Minningarorð um mammu mína Malenu Djurhuus

Fødd 5. August 1933 – andaðist 20. Mars 2011

Sunnumorgunin 20. mars 2011 andaðist mamma, 77 ára gomul. Hon var dóttir Katrinu og Julius Clementsen. Tey vóru fýra systkin, Jógvan, mamma, Martin og Mikkjal.
Mamma og babba giftust í 1955, og fóru tey til Danmarkar at fáa sær útbúgving. Mamma tók útbúgving sum læknaskrivari og babba læs til verkfrøðing. Eftir at hava búð í Danmark í nógv ár, vildu tey heim aftur til Føroyar at búgva og fluttu tey heim í 1968. Tey bygdu sær hús á Dalavegnum í Havn og fluttu vit í húsini jólaaftansmorgun 1972.
Mamma var heimaarbeiðandi. Hon var har fyri meg, altíð var hon klár at hjálpa, hon setti alt annað til viks, tá eg hevði brúk fyri henni. Hon gav mær allan tann kærleika, nærleika og tryggleika, sum hugsast kann. Tá eg var hálvvaksin, fór hon út at arbeiða hálva tíð á psykoatrisku deild fyrst sum avloysari, men seinni fekk hon fast starv har.
Maður mín hevur altíð verið sum ein sonur hjá teimum, og heldur hann at mítt barnaheim vera sum sítt egna heim.
Tá vit so nøkur ár seinni fingu Hjarnar, Svannu, Magnu og Olgu, var mamma besta omma, sum hugsast kann. Hon ringdi hvønn einasta dag fyri at vita, hvussu vit høvdu tað og ikki minst at hoyra, hvussu ommubørnini høvdu tað. Børnini vóru so góð við ommu, hon var teirra OMMA. Hon gleddist altíð um, at tað gekk okkum væl.
Hjarnar er okkara fyrsta barn, og samstundis fyrsti og einasti drongurin í familjuni. Mamma og Hjarnar høvdu eitt serligt forhold. Tey øll vitjaðu ommu sína næstan dagliga, eisini síðstu tíðina á Landssjúkrahúsinum.
Mamma var, alt tað eg kann minnast, sera góð til hendurnar. Hon seymaði mær klæðir, bant nógv ymiskt bæði til mín og ommubørnini. Tá eyguni hjá mammu fóru at bila, byrjaði hon at ganga á vevstovuni á Sjóndeplinum. Har vav hon øllum trimum ommudøtrunum fyriklæði til føroysk klæði, bæði barna- og vaksnamannastødd. Eisini vav hon teimum toy til skjúrt í trimum litum, sum var eins og tað, sum mamma sjálv altíð brúkti.
Á heysti 2005 høvdu mamma og babba gullbrúdleyp, og hildu tey stóra veitslu, og var hetta ein sera góð veitsla. Har vóru komnir gestir langvegis frá, og gleddust tey bæði um hetta.
Mamma hevði eina sera góða grannakonu. Hon hevur altíð verið mammu ein sera góður stuðul og hjálp, ikki minst nú, tá mamma gjørdist sjúk og viknaði.
Mamma gekk í einum bindiklubba, og komu tær ofta saman. Seinasta vetur vildi mamma sjálv sleppa at hava bindiklubb einaferð afturat, men hon orkaði ikki at gera nakað, so eg gjørdi tað, sum gerast skuldi, og allar komu í bindiklubb. Hetta var eitt sera hugnaligt kvøld, sum mamma var so glað fyri.
Sjálv havi eg eina sera góða vinkonu, og hon hevur verið mær ein góður stuðul ikki minst í hesi sváru tíð. Eisini var hon mammu ein góður vinur, hon vitjaði mammu og mamma vitjaði hana, so leingi hon orkaði. Eisini var mamma í hvørjum føðingardegi hjá henni og hennara børnum. Eg haldi, at mamma helt seg næstan vera omma at børnunum hjá henni eisini. Eitt dømi um hetta er, at einaferð keypti mamma sær feriu í tveir mánaðar, so hon kundi ansa lítlu dóttrini hjá vinkonu míni.
Mamma ynskti altíð at hjálpa øllum. Hon var altíð klár óansæð, hvat tað var. Hon var lítillátin og lat altíð væl at. Eisini hesa seinastu tíðina, tá sjúkan ordiliga tók dik á seg, so gramdi hon seg ikki. Hon vildi ikki vera til ampa og stríð fyri nakran. Tann seinasta tíðin á Landssjúkrahúsinum var eisini prógv um hetta. Hon bíðaði sum longst at “forstýra” sjúkrarøktarfrøðingarnar við at biðja um hjálp.
Mamma ynskti, at ein serlig tøkk varð veitt starvsfólkunum á Landssjúkrahúsinum, Ríkissjúkrahúsinum og á Hotel Tórshavn.
Til jarðarferðina hjá mammu sang dupultkvartettin henda sangin, sum eina tøkk frá mær, og vil eg við hesum orðum lýsa frið yvir minnið um mammu mína.

Heitari sló einki móðurhjarta,
kæra móðir, nakrantíð enn títt,
horvin er hon, barndómstíðin bjarta,
aldar tó í minni mínum blítt.

Fyri minni mong eg takki tær av hjarta,
goymi tey sum rama reyðagull,
mínum leiðum á sum sólin bjarta
brosa tey so blítt og loyndarfull.

Kendi bara kærleika og gleði,
sum í stríðum streymum tit mín røkk,
fyri tað eg vil á sorgardegi
bera tær, o, móðir hjartans tøkk.

Góða mamma! Takk fyri alt. Dóttir tín Katrin