Nenad er nýggjur á Svangaskarði

Nú er venjaratoymið hjá B68 fullmannað

Í kvøld verður ársveitsla á Svangaskarði, og undan veitsluni hevur B68 boðað frá, at venjaratoymið í 2026 er fullmannað.

 

Tað er áður kunngjørt, at Aleksandar Jovevic er nýggjur venjari. Hann hevur áður verið hjálparvenjari á Svangaskarði, tá ið Øssur Hansen var venjari.

 

Í dg boðar felagið frá, at Nenad Saric er nýggjur hjálparvenjari. Hann hevur áður verið í Fuglafirði og á Skála.

 

Karstin Hansen er málmansvenjari, og Pedro Tarancón Antón er fysiskur venjari.