Írski landsliðsvenjarin Steve Staunton fekk ein ordans kvøkk mánakvøldið. Írlandi fyrireikar seg til venjingardyst ímóti Hollandi í kvøld, og mánakvøldið fór Staunton út í túnið frammanfyri gistingarhúsið í Dublin, har írska landsliðið býr. Har kom ein maður stunandi ímóti honum við pistóli á lofti. Stauton flýggjaði innar á gistingarhúsið aftur, og løtu seinni handtók løgreglan mannin. Einki verður sagt um orsøkin til, at maðurin hótti írska landsliðsvenjaran, og írska fótbóltssambandið sigur, at hóast Staunton fekk ein ordans kvøkk, er hann klárur til landsdystin í kvøld.









