HSF hevur gjørt av, at FM-finalurnar skulu spælast fyrr, enn upprunaliga ásetingin segði. Ein orsøk til flytingina er, at kvinnulandsliðið møguliga skal til Cypros at spæla í Challenge Trophy-kappingini. Tann kappingin verður í døgunum 25. 30. mars, og skuldu finalurnar upprungaliga spælast um sama mundið. Nú er greitt, at fyrsta kvinnufinalan verður spæld 18. mars. Næsta finalan verður tann 20. mars og ein møgulig triðja finala skal spælast 22. mars. Hjá monnunum verður fyrsta finalan spæld 20. mars. Næsti dysturin er á skránni 22. mars og ein møgulig triðja finala verður spæld annan páskadag. T.e. 25. mars.