flutti til Føroyar at ganga í 2. flokki. - Hóast vit hava rættiliga langa leið inn til arbeiðis um morgunin, so ætla vit avgjørt at verða búgvandi her, sigur Sólrun, sum lovar, at familjan kemur til Føroyar [...] ’bekreftaður’ alla tíðina. Eisini var hann sera virkin, hevði nógv hugskot og tók stig til alt møguligt, sigur Sólrun, sum giftist við Lars Løkke Rasmussen í 1998. Skal sannføra fólk Spurd, hvussu hon roknar við [...] at tosa føroyskt, sum hini ikki skilja, sigur hon, og vísir til ungu au-pair gentuna úr Russlandi, og pápa Lars, Jeppe, sum hjálpir væl til við at halda havan hjá familjuni við líka. Tá Sólrun og Lars
hjartarúmi, har pláss var fyri øllum í fleiri ættarliðum. Hendan førningin hevði Petra við sær til Havnar. Hon giftist við Johannes í Horni, og tey búsettust í gomlu Hornahúsunum í Tróndargøtu. Her búði eisini [...] Petra átti 50 systkinabørn bert í faðirættini. Hvat var meira náttúrligt, tá ið tey komu til Havnar enn at fara inn til skyldkonuna í Horni? Fleiri hava eisini búð hjá teimum, meðan tey hava gingið í skúla [...] framvegis ættarfólk í báðum ættum inn á gólvið. Sum ung var Petra í handli í Syðrugøtu. Seinni kom hon til Havnar at tæna hjá Bomm-Jens, sum var ættaður úr Jørundstovu í Norðragøtu. Hann var giftur við Magnhild
Hvalbiar skúla. So gekk leiðin víðari. Fyrst til Tvøroyrar og síðani til Hoydalar har hann tók realprógv í 1969. Sum so mangur unglingi á bygd tá í tíðini, fór Óli til skips nøkur ár, men hóast honum dámdi sjólívið [...] arbeiddi á Venjingarskúlanum í tvey ár, men so gekk leiðin aftur til heimbygdina, tí í 1979 fekk hann starv í Hvalbiar skúla, og her arbeiddi hann, til hann doyði. Óli var dugnaligur lærari. Støddfrøði, alis- [...] Óli røkti til fulnar. Eisini í sínum starvi í Hvalbiar kommunu var Óli álitismaður og góður í ráðum, og mong vóru tey, sum leitaðu sær ráð hjá honum í samband við ymisk lokal mál. Óli giftist í 1977 við
ljósari tíðir, komu tungu boðini um, at Jóhannes var slóknaður. Jóhannes var ættaður úr Runavík, giftist til Fuglafjarðar og hevur búð í Fuglafirði síðani 1972. Hann byrjðaði at arbeiða á skrivstovuni hjá [...] var altíð her, vit kundu spyrja hann um alt, og hann gav sær stundir til hvønn einstakan. Jóhannes setti seg sjálvan so mangan til viks fyri at hjálpa og vegleiða okkum øðrum. Hann var av sonnum eitt stórt [...] kendu hann sum okkara, hann var góður við okkum og vit við hann. Í nærum 15 ár var hann trúfastur til arbeiðis, og gjørdist hann sostatt ein integreraður partur av fyritøkuni. Jóhannes var ikki ein sum
komið í lag, fekk Müller loyvi til at leggja alt lendið inn, sum lá heim móti Sandá. So bar ikki til hjá argjamonnum at leggja meira inn tann vegin. Müller fekk eisini loyvi til at leggja eina trøð inn sunnan [...] undir losjuni, sum hevði til endamáls at hjálpa arbeiðsleysum limum at gjalda limagjaldið, sum var 10 oyru fyri menn og 5 oyru fyri kvinnur. Tað stóð ikki fíggjarliga væl til hjá hesum felag, men teir [...] Lambertsen. Á Hafnafjørðinum fann hon kortini fram til ein íslendskan trýmenning. Myndina av ommuni hava vit eisini lænt frá henni, og hon er ein kelda til hesa grein. Men Tora doyði ung, bert 40 ára gomul
hann jú konfirmerast. Tá vóru 10 kr. eftir, akkurát nokk til ein mjølsekk til húsarhaldið heima. Pápin var jú deyður, so her máttu øll spaða til. Provianturin býttur Í 1902 var Dánjal aftur við Lalla Rookh [...] sum komu dagin fyri, fingu seyðarhøvd til døgurða. Millum gestirnar var Hest Jóannes og konan. Jóannes kom til Dánjal og spurdi um hann ikki vildi koma við sær til skips. Hann segði, at prísirnir vóru betri [...] nevndist, og sum giftist við hollendska sjómanninum Louis Apol. Turriklæðið var úr føroyskum tógvi, og tað vermdi so væl. Soleiðis stóð Dánjal og stýrdi alla náttina, líka til teir komu til Flamber Head millum
báturin fer at bera sama navn. Allir synir okkara eru óførir til hendurnar. Teir duga bæði til jarnsmíð og annað fyrifallandi, so vit rigga bátin til sjálvir. Eg hyggi bara at, meðan teir gera arbeiði, sigur [...] sum tímdi so væl til sjógvin. Símun Pauli hevur heldur ongantíð verið sjómaður, men hevur verið óførur at hjálpt til, tá okkurt skuldi gerast við bátin. Nú nýggi báturin verður riggaður til, kundu vit ikki [...] túninum, er ein longdur AWI skrokkur, sum nú er 41 føtur til longdar. - Vit gjørdu sáttmála um skrokkin fyri einum góðum ári síðan, og nú rigga vit bátin til sjálvir. Maskinan er ein 10 ára gomul Cummins, sum
virðismett til kr. 100. Brøv úr Amerika Tað ber til at fáa eina hylling av hansara umstøðum í USA í tveimum brøvum, sum Jens Christian hevur fingið. Eitt er frá Elmer Cassidy, sum er sonur til beiggja ella [...] og varð valdur). Eg visti, at tú fór ikki at koma aftur til USA, nú tú er komin heim til títt fólk. Skriva skjótt, um tú kortini hevur hug til at koma aftur higar. Eg rokni við at vit kunna geva tær eitt [...] Djurhuus úr Áarstovu. Nevniliga Jens Christian Marius. Orsøkin til, at hansara minni kortini livir, er hansara gravsteinur beint við inngongdina til gamla kirkjugarð. Foreldrini hjá honum vóru Juliane Malena
komu grindaboð til Hvalbiar úr Sandvík. Menn fóru væl mannaðir til gongu úr Hvalba til Sandvíkar. Landsynningsaldan var síð á Sandvíkini henda dagin, men roynt var at halda grindini til við 8 bátum. Í [...] Arge, umrøddur her í blaðnum seinasta hósdag, til verka. Jógvan Waagstein, lærari og listamálari í Havn, hevði gjørt uppskot til sjálvan minnisvarðan og til innskriftina. Longu á vári 1926 var hetta stóra [...] grøddi slík, sum til fánýtis gingu til lækna. Dømi er um mann, sum fekk at vita frá læknanum, at armurin mátti takast av. Hetta vildi verið ein vanlukka fyri mannin. Tískil fór hann til Trinu, og hon lekti
nevndur N.C.P. Bak, arbeiddi innan flogvápni, og kom í juni 1963 til Føroya at arbeiða í Mjørkadali. Í august sama ár komu hini í familjuni til Føroya, mamman og fýra børn. Tey búðu í einum húsum ovast í Varðagøtu [...] koma aftur til Føroyar. Hon minnist árini í Føroyum, sum eina sera góð tíð. Tey kundu spæla frítt allastaðni og vóru nógv í úti náttúruni. Hon heldur, at tíðin í Føroyum hevur verið við til at mynda hana [...] Mánadagin kom Elisabeth Brace, sum er donsk og er búsitandi í Suðurafrika, til Føroyar at vitja, næstan 45 ár eftir at hon var her seinast. Hon er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn. Pápin, Niels Christian