HB og ÍBV eru eftir samráðingar komin ásamt um ein prís fyri Allan Mørkøre, og verður hann sostatt við aftur á HB-liðnum eftir summarsteðgin. Partarnir eru eisini komnir ásamt um ikki at almannakunngera innihaldið av avtaluni. Tað er tó greitt, at HB og Allan Mørkøre hava gjørt eina langtíðaravtalu.
Havnar Bóltfelag fegnast um avtaluna, og tað er ein stórur styrkur fyri liðið, sum nú hevur enn betri møguleikar fyri at gerast føroyameistari. Allan Mørkøre var ein av berandi kreftunum, tá ið HB vann FM í 1998.