Hongdur

Tað er ikki bara í Irak, at deyðadómar verða fullførdir. Í grannalandinum Iran varð ein maður hongdur í gjár, eftir at dómsvaldið hevði funnið hann sekan í at hava burturflutt ein annan mann. Sambært dóminum hevði tann 33 ára gamli burturflytarin tikið hin, sum var 20 ára gamal, og gjørt seg inn á hann á ein ósømiligan hátt, sum ákærin orðaði tað. Higartil í ár eru ellivu fólk hongd í Iran, og hildið verður, at 154 iranar endaðu sínar dagar í gálganum í fjør.