Ísrael hevur eyðmerkt ein gísla, hvørs leivdir vórðu latnar fríggjadagin.
Tað segði ísraelski herurin leygardagin, skrivar tíðindastovan AFP.
Handanin var partur av vápnahvíldaravtaluni, sum varð gjørd millum hernaðarliga palestinska felagsskapin Hamas og Ísrael í oktober.
Hon inniber, at Hamas sleppur 48 gíslum leysum. Tey 20, sum enn eru á lívi, vórðu latin í oktober.
Av teimum 28 deyðu gíslunum eru 23 latnir Ísrael. Talan er um 20 ísraelar, ein úr Teilandi, ein úr Nepal og ein úr Tansania.
Afturfyri hevur Ísrael latið umleið 2.000 palestinskar fangar leysar.
Seinasti gíslin, sum er leyslatin, er eyðmerktur sum ein 61 ára gamal ísraelskur-argentinskur maður, sum varð dripin undir álopinum hjá Hamas á Ísrael 7. oktober 2023. Líkið varð flutt til Gaza sama dag.
Hostages and Missing Families Forum, sum er ein felagsskapur, sum familjur hjá teimum, sum vórðu rændir undir álopinum, hava stovnað, sigur, at "leyslatingin gevur einari familju ávísa troyst, sum hevur livað við pínufullum óvissu og iva í yvir tvey ár."
- Vit geva ikki upp, fyrr enn seinasti gíslin er fluttur heim, stendur í eini fráboðan.
Leivdirnar av gíslanum vórðu leyslatnar av Hamas og Islamiskum Jihad, sum eru sameind.
Av teimum seinastu fimm deyðu gíslunum, sum enn skulu latast leysir, vórðu fýra rændir 7. oktober 2023 - tríggir ísraelar og ein tailendingur. Harumframt skulu leivdirnar av einum hermanni, sum varð dripin í 2014 undir krígnum í Gaza, latast Ísrael.
Ísrael hevur ákært Hamas fyri at draga tilgongdina at lata deyðu gíslarnar út.
Samstundis hevur palestinski bólkurin sagt, at tilgongdin er sein, tí nógv eru grivin undir húsaleivdum í krígsherjaða Gaza.
Tilsamans vórðu 251 gíslar fluttir til Gaza 7. oktober 2023. Harumframt vórðu umleið 1.200 fólk dripin, harav tey flestu vóru sivilfólk, sambært AFP.
Undir krígnum í Gaza eru næstan 68.000 dripin, upplýsir heilsumálaráðið, sum Hamas hevur eftirlit við. Talið er ikki staðfest, men ST metir tað vera trúligt.
Ritzau/AFP











