Her skal umrøðast ein heilt ókendur Djurhuus úr Áarstovu. Nevniliga Jens Christian Marius. Orsøkin til, at hansara minni kortini livir, er hansara gravsteinur beint við inngongdina til gamla kirkjugarð. Foreldrini hjá honum vóru Juliane Malena f. Ole Jacobsdatter, ættað úr Hósvík og Hans Andreas Djurhuus, sum var ættaður úr Kollafirði, sonur Sjóvarbóndan Jens Christian Djurhuus. Hann búsettist í Áarstovu
Tað lítla, sum frammanundan er vitað um Jens Christian, uppkallaður eftir abbanum, er, at hann fór ungur út at sigla. Hann kom heim á ellisárum, men doyði stutt eftir. Hann var róptur Amerikafararin, og hann mintist, at táið hann var óviti, bar til at borðreiða við silvuri fyri 24 fólkum á Sjóvargarði.
Nú ber so til at siga eitt sindur meira frá hansara lívi. Hann er farin av landinum 26 ára gamal og er tá farin út í heim at sigla. Eftir at hava siglt í nógv ár búsettist hann í Cleveland í statinum Ohio í USA, har hann fekk arbeiði sum brúgvavaktarmaður. Cleveland liggur við tað stóra Erievatnið norðantil í statunum. Býurin liggur við munnan á Cuyahogaánni, har brúgv var um.
Jens Christian fekk sær hús og giftist 27. november 1895 við Mary Smith, sum var fødd í Írlandi í 1851. Í USA hevur hann skrivað seg Thomas og hevur verið kallaður Tom.
Tey hava verið so mikið tilkomin, tá tey giftust, at tey fingu ikki børn. Sjálvur fortaldi hann, at hann átti børn, men tey hevur hann so ikki havt samband við. Hann hevur tó havt samband við systir- ella bróðurbørn hjá konuni.
Heim aftur til Føroya
Mary doyr í 1917, og í september 1919 kemur Jens Christian til Føroyar. Tað var eitt sindur ógreitt, um hann ætlaði sær avstað aftur, men tað fór hann so ikki. Hann býr fyrstu tíðina á Hotel Djurhuus. Verturin her var tá Anna Cathrina, einkjan eftir bróðursonin Christan Edvard Djurhuus, beiggja Hans Andreas, Janus og Poul Juel.
Seinni fer hann til bróðursonin Hans Andreas Djurhuus at búgva. Hann tykist at vera viknaður nokk so skjótt. Hann fær vitjan av lækna, kostnaður er kr. 4, og hann fær resept uppá heilivág. Tann 10. mars skrivar Jens Christian testamenti “med paaholden pen.” Tað vísir seg, at hann eigur heilt fitt av peningini, nevniliga góðar kr. 11.000, sum hevði verið milliónir í dag. Smærri upphæddir fara til næstringar, meðan Hans Andreas og fyrra kona hansara Jutta skuldu arva meginpartin. Tey skuldu afturfyri taka sær av honum á hansara gomlu døgum. Tey skulu eisini “fly mig til Jorde og sætte en sten paa min Grav.” Tað hava tey so eisini gjørt. Ervið hjá honum var hildið á Hotel Djurhuus. Her var hampiliga nógv gjørt burtur úr. Tað kostaði kr. 200, sum var fitt av peningi tá.
Jens Christian hevur eisini átt fitt av ognarlutum, sum hann má hava havt við sær úr USA.
Hann átti ikki færri enn fýra klædningar og ein rúgva av øðrum klæðum. Dýrasti ognarlutur var eitt lummaur, virðismett til kr. 100.
Brøv úr Amerika
Tað ber til at fáa eina hylling av hansara umstøðum í USA í tveimum brøvum, sum Jens Christian hevur fingið. Eitt er frá Elmer Cassidy, sum er sonur til beiggja ella systir Mary, konu Jens Christian.
Her sæst, at Jens Christian hevur skrivað honum bræv dagfest 24. januar 1920, og hetta er eitt svar. Hann svarar millum annað:
“Vit eru sera glað at vita, at tú í øllum góðum er komin heim til tíni skyldfólk.
Vit hava havt kaldasta vetur í 40 ár, og hann tykist ikki at fáa ein enda. Pápi var fegin at frætta, at tú er komin heim til títt fólk.
Stálverkfallið, sum var tá ið tú fór, er beint endað og fólk eru farin aftur til arbeiðis. Harry L. Davis er afturvaldur sum borgmeistari, og nú umhugsar hann at stilla upp sum guvernørur í Ohio. (Tað gjørdi hann eisini og varð valdur).
Eg visti, at tú fór ikki at koma aftur til USA, nú tú er komin heim til títt fólk.
Skriva skjótt, um tú kortini hevur hug til at koma aftur higar. Eg rokni við at vit kunna geva tær eitt heim, um tú kemur. Eg ætli mær at keypa eini hús til várs, um pápi vil hjálpa mær við eitt sindur av peningi.”
Hitt brævið er skrivað 16. november 1919.
Her verður millum annað sagt:
“Eg havi fingið bæði brøvini frá tær. Eg eri fegin um, at tú er framkomin í øllum góðum eftir eina langa ferð.
Eg biði teg orsaka, at eg ikki havi skrivað fyrr. Men tú veit, at eg eri ein vánaligur brævskrivari.
Allir dreingirnir á brúnni hava tað gott. Eg fortaldi teimum, at tú spurdi eftir teimum, og teir bóðu meg senda tær teirra bestu heilsanir.
Vit hava havt borgmeistaraval og Davis er afturvaldur við størsta meiriluta, sum ein borgmeistari hevur havt í hesum býi.
Vit fáa frí ein dag um vikuna. Hetta er fínt. Eg vóni, at tú næstu ferð skrivar um ferðina heim, og at tú sendir mær nakrar fotomyndir frá tínum heimbýi. Vit hava havt eina nýggja fólkaatkvøðu um “the wet and dry” uppskot, og “teir turru” vunnu aftur. (Hetta kann hava samband við rúsdrekkalóggávuna, har USA varð “turrlagt” í 1920.)
Tú segði mær ikki, um tú hevði nakrar trupulleikar við passinum á ferðini heim.
Eg haldi ikki, at eg havi meira at greiða frá. Eg gevist og vóni at frætta frá tær skjótt.
Fyri ævir tín vinur
John Brennan.”
Brennan var “skipari á brúnni”, har Jens Christian arbeiddi. Hetta sigur nakað um, at Jens Christian hevur havt góð viðurskifti bæði við sína verfamiliu og sínar arbeiðsfelagar. Jens Christian hevði annars farloyvi frá arbeiðinum á brúnni og søkti um at fáa arbeiðið aftur. Men hann doyði stutt eftir.
Hanus Kamban heldur, at hesin heimvendi pápabeiggin samam við hinum beiggjanum Hans Andreas á Vertshúsinum, sum eisini hevði siglt nógv úti í heim, kann hava verið íblástur til sangirnar um sjómannin Kristin Háberg, sum Hans Andreas Djurhuus skrivaði stutt eftir, at Jens Christian var deyður.
Tær fyrstu Kristin Háberg-vísurnar komu á prent í 1922 og 1923. Tær seinastu vóru í bókini Sjómannsrímur, sum kom út í 1925. Seinni eru tær komnar út á bandi.
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá um fleiri av Arge-ættini, m.a. Niels Juel Arge, sum doyði 21 ára gamal