sum ein sonur hjá teimum, og heldur hann at mítt barnaheim vera sum sítt egna heim. Tá vit so nøkur ár seinni fingu Hjarnar, Svannu, Magnu og Olgu, var mamma besta omma, sum hugsast kann. Hon ringdi hvønn [...] tað og ikki minst at hoyra, hvussu ommubørnini høvdu tað. Børnini vóru so góð við ommu, hon var teirra OMMA. Hon gleddist altíð um, at tað gekk okkum væl. Hjarnar er okkara fyrsta barn, og samstundis fyrsti [...] afturat, men hon orkaði ikki at gera nakað, so eg gjørdi tað, sum gerast skuldi, og allar komu í bindiklubb. Hetta var eitt sera hugnaligt kvøld, sum mamma var so glað fyri. Sjálv havi eg eina sera góða vinkonu
eisini so ófør at binda til okkum øll, tí ongantíð skuldu vit ganga køld um føturnar, tað var altíð ein góð jólagáva at fáa. Tað var eisini altíð so hugnaligt at verða saman við tær, tú fylti so nógv, har [...] góða omma, hvussu nógv tú elskaði børn, og eri eg hørm um, at tú ikki var før fyri at spæla við dóttur okkara, tá tú bleivst so sjúk. Tá vit fingu lítlu Lis í juni 2003, lá tú eisini innløgd á Klaksvíkar [...] og abbi altíð vóru, og altíð vóru tit klár at leggja tykkum á gólvið at spæla við okkum børnini, tað var so stuttligt. Eg vil takka tykkum, omma og abbi, fyri alt tað tit hava verði fyri okkum. Tað er nógv
klár at koma suður at hjálpa, tá ið børnini vóru sjúk - um tað so var tíðliga ella seint. Visti hon t.d. um kvøldið, at børnini vóru sjúk, ja, so kom hon suður í fyrstu rutu morgunin eftir. Soleiðis var [...] vera tann tú vart, skapti tú henda serliga hugnan rundan um teg –altíð í tí stilla. Tú hoyrdi til, um tað so var føðingardagur, ella hvat tað so var. Umsorgan tín fevndi tó nógv longri enn til tínar næstringar [...] vit um, at tit bæði framhaldandi áttu nøkur góð ár saman, men Harrans vegir eru ikki okkara. Mamma og pápi, tit vóru eini fyrimyndarlig hjún – og eini fyrimyndarlig foreldur. Alt tað góða, ið tit hava
heimið hjá Súna og Annu mostur, har vit fingu nógvan góðan, føroyskan bita, tá man var langt heimanífrá, og ikki at gloyma Heidi, Torben og Andrias. Tøkk skulu tit øll hava fyri dyggan stuðul í hesi sváru [...] Ja, góða Maud, nú fór tú so brádliga. Eg visti, at tú var sjúk, men hóast hetta kom tað óvart á meg. Vit høvdu gjørt alt til reiðar at fara niðuraftur til Danmarkar. Men soleiðis skuldi tað ikki vera. [...] tíðina hava vit verið nógv niðri á Hotel Tórshavn. Inn og út av Ríkissjúkrahúsinum og viðhvørt vóru vit um at missa teg, men tú misti ikki mótið og kempaði teg upp aftur á føtur. Men sum tíðin leið merkti eg
kundi venda soleiðis. Tað tykist so órættvíst, at tit skulu verða tiknar frá okkum øllum so tíðliga. At tit ikki sleppa at útliva tykkara ætlanir og dreymar. Og at tit ikki sleppa at taka næsta stigið [...] tykkara, saman við teimum tit vóru so góðar við og sum vóru so góð við tykkum. Vit vilja hervið nýta høvið at vísa samkenslu við teimum sum eftir sita, og lýsa frið yvir minnið um Heidi og Margrethu. Heilsan [...] vit fingu húgvuna. Vit høvdu í longri tíð lagt ætlanir um eina veitslu, og gleddu okkum til at síggjast og frætta hvussu gekst og hvat fólk tókust við. Summarið byrjaði tó við syrgiligu boðunum um, at
var tað luxus at vit hvønn sunnudag fingu hvør sína glas-sodavatns-flósku til døguðra, har babba gjørdi eitt hol í proppin. Og so annars bara dagligdagarnir, har tit ansaðu uppá meg meðan mamma og babba [...] vóru allar glaðar tá vit fingu bæði Jonnu og Biritu til lítlusystrar. Nú vóru vit 5 systrar og tað verða vit altíð....! Tað er so nógv ið vit kunnu minnast afturá og gleðast um; at vit hava nýtt nógva tíð [...] orðunum, ið kunnu sigast um teg. Marianna; hetta er ikki fyrstu ferð eg royni at skriva minningarorð um teg; eg havi gjørt fleiri royndir gjøgnum tað farna árið, men tað er so ringt. Tað vildi verið lættari
okkum øllum.Eisini tá tit fingu vitjan av langommu og langabba børnunum, tá livnaðu tit veruliga upp. Tey seinastu árini eru tit vorðin meira troytt, tit fingu loyvi at vera heima og tit blivu passaði væl [...] ómetaliga stórt. Tað var altíð so gott at koma út til Porkeris til tykkum, tit tóku altíð ímóti okkum við opnum ørmum, og vit blivu passaði og pleygaði so væl. Tit vóru so góð við okkum øll. Abbin fortaldi [...] var altíð so hugnaligt at hoyra hann. Og omman við sínum lætta og góða sinni. Tá hon hugnaði um okkum við sínum heimabakaðu kakum og teimum góðu klattunum. Tit vóru so góð og fitt, altíð vóru tit eins móti
her í Føroyum. Tit sigldu oftani kring oyggjarnar og svóvu umborð á bátinum, eins og tit hava verið við tjaldi kring um í Føroyum. Serliga minnast vit eisini allar teir góðu túrarnar, tit bæði plagdu at [...] ynskt fyri okkum. Nú tá vit fingu tey syrgiligu boðini, at tú vart farin frá okkum, vart tú akkurát í Danmark og vitjaði babba, sum var á sveisiskúla. Tit hugnaðu tykkum so væl í summarhúsinum hjá okkum [...] vart so fitt, mild, rólig og glað. Vit vistu, at vit altíð kundu venda okkum til tín, um ymiskir trupulleikar stungu seg upp, og tú hevði altíð eitt gott ráð at geva. Tú hevði friðin í tær mamma, um okkurt
teg. Tú vaks upp heima á Sandi, har tú vart yngst av 5 systkum. Tú giftist við pabba í 1970, og fingu tit 4 børn. Sum heilt ung genta rakti sorgin teg á fyrsta sinni, tá 19 ára gamli bróðir tín gekk burtur [...] við sorgini. Í 1986 og 1992 rakti sorgin aftur, tá tú misti tveir brøðir. Men sjálvt um lagnan var hørð við teg, so vart tú altíð tann fyrsta, sum gleddist við okkum, tá tað gekk gott. Altíð vart tú har [...] honum, tóku tú og pabba tykkum av hinum soninum, eisini gjørdu tit heimið klárt, tá tey eitt ár seinni komu heimaftur. Tá tú fekst boðini um, at tú hevði fingið hesa hervuligu sjúku, helt eg at verðin fór
hugsaði hann nógv um, og ikki minst síni kæru børn. Tað var ongin dagur ið fór forbí, har hann ikki spurdi um eg hevði ringt heim til tín, og hevði eg ikki gjørt tað, so bað hann meg gera tað. So nærkaðist tíðin [...] renna út, uttan at eg fekk skrivað nakrar reglur um hann. Ikki varðnaðist tað meg, tá eg fór niður við honum á sjúkralegu um hálvan mai, at alt skuldi ganga so skjótt sum tað gjørdi. Tað vóru nógvar góðar [...] stovuni hjá mammu míni. Og hon situr har so fitt og hyggur eftur Manchester United í stólinum hjá beiggja mínum. Hettar fekk meg til at vekja nógv góð minnir um mín elskaða beiggja. Eg helt ikki, at hettar