Fleiri fólk doyðu, tá eldur kom í ein buss nærhendis týska býnum Hannover í kvøld Týska løgreglan ber ótta fyri, at 20 fólk doyðu, tá eldur kom í ein buss á motorvegnum nærhendis býnum Hannover í kvøld. 12 onnur fingu skaða.
Ein talsmaður fyri løgregluna sigur við Reuters, at tað eydnaðist 10 fólkum at sleppa úr bussinum á lívi. Sagt verður, at tey flestu ferðafólkini vóru eldri fólk.
Løgreglan dugir ikki at siga, hví eldur kom í bussin, men heldur, at talan var um eitt tekniskt brek.










