Fleiri koyra rúsdrekkakoyring

Hetta vikuskiftið hava fleiri koyrt motorakfar ávirkaði av rúsdrekka. Eitt nú varð ein maður tilvildarliga steðgaður leygarkvøldið av løgregluni, ið skjótt staðfesti, at maðurin var ávirkaður av rúsdrekka. Somuleiðis varð ein maður tikin at koyra við kenning sunnumorgunin í Kollafirði.
 
Leygarmorgunin var eitt ferðsluóhapp við Kaggan í Havn. Ein maður, ið var ávirkaður av rúsdrekka, hevði koyrt á stabbarnar, ið standa á vegnum uttan fyri Kaggan. Bilurin fór illa, men førarin, ið slapp uttan mein, varð alt fyri eitt tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.