Um nátturðatíð mánakvøldið fór ein alarmur í gongd á Sjúklingahotellinum Tórshavn í Keypmannahavn. Sløkkiliðið kom á staðið og fólk vórðu flutt út úr bygninginum. Í gjár høvdu vit samband við hotellið og haðani verður sagt, at ein tekniskur feilur var orsøkin til, at tað mánadagin um nátturðatíð brádliga fór at ýla á Sjúklingahotellinum í danska høvuðsstaðnum. Tey siga somuleiðis, at einki hendi við nøkrum á hotellinum.









