástur frá Astrid Lindgren
Astrid Lindgren var ein av mínum yndishøvundum, tá eg var barn, og mær dámar enn sera væl hennara bøkur. Eg haldi ongantíð, eg veri liðug við hana.
Eg fái nógvan íblástur frá henni, sjálvt um vit skriva sera ymiskt. Hon dugir kynstrið at skriva ótrúliga einfalt og ótrúliga vakurt. Eg kann á ein hátt øvunda henni, at hon dugir og torir at skriva so einfalt.
Tala tínar barnabøkur til vaksin?
Ja, tað veit eg, at tær gera. Eg veit at í fleiri familjum, tá foreldrini lesa góða nátt søgur, klára tey ikki at leggja bókina frá sær og kom til at lesa framum. Tað síggi eg eisini á mínum fan-maili, tað mesta er frá børnum, men eg fái eisini brøv frá vaksnum.
Eg haldi, tað er ein eginleiki fantasy hevur, tað røkkur yvirum summi mørk, til dømis at aldurin ikki setur mark fyri hvør kann lesa tað.
Skyggeporten á førloyskum¨
Nýggja bókin hjá Lene Kaaberbøl “Skyggeporten” kom út í Danmark 11. oktober.
Bókin eru um eina gentu, sum eitur Anna, og ikki dugir at tosa.
Tá Bókadeild Føroya Lærarafelags herfyri fylti 50 ár, fingu tey rættindini til at geva bókina út á føroyskum í føðingardagsgávu frá Lene Kaaberbøl. Væntandi kemur bókin út á føroyskum um umleið eitt ár.