Vestmanna bygdarráð hevur sett Juleif Durhuus í starv sum leiðandi húsavørð. Hann tekur við starvinum hin 1. oktober 2025.
- Juleif er 52 ára gamal og búsitandi í Vestmanna. Hann fekk prógv sum timburmaður í 1993 hjá Jóni Durhuus.
Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at fólk í bygdini kenna Juleif fyri hansara handaligu dygdir.
- Sum sjálvstøðugur vinnurekandi hevur hann smíðað fleiri sethús og annað í bygdini.
Vestmanna kommuna hevur eisini samstarvað nógv við Juleif, og eitt nú hevur hann smíðað allar bygningarnar á dagstovnaøkinum.
- Eg haldi, at starvið ljóðar spennandi og avbjóðandi, og eg gleði meg at byrja, sigur Juleif Durhuus við heimasíðuna hjá Vestmanna kommunu.
Í Vestmanna bygdarráði ynskja tey Juleifi tillukku við starvinum.











