Umborð
Best kendur millum manna er Jóan Jakku í Søldarfirði helst sum maðurin, ið fiskar brisling og sild á Skálafjørðinum við 40 ára gamla Nordafar-bátinum Katrini. Men virksemið hjá honum, tveimum av synum hansara, Hilmari og Jan eins og abbasoninum Hanusi, fevnir um meira enn brisling og sild. Teir hava eisini hummaraloyvi, ið skal søkjast um á hvørjum ári.
Vetrarnir á Skálafjørðinum kunnu vera sera ymiskir. Summi ár fæst brislingur, onnur ár sild – og tað eru eisini ár, har hvørki fæst sild ella brislingur, og tá kann fjørðurin vera steindeyður.
Í vetur hevur Jóan Jakku fiskað stívliga 400 tons av brislingi, sum eru seld til Havsbrún í Fuglafirði.
Besti veturin nakrantíð í nøgd var fyri einum 4-5 árum herfyri, tá teir fiskaðu eini 600 tons av sild. Hendan veturin fekst eingin brislingur.
Sjálvur sigur Jóan Jakku, at brislingur og sild ikki vanliga fáast í senn á Skálafjørðinum. Hví so er, sigur hann seg ikki vita.
- Tá brislingur stendur á Skálafjørðinum, eins og hann hevur gjørt í vetur, er ikki talan um bara ta einu torvuna, men um fleiri torvur, sigur hann.
Vit hittu Jóan Jakku og tveir av synum hansara, Hilmar og Símun Paula, inni í bilhúsinum hjá honum í Søldarfirði mikukvøldið. Teir vóru í holt við at gera tangar og annað, ið skal setast í nýggja og stóra glastrevjabátin, sum stendur í túninum uttanfyri.
- Kona mín Hanna og eg eiga tríggjar synir og eina dóttir. Navnið á bátinum er eftir dóttrini Katrin, sum býr í Fuglafirði. Lítil ivi er um, at nýggi báturin fer at bera sama navn. Allir synir okkara eru óførir til hendurnar. Teir duga bæði til jarnsmíð og annað fyrifallandi, so vit rigga bátin til sjálvir. Eg hyggi bara at, meðan teir gera arbeiði, sigur Jóan Jakku brosandi.
Hann sigur, at nýggi báturin, sum stendur í túninum, er ein longdur AWI skrokkur, sum nú er 41 føtur til longdar.
- Vit gjørdu sáttmála um skrokkin fyri einum góðum ári síðan, og nú rigga vit bátin til sjálvir. Maskinan er ein 10 ára gomul Cummins, sum er 180 HK. Nýggi báturin verður riggaður til nót, hummaraveiði og annan útróður. Nær báturin verður klárur, vita vit ikki í løtuni, og tað hastar heldur ikki, tí vit hava gomlu Katrin, sum liggur klár at loysa í bátahylinum í Søldarfirði.
Vertíðin til brisling er vanliga frá fyrst í november til nakað út í februar, tá brislingurin rýmur úr fjørðinum.
Jóan Jakku sigur seg ikki vita ítøkiliga, hvussu stór íløgan í nýggjan bátin verður, tá samanum kemur, men hetta er ein størri verkætlan enn gamli báturin, ið ikki hevur kostað teimum teir nógvu pengarnar.
- Vit hava øll árini livað av tí, sum upp úr havinum kemur, og síðan eg legðist uppi og burtur av fór at rógva út, hevur hetta eisini borið væl til. Kona mín hevur ongantíð arbeitt úti. Hon hevur tikið sær av húsi og heimi.
Jóan Jakku er skjótur at leggja aftrat, at tað er
konan, sum hevur havt tað “finansiella” um hendi, og tað dugir hon sera væl, leggur hann aftrat.
Áðrenn Jóan Jakku keypti Nordafar-bátin í 1978, hevði hann ein seksæring.
- Tað var longu í 1965, at vit royndu at fáa eina snerpinót at rigga við seksæringinum, men tað tók sína tíð at fáa hetta at bera til. Tá var tað sild, vit royndu eftir, sigur hann.
Tá Jóan Jakku í 1986 legðist uppi og burtur av fór at leggja seg eftir útróðri, hevði hann verið við Havørnini í tilsamans 13 ár, harav tey seinnu 11 árini sum skipari.
- Vit royndu við kraftblokki í Norðsjónum og Skagerak, og seinni royndu vit eisini um veturin og várið við gørnum í føroyskum sjógvi.
Umframt at virka, sum vanligur útróðrarmaður við línuveiði um heystarnar og veturin, snelluveiði um várarnar og við hummaraveiði í vertíðini, hevur veiða við gørnum og nót eftir brislingi og sild verið ein týðandi partur av lívsgrundarlagnum hjá familjuni í Søldarfirði.
- Meðan Hilmar neyvan var meira enn 5 ára gamal, tá hann byrjaði at koma við mær í bátin, og Jan eisini eigur nógvar túrar í bátinum, hevur Símun Pauli ikki verið maðurin, sum tímdi so væl til sjógvin. Símun Pauli hevur heldur ongantíð verið sjómaður, men hevur verið óførur at hjálpt til, tá okkurt skuldi gerast við bátin. Nú nýggi báturin verður riggaður til, kundu vit ikki verið hann og hansara dugnasemi fyriuttan, sigur Jóan Jakku.
Abbasonurin Hans, sum nú er við flakatrolaranum Vesturvón, hevur verið sera ágrýtin og eigur nógvar túrar við Katrin.
Fyri einum góðum ári síðan stovnaðu Jóan Jakku og tey fýra børn hansara Sp/F Katrin, sum nú stendur aftanfyri vinnuvirksemi í Søldarfirði.
Tá vit spyrja hin 76 ára gamla, hvaðani hann og konan Hanna eru, er hann skjótur at svara, at tey bæði eru greinar av eftirkomarunum hjá Nólsoyar Pálli, sum eitt nú átti eina dóttir gifta í Lamba.
- Men eg dugi ikki ordiliga at siga, hvussu samanhangurin er, men ættin hjá okkum báðum gongur eisini út til Nólsoyar, leggur hann aftrat.
Jóan Jakku fór 14 ára gamal til skips við Miðafelli. Sjálvur sigur hann, at hetta var ein “rustikustur”, sum var keyptur úr Íslandi. Hann var tveir túrar við hesum skipi og fór árið eftir yvir á Suðurlandið á snørisveiði við Thor. Heimafturkomnir úr Íslandi, løgdu teir fyrst til bryggju í Søldarfirði, haðani teir fóru til Sørvágs at leggja fiskin upp.
- Men hetta gekk ikki betri enn væl. Tað var fínasta veður, men greytasvart í toku. Vit sigldu á Vágalandið, har skipið fórst. Øll manningin fór í tveir bátar, og vit róðu inn á Miðvág, hagar vit komu í øllum góðum. Vit vóru ongantíð í vanda, sigur hann.
Tey næstu árini var Jóan Jakku við ymiskum skipum, til hann veturin 1953/1954 fór á navigatiónsskúla, har hann tók settskiparaprógv.
Í 1956 giftist hann Honnu, og tey bygdu sær húsini í Søldarfirði sama ár.
- Eftir at eg gjørdist settskipari, sigldi eg fleiri ár sum bestimaður, eitt nú við Columbussi og Vesturhavinum Blíða. Men eg var eisini við øðrum skipum, til eg í 1973 fór umborð á Havørnina, fyrst sum bestimaður, men seinastu 11 árini fram til 1986 sum skipari, sigur Jóan Jakku Johannesen.