Minningarorð um elskaðu mammu mína

Randi Kristensen
f. 11.02.49 d. 12.03.06

         Góða mamma, ikki vardi tað meg, at tað var síðstu ferð, eg skuldi hoyra tína mjúku rødd, tá eg segði     farvæl við teg leygarkvøldið. Tá ið pappa ringdi kl. 02.00 sunnunátt, góðar 2½ tíma eftir, at eg hevði sagt tær góðanátt, helt eg at tað var ein óndur dreymur, men so var ikki. Eftir stutta sjúkralegu vóru boð eftir tær at komaheim til Harran.
 
Góða mamma, lívið hevur ikki verið blítt við teg. Tú vaks upp heima á Sandi, har tú vart yngst av 5 systkum. Tú giftist við pabba í 1970, og fingu tit 4 børn.
 
Sum heilt ung genta rakti sorgin teg á fyrsta sinni, tá 19 ára gamli bróðir tín gekk burtur við Stella Argus. Bert 28 ára gomul misti tú mammu tína, og 5 ár seinni í 1982, rakti sorgin aftur teg og pabba, tá sonur tykkara, Kitti, doyði av vanlukku bert 6 ára gamal. Tað var ein sorg, sum tú ongantíð komst yvir, men tú lærdi teg sjálvan og ikki minst okkum onnur at liva við sorgini.
 
Í 1986 og 1992 rakti sorgin aftur, tá tú misti tveir brøðir. Men sjálvt um lagnan var hørð við teg, so vart tú altíð tann fyrsta, sum gleddist við okkum, tá tað gekk gott. Altíð vart tú har fyri okkum, og ommubørnini vóru altíð fyrst í tonkunum hjá tær. Ommubørnini elskaðu at fara í Ommugarð.
 
Men tín styrki kom veruliga til sjóndar, tá yngsti ommusonurin fekk staðfest blóðkrabba. Meðan foreldrini vóru í Danmark við honum, tóku tú og pabba tykkum av hinum soninum, eisini gjørdu tit heimið klárt, tá tey eitt ár seinni komu heimaftur.
 
Tá tú fekst boðini um, at tú hevði fingið hesa hervuligu sjúku, helt eg at verðin fór at detta saman, men eisini her vísti tað seg, at tú og pabba høvdu meira styrkju enn nógv av okkum. Tað vórðu tit, sum góvu okkum trúnna upp á, at hetta nokk skuldi ganga.
 
Hetta síðsta árið hevur verið hart, men vit høvdu nógvar góðar løtur saman. Vit hildu øll jól saman, og tá hevði tú tað so gott. Og í februar, tá tú hevði føðingardag, vart tú so væl fyri. Tú hevði trúnna uppá, at tú fór at vinna á sjúkuni. Tú segði so ofta  Tá eg verði frísk.
Men størsta gleðin hjá tær var í januar, tá tað bleiv staðfest, at ommusonurin var frískur, og tað eri eg sera glað fyri, at tú kundi uppliva.
 
Góða mamma, ja nú ert tú heima hjá øllum teimum, sum tú saknaði. Vit vita, at tú hevur tað gott har, men saknurin eftir teg er so ómetaliga stórur. Men vit vita, at ein dag so síggjast vit aftur.
 
Hvíl í friði góða mamma og takk fyri alt.
 
 
Kristin