Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin

Vísindavøka – størsta almenna tiltakið í Føroyum, sum fagnar gransking, menning og nýskapan – fer av bakkastokki fríggjamorgunin. Vísindavøkan verður í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 26. september kl. 8.30 og varir til á leið kl. 16.30.

Tíðindaskriv frá Vísindavøku:

 

Í Kongshøll á 4. hædd verða 20 stuttar framløgur um alt frá vitlíki á føroyskum og sjónarmið um grindadráp til dálkingarevni í havhesti og CO2 útlát í føroysku undirgrundini.  

 

Sí dagførdu skránna her 

Uttanfyri, á Svalanum og á 3. hædd eru ymisk tiltøk fyri stór og smá.

Uttanfyri fara fólk frá Havstovuni millum annað at kanna fiskar og sýna fram hópin av fiskasløgum. Lærarar og næmingar á Glasi gera ymsar stuttligar og hugvekjandi royndir. 

Á Svalanum fara sjúkrarøktarfrøðilesandi á Fróðskaparsetrinum m.a. at hava ein bás, har fólk kunnu fara á ferð inn í kroppin við VR brillum, fylgja blóðrenslinum o.a. Fólk frá Firum fara at sýna fram magakanning av rognkelsum ella seiði og akvarium við hvalspýggju, og møguleiki verður at hyggja at laksahjørtum í mikroskopi. Og fólk frá Land- og sjókortsdeildini á Umhvørvisstovuni fara at sýna fram pappírsjókort og hava ein skíggja við myndum frá uppmátingararbeiði, mátitólum o.l. Heilsustýrið, Sjókovin, Jarðfeingi, Heilsufrøðiliga Starvsstovan og Landsbókasavnið verða eisini við á Svalanum. 

 

Á 3. hædd fara fólk frá Tjóðskjalasavninum at vísa, hvussu føroyska skriftin er broytt gjøgnum tíðina, millum annað við at vísa fram gomul skjøl, ið Tjóðskjalasavnið hevur í varðveitslu. Møguleiki verður at royna at skriva bræv til sín sjálvs í framtíðini við fjøðurpenni, ið síðani verður stemplað við segli eins og gjørt varð í gomlum døgum. 

 

Eisini verður ein básur við tilfari um granskingarstuðul frá ES. 

 

Til ber eisini at royna seg í fleiri kappingum. Millum annað skipar Granskingarráðið fyri eini teknikapping. 

 

Dagurin endar við miðlafagnaði kl. 15.30 við snarrøðum, framløgu frá Gunnleygi Clementsen við góðum ráðum um vitlíki í gransking og handan av ársins miðlaheiðursløn.

 

Øll tiltøkini er almenn og ókeypis.

 

Stoymt verður frá framløgunum í Kongshøll - til ber at fylgja við her