Minningarorð um beiggja mín, Bent Frimannsson Baldvinsson

Nú siti eg her nýggjársaftan, í stovuni hjá mammu míni. Og hon situr har so fitt og hyggur eftur Manchester United í stólinum hjá beiggja mínum. Hettar fekk meg til at vekja nógv góð minnir um mín elskaða beiggja. Eg helt ikki, at hettar árið skuldi renna út, uttan at eg fekk skrivað nakrar reglur um hann.
Ikki varðnaðist tað meg, tá eg fór niður við honum á sjúkralegu um hálvan mai, at alt skuldi ganga so skjótt sum tað gjørdi. Tað vóru nógvar góðar løtur, og góðir túrar vit høvdu saman, í góðveðrinum í Keypmannahavn, sjálvt um hann hevði eina álvarsama sjúku at dragast við.
Eg fari ongantíð at gloyma hvussu tolin og positivur hann var allan vegin ígjøgnum, og hvussu róligur hann var. Líkamikið hvørji boð vit fingu, so kundi hann siga við meg: ”Rúna, vit taka ein dag á gangin”. Og tá kemur mær í huga, reglurnar í sanginum hjá Hallur Joensen: ”Njót hesa stund, tí tú sanna mást tað, at vit eiga bert dagin í dag”.
Hann var eisini altíð so glaður og takksamur fyri vitjarunar hann fekk, av tykkum øllum, sum vóru so hjartagóð og komu forbí at heilsa uppá, bæði á Ríkissjúkrahúsinum, og á Hotel Tórshavn.
Men góða mamma, eitt skalt tú vita. At teg, hugsaði hann nógv um, og ikki minst síni kæru børn. Tað var ongin dagur ið fór forbí, har hann ikki spurdi um eg hevði ringt heim til tín, og hevði eg ikki gjørt tað, so bað hann meg gera tað.
So nærkaðist tíðin har vit sluppu heim til Føroyar aftur, og hann gleddi seg so nógv til at koma heim til øll síni kæru. Hann sá út sum ein lítil smádrongur tá ið vit byrjaðu at pakka niður. Og eg skrivaði í gestabókina, á Hotel Tórshavn frá okkum triðmun syskinum: ”Takk fyri hesa góðu tíð, tit hava øll verið so sera blíð. Nú fara vit heim, við gleði og gleim”.
Eftur at hann var heimkomin, gjørdist hansara tíð, saman við sínum kæru, alt ov stutt. Tí Harrin vildi taka hann heim í dýrdina. Har er eingin sjúka, og ei heldur pína.
Góði Bent, tað er eitt stórt tómrúm í mínum hjarta nú, men tað er ein troyst at vita at tú hevur tað gott har tú ert, har einglasongur og gleði er.
Her vil eg enda við einum versi úr bíbliuni, tí eg haldi at tað lýsur beiggja mín so væl.
Vísdómurin omanfrá er fyrst reinur, síðani friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum ávøkstum, uttan flokkakenslu – og ikki bert eiti.
Bræv Jákups 3, 18.


Góða mamma, má Harrin styrkja teg, í hesu tungu tíð. Og minst til at vit døtrarnar, og ommubørnini eru her, og vilja verða alt fyri teg. Jesus pápi signi teg.


Friður verið við minninum um mín elskaða beiggja, Bent.
-------------

Systur tín, Rúna