Ein maður lat lív, tá russiski trolartin Koralnes sakk í Barentshavinum í morgun. Hinir 16 vórðu bjargaðir. Koralnes er fyrrverandi Strembingur Klokkan sjey boðaði norska bjargingartænastan frá, at ein [...] ein russiskur trolari hevði tikið 15 menn úr einum bjargingarbáti. Ein tyrla tók tveir aðrarmenn upp av sjónum, men annar teirra var deyður. Teir russisku sjómenninir eru nú á veg til Tromsø við tyrlu. Koralnes
kom í ein buss nærhendis týska býnum Hannover í kvøld Týska løgreglan ber ótta fyri, at 20 fólk doyðu, tá eldur kom í ein buss á motorvegnum nærhendis býnum Hannover í kvøld. 12 onnur fingu skaða. Ein talsmaður
i hjá grunninum seld Sum ein partur av sokallaða Bústaðarpakkanum hjá samgonguni verður Húsalánsgrunnurin endurskipaður. Við somu lóg, sum avtekur grunnin, verður skipaður ein sonevndur ábyrgdarstovnur [...] r, sum yvirtekur rættindi og skyldur hjá grunninum. Samstundis verður grunnurin endurskipaður sum ein ábyrgdarstovnur, ið skal veita trygd fyri rentu av ávísari veðskuld hjá lutaíbúðafeløgum, sum fígg
Bóltfelag fegnast um avtaluna, og tað er ein stórur styrkur fyri liðið, sum nú hevur enn betri møguleikar fyri at gerast føroyameistari. Allan Mørkøre var ein av berandi kreftunum, tá ið HB vann FM í 1998 [...] HB og ÍBV eru eftir samráðingar komin ásamt um ein prís fyri Allan Mørkøre, og verður hann sostatt við aftur á HB-liðnum eftir summarsteðgin. Partarnir eru eisini komnir ásamt um ikki at almannakunngera
Byrial Hansen er ein av spælarunum. AaB manglaði fleiri av sínum føstu spælarunum til dystin orsaka av leikbanni og skaðum, og Súni Olsen var ein av teimum, sum fekk kjansin. Hann spældi í ein tíma, áðrenn
ávirkaði av rúsdrekka. Eitt nú varð ein maður tilvildarliga steðgaður leygarkvøldið av løgregluni, ið skjótt staðfesti, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Somuleiðis varð ein maður tikin at koyra við kenning [...] kenning sunnumorgunin í Kollafirði. Leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp við Kaggan í Havn. Ein maður, ið var ávirkaður av rúsdrekka, hevði koyrt á stabbarnar, ið standa á vegnum uttan fyri Kaggan. Bilurin
finalan verður tann 20. mars og ein møgulig triðja finala skal spælast 22. mars. Hjá monnunum verður fyrsta finalan spæld 20. mars. Næsti dysturin er á skránni 22. mars og ein møgulig triðja finala verður [...] Ein orsøk til flytingina er, at kvinnulandsliðið møguliga skal til Cypros at spæla í Challenge Trophy-kappingini. Tann kappingin verður í døgunum 25. 30. mars, og skuldu finalurnar upprungaliga spælast
Um nátturðatíð í gjár fór ein alarmur í gongd á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn. Ein tekniskur feilur var orsøkin, og eingin fekk skaða, verður sagt úr Danmark Sløkkiliðið kom á staðið, men [...] alarmurin einki hevði upp á seg. Vit hava havt samband við umboð frá hotellinum, sum vita at siga, at ein tekniskur feilur var orsøkin til, at tað brádliga fór at ýla um nátturðatíð í gjár á Sjúklingahotellinum
deyðadómar verða fullførdir. Í grannalandinum Iran varð ein maður hongdur í gjár, eftir at dómsvaldið hevði funnið hann sekan í at hava burturflutt ein annan mann. Sambært dóminum hevði tann 33 ára gamli [...] burturflytarin tikið hin, sum var 20 ára gamal, og gjørt seg inn á hann á ein ósømiligan hátt, sum ákærin orðaði tað. Higartil í ár eru ellivu fólk hongd í Iran, og hildið verður, at 154 iranar endaðu
Írski landsliðsvenjarin Steve Staunton fekk ein ordans kvøkk mánakvøldið. Írlandi fyrireikar seg til venjingardyst ímóti Hollandi í kvøld, og mánakvøldið fór Staunton út í túnið frammanfyri gistingarhúsið [...] úsið í Dublin, har írska landsliðið býr. Har kom ein maður stunandi ímóti honum við pistóli á lofti. Stauton flýggjaði innar á gistingarhúsið aftur, og løtu seinni handtók løgreglan mannin. Einki verður [...] at maðurin hótti írska landsliðsvenjaran, og írska fótbóltssambandið sigur, at hóast Staunton fekk ein ordans kvøkk, er hann klárur til landsdystin í kvøld.