Góðu omman og abbin. Ja, nú eru tit sloppin heim til tann æviga bústað. Tit løgdu bæði árarnar inn næstan í senn. Abbin 1. august og omman 12. september, 6 vikur ímillum tykkum.
Hetta er ein tung tíð og tómrúmið er ómetaliga stórt. Tað var altíð so gott at koma út til Porkeris til tykkum, tit tóku altíð ímóti okkum við opnum ørmum, og vit blivu passaði og pleygaði so væl.
Tit vóru so góð við okkum øll. Abbin fortaldi altíð onkra góða søgu ella onkra serliga hending, sum honum hevði verið fyri.
Minnið, sum abbin hevði, unnast ikki øllum at fáa. Tað var altíð so hugnaligt at hoyra hann. Og omman við sínum lætta og góða sinni.
Tá hon hugnaði um okkum við sínum heimabakaðu kakum og teimum góðu klattunum.
Tit vóru so góð og fitt, altíð vóru tit eins móti okkum øllum.Eisini tá tit fingu vitjan av langommu og langabba børnunum, tá livnaðu tit veruliga upp.
Tey seinastu árini eru tit vorðin meira troytt, tit fingu loyvi at vera heima og tit blivu passaði væl av Sverra gubbanum, og heimahjálpirnar hava verið trúgvar. Sverri gubbin, tú hevur verið fantastiskur.
Góðu omman og abbin. Túsund takk fyri alt tit hava verið fyri meg og okkum. Má Jesus pápi hjálpa og styrkja okkum ígjøgnum hesa sváru og tungu tíð.
Takk fyri alt.
Yvonna