Minningarorð um høgt elskaðu mammu mína

Thurid Andreasen

Tað fellur mær tungt at skriva minningarorð um mína elskaðu mammu, sum andaðist 3. august 2004. Saknurin er stórur; tú fylti so nógv, og var altíð glað og so góð við okkum. Tú elskaði børn og okkum við, var altíð klár at hjálpa, og vildi okkum alt tað besta. Øll skuldu hava tað gott, soleiðis var tú, góða mamma.

Mamma og pápi okkara, Hjálgrím Andreasen av Oyrabakka, giftust 16. august 1942 og fingu tey 10 børn - 5 gentur og 5 dreingir. Tey gott og væl 49 árini, ið mamma og pápi untust at liva saman, góvu teimum bæði gleði og sorg. Ì 1969 mistu vit ein beiggja yviri í Amerika, Hjalgrím, kallaður Gimmi, bert 20 ára gamal.Tað var ein svár tíð at koma ígjøgnum, og eg kann minnast, at pápi segði,
at Harrin legði ikki tyngri byrðar á okkum, enn vit megnaðu at bera.

Mamma bleiv einkja 21. maj 1992, knapt 3 mánaðar áðrenn gullbrúðleyp teirra, sum vit øll gleddu okkum til, men soleiðis skuldi tað ikki verða. Í 1999 misti mamma ein ommuson av eini vanlukku umborð á línubátinum Ågot, Pól Eyðfinn, bert 35 ára gamal. At missa sítt fyrstfødda ommubarn tók ómetaliga hart uppá teg, og viknaði tú nógv eftir hetta.

Vit vita, góða mamma, at tað var ringt hjá tær, tá tú brádliga var einsamøll, tú og pápi vóru so tætt knýtt at hvørjum øðrum. Tú hevði tíbetur okkum so tætt hjá tær, vit kundu altíð koma til tín, og tú til okkum. Tú hevði tað best tá tað var nógv lív í, og tú hevði nokk at síggja til. Berlina og Turid vóru so glaðar, tá omma kom til okkara, tí tað var altíð so hugnaligt at verða saman við tær. 22 oktober hevði tú, góða mamma, blivið 85 ár. Til hvørji jól og føðingardagar, bant tú pløgg til okkum øll, og sjómenninir vóru heldur ikki gloymdir. Tað verður tómligt á jólum, nú tú ikki ert ímillum okkum meir, men tú kemur altíð at verða í tonkum okkara. Vit hava so nógv góð minnir, góða mamma, vit hava tær og pápa almikið at takka.

Vit vita, góða mamma, at tað var ringt hjá tær, tá tú bleivst sjúk, og varð óhjálpin og ikki orkaði meira. Tó høvdu vit ta gleði at kunna vera um teg heima hjá tær og fjálga um teg, tað hálvt annað árið tú var sjúk. Vit vistu hvønn veg tað bar, men tað troystar meg í sorgini at vita, at tú ert hjá Jesuspápa, saman við teimum, tú hevur kær, heima í himlinum. Minnini eru nógv og góð, tey goyma vit í hjørtum okkara.
Má Harrin styrkja okkum í sorg okkara framyvir. Og vil eg enda við hesum sangi sum beiggi okkara Sigmund hevur skrivað. Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir minnið um okkara elskaðu mammu, vermammu, ommu og langommu.



Í Harrans hondum, í Harrans hondum,
Har fært tú hvílu, ja har er trygt.
Tað kanska stormar rundan um meg,
Men í Harrans hondum, eg hvíli trygt.

Ja, sum ein fuglur, við brotnum veingi,
Vil flúgva heim, men ei ber til,
so kennist tað í mínum barmi,
Tú kanst ei sjálvur, um tú tað vil.



Skulu vinir har vit aftur hitta,
Sum vit so sára syrgdu her,
Og hoyra kærar vælkendar røddir,
Honum syngja prís, vælkomin ver.


Lis við familju