Tað er sanniliga ikki lætt at vera trúboðari í Mali.
Landið er samansett av fleiri enn 30 ymiskum fólkabólkum, hvør við sínum egna og vítt ymiska máli, sigur Gimmi Olsen, sum síðani 2011 saman við konuni Karinu hevur starvast sum trúboðari í Mali.
Tey eru í byrjunarfasuni, tá talan er um trúboðarar.
- Í 2010 vóru vit í Senegal og lærdu franskt. Senegal er jú gamalt hjáland hjá Fraklandi, og vit vórðu so send til Mali 3. januar 2011, sigur Gimmi Olsen.
Men uppihaldið í Mali gjørdist ikki so drúgt, sum tey bæði høvdu vónað.
- Grundirnar vóru tvær. 22. mars 2012 var eitt statskvett í Mali, har forsetin varð koyrdur frá. Hetta hendir, tí fólk eru ónøgd við støðuna uppi í norði, har mann veit, at ein slaktan av maliskum hermonnum er farin fram. Men landið er veikt eftir statskvettið, og uppreistrarbólkar saman við Al-Quaida savnast í norði og stutt eftir hava teir tikið tveir triðingar av landinum, sigur Karina Lassen.
Talan var millum annað um leiguhermenn úr Libya og vápn úr Libya, ið júst var fallið tá, so talan var um tungt vápnaðar hermenn í økinum.
- Maliski forsetin hevði sagt, at teir ikki skuldu upprusta næstu 20 árini, og tí var maliski herurin ógvuliga veikur og kundi einki gera mótvegis uppreistrarmonnunum. Men tíbetur steðgaðu teir, tá teir vóru komnir suður móti høvuðsstaðnum, sigur Karina Lassen.
Mali var reytt
Steðgurin var tó ikki so drúgvur, sum vónað, tí 8. januar fingu tey boð um at taka til rýmingar.
- Uppreistrarherurin, sum hevði ligið í dvala síðani mars 2012, tók seg knappliga og við miklari ferð suður eftir. Frakland, sum hevði hermenn í økinum, gjørdu skjótt av og fóru at bumba uppreistrarherin, men tá var einki at gera. Tá var kríggið byrjað, sigu Karina Lassen.
Tey høvdu annars vónað, at tey kundu verða verandi har í frið og náum fram til summarið.
- Vit skulu heldur ikki gloyma, at teir 10 mánaðirnir frá mars 2013 til januar 2013 eru týdningarmiklir, tí tá vit fáa boð frá Missiónini at fara úr landinum í apríl í fjør, fóru vit heim og vóru heima í nakrar mánaðir, áðrenn vit fóru avstað aftur eftir summarfrítíðina. Men tá hevði bæði norska og danska ambassadan sagt, at alt Mali var reytt, og tað merkir, at vit ikki høvdu loyvi at fara inn aftur í landið, sigur Gimmi Olsen.
Tað var kortini so, at tey, ið veruliga ynsktu at koma inn í landið aftur, sluppu.
- Barnafamiljur sluppu til dømis ikki avstað og tey, ið ikki ynsktu at fara, sluppu undan, sigur Gimmi Olsen.
Karina hevði eisini sínar tankar, tá tey fóru aftur til Mali í september 2012.
- Tá vit vóru í høvuðsstaðnum og skuldu keypa inn, ivaðist Karina í, hvussu neyðugt tað var at keypa stórt inn. Hon kendi á sær, at hetta fór at vera stokkut, sigur Gimmi Olsen.
Umheimurin vildi royna at finna eina friðarliga loysn, og tosa seg til semju.
- Men so í november hendur ein burturflyting av einum fraklendingi, og hetta fer fram beint norðan fyri hjá okkum. Vit plaga onkuntíð at steðga har at eta, tá vit fara til høvuðsstaðin at keypa inn, so tað kendist rættiliga nær, sigur Gimmi Olsen.
Kendu okkum trygg
Hesin fraklendingur er gísli enn tann dag í dag.
- Vit vistu, at tá slíkt hendir, fer Missiónin at reagera. So longu tá vórðu vit flutt í landinum, og tað var ein stór sorg fyri okkum, tí vit høvdu instillað okkum upp á at verði har í nógv ár fram. Men tá vórðu vit flutt fýra tímar longur suður, sigur Gimmi Olsen.
Tað var ikki tí, at tey kendu seg ótrygg.
- Vit kendu okkum trygg. vit vóru langt burtur frá hermótinum og langt burtur frá øllum. Men nógv verður fíggjað gjøgnum gíslatøku, og tá hon kemur so tætt, so skilir tú, at Missiónin ger, sum hon ger. Alt økið frá har sum vit vóru og norður móti Mouritania var eitt no-go øki eftir gíslatøkuna, sigur Karina Lassen.
Tey vórðu verandi í bygdini í eina viku eftir gíslatøkuna, har tey bara bíðaðu eftir boðum frá Missiónini.
- Tað runnu nógvir undarligir tankar gjøgnum høvdið ta vikuna, eftir gíslatøkuna, og vit sensureraðu okkum í okkara samskifti, tí vit vildu ikki, at tey heima skuldu vera bangin um okkum, sigur Gimmi Olsen.
Ymsar uppgávur
Norska Missiónin hevur verið í Mali í 30 ár, og hevur sæð sína uppgávu í landinum ógvuliga breitt.
- Talan er ikki bara um at renna eftir sálum, men hugsa ógvuliga breitt. Uppgávan hevur verið at verið Guðs kærleiki, bæði í hondunum fótunum og hjartanum. Missiónin útførir nógvar verkætlanir, eitt nú at útvega reint vatn, at dykra ymsan góðan mat, bæði til at eta sjálvi og at selja. Og vit læra fólk at lesa og skriva, sigur Gimmi Olsen.
Eitt annað hevur verið at lært fólk at verða lærarar, uttan at skula ganga nógv ár í skúla.
- Eisini hava vit roynt at hjálpt teimum við vegasambandi, tí tá regntíðin er frá juni til oktober, er illa framkomandi við teirra sjúku. Umframt hetta hevur mann umsett Nýggja Testamentið, og er nú í ferð við at umseta Gamla Testamentið, sigur Gimmi Olsen.
Ein uppgáva er sjálvandi at ferðast runt til bygdirnar og hildið møtir og boða kristindómin.
- Og vit hava alla tíðina havt fyri eygað, at skapa meinigheitir, sigur Gimmi Olsen.
Høvuðsstaðurin, Bamako, hevu eitt íbúgvaratal á umleið tvær milliónir, men tað eru smærri støð, har trúboðararnir hava sín gerandisdag.
- Har, sum trúboðarar hava verið í fleiri ár, er ein bygd á umleið 2.000 íbúgvar, verður sagt, men tað kann saktans vera 3.000. Har, sum vit vóru seinast, búgva umleið 800 fólk, sigur Gimmi Olsen.
Flestu fólkini búgva í rundum smáttum, men summi hava í seinastuni bygt sær hús av sementi.
- Tað eru tær familjurnar, har ein ella fleiri menn eru slopnir tvørtur um Miðarhavið og hava fingið arbeiði, ið senda pengar til familjurnar. Hesar kunnu so byggja sær rættilig hús úr betongi við taki á, sigur Gimmi Olsen.
Sum at koyra við síðuna av vegnum
Talan er um primitiv viðurskifti, har sum tey bæði hava verið.
- Har er eingin streymur, og har er einki rennandi vatn. Tey mugu út eftir vatni. Vit høvu so sólpanelir og radio, og tað gingu tey høgt upp í. Og maturin, sum tey eta, er allur egin framleiðsla, sigur Karina Lassen.
Tað eru heldir eingir vegir í bushini í Mali.
- Vit vóru ein dagin í Oyndarfirði og eg hugsaði, hvussu skal tú greiða frá tí? So tonkti eg, at tað er bara sum at koyra við síðuna av vegnum, so er tað tað, sigur Karina Lassen.
- Fólk ganga, tey, ið ikki hava eslavogn. Og øll hava sína uppgávu. Dreingirnir mugu eitt nú út at finna brenni, so mamman kann matgea, sigur Gimmi Olsen.
Tað er smáligt við pengum, burtursæð frá teimum, ið hava limir í familjuni í øðrum londum í Europa og kunnu senda pengar heim til Mali.
- Har eru tey siðbundnu fakini. Har er ein garvari, sum garvar skinn og ger eitt nú pungar, sum fólk bera um hálsin, fyri at halda óndum andum burtur. Teir gera eisini skótoy og klædnapløgg. So hevur tú smiðin, sum fólk heita á, tá okkurt skal gerast, og tú hevur familjuna, sum syngur, tá brúdleyp er ella jarðarferðir. So fáa tey eitt oyra fyri tað, ella verða goldin á annan hátt, sigur Karina Lassen.
Ein annar liviháttur er hjá teimum, sum hava esil, og kunnu koyra viðføri ella um okkurt skal flytast.
Hungursneyð
Fólkið í bushini etur fyri tað mesta tað, ið tey sjálvi dyrka.
- Tað regnar ikki ein dropi frá oktober til juni, men frá juni til oktober regnar nakað, og tá royna tey at dyrka mais, pianøtur ella rís av onkrum slag, sigur Gimmi Olsen.
Men í fjør kom einki regn í regntíðini, og tí kom heldur einki upp.
- So tað var rættilig hungursneyð, tá vit komu aftur í september í fjør, sigur Gimmi Olsen.
Tá var nógv neyðhjálp send til landið.
- Tað vóru kommunurnar har, soleiðis sum tað er skipað, ið býtti hesa neyðhjálpina út í samráð við okkum soleiðis, at tey, ið vóru ringast fyri, fingu, sigur Gimmi Olsen.
Men hóast hungursneyð og lítið av pengum um hendurnar á fólki, skortar ikki upp á handlar.
- Sjálvt í tí lítlu bygdni, har vit vóru, eru fleiri handlar. Eg haldi at tað eru einir seks handlar, sum allir selja tað sama, fyri tað mesta kryddaríir, sigarettir og tendstikkar og te. Kinesiskt te, tey kalla, tí tað drekka tey fleiri ferðir um dagin. Og so eru tað tey, ið ferðast runt á súklum og selja alt møguligt, sigur Gimmi Olsen.
Frakland legði upp í
Fyri at venda aftur til borgarakríggið so var tað ein óskrivað avtala, at uppreistrarmenninir skuldu halda seg kúrrar fram til september 2013. Men so knappliga 8. januar taka Al-Quaida og uppreistrarmenninir initiativið, og teir trumla ríkishermennirnar undan sær suður eftir.
- Teir tóku seg suður til Sevare, og tað søgdu teir longu 8. januar. »Í morgin biðja vit í Sevare«, vóru orðini, sigur Gimmi Olsen.
Við øðrum orðum boðaðu teir frá, at teir skuldu biðja fríggjadagsbønina í Sevare.
- Tað var har, at malisiski herurin hevur sína høvuðsstøð, og har er eisini ein flogvøllur, og høvdu uppreistrarhermenninir tikið býin, hevði tað verið eitt verri skil í Mali, sigur Gimmi Olsen.
Men tá var tað, at Frakland legði upp í, serliga saman við Tjad, ið eru vanir við at berjast ímóti Al-Quaida uppi í fjøllunum.
Teir gjørdu eitt risa arbeiði og hildu uppreistrarmonnunum burtur, men nú tykist, sum londini vilja taka seg úr Mali aftur.
- Og hendir tað, kanst tú verða bangin fyri, hvat fer at henda í landinum. Um Al-Quaida fer at leypa á aftur, tað er tað, ið maliar eru bangnir fyri, sigur Gimmi Olsen.
Men tað er vón fyri framman.
- Nú ljóðar, at ST ætlar at senda 11.500 friðarhermenn til Mali. Tað er jú eisini neyðugt at fáa val og annað frá hondini, tí val skuldi eftir røttum verið ein mánað eftir statskvettið, sigur Karina Lassen.
Hava tey útleverað okkum?
Fólk heima í Føroyum vóru óttafull um tey bæði, og trúðu, at tey vóru mitt í øllum rokanum.
- Men tað vóru vit jú ikki. Tað, sum gjørdi okkum sorgarfull og fekk okkum at tára, var støðan hjá maliska fólkinum. Mali var jú eitt av fríðarligstu londunum í heiminum, og vit kundu gera júst sum vit vildu, bara vit gjørdu tað virðiliga, sigur Gimmi Olsen.
Men so hendi tað yvir náttina.
- Hetta var eisini undirstrikað av gíslatøkuni av franskmanninum. Og vit fóru at hugsa um tað, hvørja ferð ein bilur við arabiskt líknandi monnum steðgaði í bygdini. »Man tað nú fara at henda okkum«. Eg minnist einaferð ein bilur steðgaði í bygdini við motorsteðgi, og eg hugsaði, er hetta bara eitt skálkaskjól. Men hann fór so víðari, sigur Gimmi Olsen.
Tað var jú bara at uppspora, hvar hvít fólk vóru, og Gimmi og Karina vóru tey einastu hvítu fólkini í økinum.
- Eg hugsaði ofta, tá eg sá okkara vinir, »hava tit nú uppgivið okkum«. Tí tað var smáligt við pengum, og tí var vandin har, at tey fulu fyri freistingini, sigur Gimmi Olsen.
Soleiðis vóru tankarnir, men kortini vilu tey bæði ikki sleppa sær úr landinum.
- Tað gekk so bert ein góður mánaði frá mánaðarskiftinum november/desember og fram til 8. januar, frá tí vit vórðu flutt fýra tímar longu suður, til vit vórðu biðin um at fara úr landinum, sigur Gimmi Olsen.
Men hetta var so nakað, tey vóru fyrireikað upp á.
- Missiónin hevði sagt, at tá kríggið brestur á, so verða tit tikin úr landinum. Og tað góðtók eg, tí í fjør, tá vit vóru tikin úr landinum í apríl, var eg ógvuliga óður um tað, men nú skilji eg, at tað snýr seg ikki bara um okkum bæði. Skuldi tað hent, at vit vórðu tikin gíslar, fer eitt stórt apparat í gongd, sum kostar eina rúgvu av pengum, og tað góðtók eg, tá eg fekk tað forklárað, sigur Gimmi Olsen.
Til Aserbadjan
Fyri fýra árum síðani fór Gimmi til Noregs at lesa teologi, og tá tosaðu tey bæði um tað hevði verið nakað at fara út í heim sum trúboðarar.
- Tað tóktist sum eitt gott hugskot, eisini tí, at Karina er sjúkrarøktarfrøðingur. Vit leitaðu so heilt tilvildarliga upp eina heimasíðu hjá Nordmission, og har var søkt eftir trúboðarum til Mali. - Hendan missiónin svaraði ógvuliga væl til okkara egna bakland í kirkjuni í Klaksvík og KFUM&K, og tá Gimmi hartil hevði verið tvey ár í Mali framman undan og en ein mánað, so tóku vit av, sigur Karina Lassen.
8. januar flýddu tey so inn í Senegal og komu har í samband við ein ættarbólk, ið stavaði frá økinum, har tey høvdu verið útsend í Mali.
- Knappliga fingu vit so 400.000 fólk aftrat, aum vit kundu arbeiða ímillum, sigur Karina Lassen.
Tey komu so heim til Føroya, her tey hava verið eina tíð, men longu týsdagin gongur leiðin avstað aftur.
- Vit hava fingið at vita frá Missiónini, at vit sleppa ikki aftur til Vesturafrika í ár. Hinvegin hava vit fingið møguleikan at verða send út til Aserbadjan, til høvuðsstaðin Baku. So tað er hagar leiðin gongur, sigur Gimmi Olsen.
Tey verða ikki har árið út, men nakað.
- Tey hava brúk fyri hjálp, men eg veit ikki heilt, hvat eg skal gera. Karina skal arbeiða við menningartarnaðum børnum, sigur Gimmi Olsen.
Og so vóna tey at sleppa aftur til Mali, tá hetta árið er farið.