Meðan eg siti og skrivi minningarorð um teg, og síggi tað vøkru myndina av tær góða omma, renna tár at kinnum mínum. Hóast meira enn eitt ár er liðið, síðani tú fórt er saknurin so ómetaliga stórur omma, nú tú ikki ert millum okkum meira. Eg havi so nógv góð minnir eftir tær omma, og tey komi eg altíð at goyma í hjarta mínum. Tú vildi okkum alt tað besta, og eisini var áhugin fyri okkum øllum stórur. Eg veit góða omma, hvussu nógv tú elskaði børn, og eri eg hørm um, at tú ikki var før fyri at spæla við dóttur okkara, tá tú bleivst so sjúk. Tá vit fingu lítlu Lis í juni 2003, lá tú eisini innløgd á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Eg kann minnast, hvussu glað tú var, tá mamma kom inn til tín, at vísa tær didduna og tú helt henni, og sóu vit øll, hvussu errin tú var av henni. Vit høvdu eisini ta gleði at verða saman, og koma inn til hvønn annan, so tá gingu dagarnir á sjúkrahúsinum eisini skjótari hjá okkum báðum.
Vit hava hildið jól saman næstan hvørt ár, og leitaðu tankar mínir aftur til, hvussu hugnaligt vit høvdu tað, og tá tú plagdi at ringja til okkara, og siga at nú var tú klár at koma niðan, tí nú høvdu øll verið og heilsa uppá ommu. Tú var eisini so ófør at binda til okkum øll, tí ongantíð skuldu vit ganga køld um føturnar, tað var altíð ein góð jólagáva at fáa. Tað var eisini altíð so hugnaligt at verða saman við tær, tú fylti so nógv, har tú var. Altíð komst tú við einum drekkamunni, og so kundu vit sita og práta og hugna okkum í fleiri tímar. Og tað sama tá tú var hjá okkum, tú dugdi so væl at gera tað stuttligt og hugnaligt. Eisini kann eg minnast hvussu góð tú og abbi altíð vóru, og altíð vóru tit klár at leggja tykkum á gólvið at spæla við okkum børnini, tað var so stuttligt. Eg vil takka tykkum, omma og abbi, fyri alt tað tit hava verði fyri okkum.
Tað er nógv hent teir seinasta árið her hjá okkum, sum vit øll høvdu viljað glett okkum saman við tær. Men nú vita vit, at tú hevur tað gott heima hjá Jesus og tínum kæru, Hann sum tú setti alt títt álit á.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um mína elskaðu ommu.
Berlina