Húsalánsgrunnurin takast av og endurskipast

Húsalánsgrunnurin skal takast av við lóg, og samstundis verða sethúsalánini hjá grunninum seld Sum ein partur av sokallaða Bústaðarpakkanum hjá samgonguni verður Húsalánsgrunnurin endurskipaður.

Við somu lóg, sum avtekur grunnin, verður skipaður ein sonevndur ábyrgdarstovnur, sum yvirtekur rættindi og skyldur hjá grunninum. Samstundis verður grunnurin endurskipaður sum ein ábyrgdarstovnur, ið skal veita trygd fyri rentu av ávísari veðskuld hjá lutaíbúðafeløgum, sum fíggingarstovnar hava veitt.

Uppskotið til lutaíbúðarfeløg er lagt fyri Løgtingið, og nýggja leigulógin er eisini á veg í tingið, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, við Kringvarpið.