Aldurin var komin, og Petra var eisini viknað seinastu tíðina. Sjálv ar hon eisini fyririeikað. Hon hevði sjálv fyrireikað sína jarðarferð!
Men kortini er hetta ein stórur saknur hjá øllum, sum kendu Petru. Hon var eitt sera livandi menniskja. Hon var so positiv og so vitandi. Tað fekst altíð nógv burtur úr at vera saman við Petru.
Hon var ættað úr Syðrugøtu, dóttir Julionnu og Johan Salomon Gregersen fyri oman Oyruna. Hetta var eitt hús við hjartarúmi, har pláss var fyri øllum í fleiri ættarliðum. Hendan førningin hevði Petra við sær til Havnar.
Hon giftist við Johannes í Horni, og tey búsettust í gomlu Hornahúsunum í Tróndargøtu. Her búði eisini verforeldrini Elspa og Dánjal í Horni, sum vóru ein ímynd av teimum gomlu havnarfólkinum. Tað vóru nógvar góðar søgur, sum Petra kundi fortelja um Dánjal, sum var ein “festligur fýrur”. Hann gjørdist eisini gamal sum tey flestu í Horni. Petra skipaði fyri einum stórum 95 ára føðingardegi fyri honum. Tá var hann væl fyri, men nakrar dagar seinni var hann deyður. Men beint áðrenn fekk hann sagt Petru, hvussu høgt hann virðismetti hana.
Hornaheimið var altíð merkt av nógvum gestum. Horna- og Gregersenættirnar eru jú sera stórar. Petra átti 50 systkinabørn bert í faðirættini. Hvat var meira náttúrligt, tá ið tey komu til Havnar enn at fara inn til skyldkonuna í Horni? Fleiri hava eisini búð hjá teimum, meðan tey hava gingið í skúla í Havn. Her komu framvegis ættarfólk í báðum ættum inn á gólvið.
Sum ung var Petra í handli í Syðrugøtu. Seinni kom hon til Havnar at tæna hjá Bomm-Jens, sum var ættaður úr Jørundstovu í Norðragøtu. Hann var giftur við Magnhild hjá Dánjal í Horni, soleiðis kom hon at kenna beiggja hennara Jóhannes.
Men Jóhannes mátti hava tol. Fyrst skuldi Petra, sum vanligt hjá gentum tá í tíðini, síggja eitt sindur av stóru verð. Hetta merkti í flestu førum Keypmannahavn, og Petra kom at tæna hjá einum høgtstandandi jøda. Hetta var nakað serligt í 1930-unum, tá jødar vóru gjørdir til syndabukkar fyri eitt gott orð, eisini í Danmark. Hetta mintist Petra eisini.
Petra kemur so heim aftur, og tey bæði giftust. Tey fingu børnini Heðin í 1937, Sigrun í 1938, Elsubu í 1943 og Hjørdis í 1951. Fyri nøkrum árum síðani fluttu Sigrun og maðurin Dánjal inn til Petru, og hon hevur verið í góðum hondum. Børnini hava øll verið um hana, og tað sama hava ommubørnini.
Systkini hjá Petru vóru Erika, gift við Høgna Lómstein, Hanna gift við Leon Joensen, Sofus giftist við Zelindu f. Jacobsen, Óli giftur við Katrinu f. Thomsen og Esther, sum er ógift. Umframt var tað fosturbeiggin Olivur.
Systkini giftust øll við gøtufólki og búðu eisini í Gøtu, og Petra hevði tætt samband við tey øll. Nú eru bert Sofus, 92 ár og Esther, sum er 87 ár, eftir av hesum ættarliði.
Petra var annars tað seinasta av sínum ættarliði av Hornaættini, sum er farin. So tað kann sigan, at ein “epoka” í Havn er endað.
Vit bæði kendust sum gøtufólk í Havn, sum eisini búði stutt frá hvørjum øðrum í miðbýnum.
Ofta kundi okkurt vera at spyrja um, bæði í samband við Gøtu og í Havn. Petra visti so ótrúliga væl, og hennara vitan var mangan hent, tá ið skrivast skuldi um søgulig viðurskifti. Men eisini bert at koma inn á gólvið og fáa eitt prát var sera hugnaligt.
Tað verður saknur í Petru, men vit kunnu øll vera fegin um, at vit kundu hava hana so leingi okkara millum.
ó.