Anton Sofus Arge: Enn ein hegnismaður av Argjum

Í næstseinasta parti av hesi røð varð greitt frá um Óla Smið. Ein av hansara beiggjum var Anton Sofus, vanliga kallaður Sofus. Hann fekk eina íslendska verdóttir, sum ikki fekk langt lív lagað

Nakað frá gravsteinunum hjá Óla Arge, Óla Smið, konu hansara Fíu og dóttrini Oslu eru fimm aðrir gravsteinar við Argenøvnum

 

Ein gravsteinur er yvir Marin, fyrru konu Óla, og son teirra Niels Juel. Marin var úr Britustovu á Eiði. Í 1904 hendi ein stór van­lukka, sum eisini kundi rakt son hennara Magnus. Ein systir Marina var Anna Margrethe Andreassen, vanliga nevnd Greta í Britu­stovu. Hon var gift við Andreasi Dam Andrea­sen, sum í 1901 fórst við Garðs­bátinum. Greta, sum tá sat eftir við níggju børnum, var í torvi við Eiðisvatn og hevði við sær synirnar, Niels og Georg, 9 og 11 ára gamlir, umframt Magnus, son Óla og Marin. Magnus hevur tá verið 9 ára gamal.

Sum vanligt var, høvdu foreldur børnini við í torv­arbeiði, og dreingir í hes­um aldri kundu eisini gera stóra nyttu. Men teir sluppu sjálvandi eisini at spæla. Og at spæla niðri við vatnið hevur eisini verið náttúrligt fyri dreing­ir. Hendan ferðin endaði í einum stórum sorgarleiki, sum seint verður gloymdur, tí Nils og Georg druknaðu báðir fyri eygunum á hjálparleysu mammuni.

Óhepni fylgdi ættini hjá Gretu. Í 1957 druknaðu fýra ommusynir hennara við Stella Argus.

 

Niels Juel fekk eisini stutta ævi

Niels Juel var fiskimaður og tók fiskiskiparaprógv. Tað seinasta árið, hann var burtur, var hann besti­mað­ur við Energy, sum Jógvan við Stein førdi. Hann fekk tuberklar og varð lagdur inn á bróstsjúkrahúsið í Hoydølum, har hann and­aðist í 1911, ikki fyltur 22 ár. Hann hevði fingið skip at føra tað árið hann doyði.

Niels Juel var eisini losju­maður. Í bókini um losjuna í Havn verður greitt frá nýggjum tiltøkum hjá losj­uni. Eitt var, at ein avhaldssjúkrakassi varð settur á stovn. Slík sosial stig vóru partur av losju­arbeiðinum. Losjulimirnir rindaðu í ein jarðarferðar­kassa, sum hjálp kundi fáast úr, tá ið útreiðslurnar av eini jarðarferð skuldu gjaldast. Í 1905 varð eitt hjálparfelag sett á stovn undir losjuni, sum hevði til endamáls at hjálpa arbeiðs­leysum limum at gjalda limagjaldið, sum var 10 oyru fyri menn og 5 oyru fyri kvinnur.

Tað stóð ikki fíggjarliga væl til hjá hesum felag, men teir kláraðu kortini í 1910 at gjalda limagjaldið fyri tveir limir, sum vóru innlagdir á sanatoriið. Tá ið annar av hesum limum, Niels Juel Arge, andaðist árið eftir, syrgdi losjan unga limin við at bera syrgirosettir í tríggjar mánaðir.

Niels Juel var sjálvandi uppkallaður. Í 1919 fekk Óli Arge, y, Bil-Óli, ein son sum kallaðist Niels Juel. Men hann doyði heilt skjótt. Tann 20. august 1920 fáa tey aftur ein son, sum verður kallaður Niels Juel, sum vit kenna frá útvarpinum. Hann er eisini ein kelda til hesa grein. Magnus, beiggi Bil-Óla, fekk eisini ein Niels Juel Arge, sum var kendur sum klokkari í Klaksvík.

 

Bert konan er nevnd á gravsteininum

Á tí næsta steininum stend­ur bert Elsebeth Malene Arge. Hon var kona Anton Sofus Arge, vanliga kall­aður Sofus. Hann er deyð­ur í 1934 og er grivin í gamla kirkju­garði. Hann liggur helst undir liðini á konuni, sum doyði í 1932.

Sofus var næstyngsti sonur smiðin Niels L. Arge. Hann var tann ein­asti av brøðrunum, sum varð búgvandi á Argjum. Hann hevði góðan hug til jarðarbrúk og seyðahald. Tað komst av, at hann hevði sera góðan hug at fáast við jørð og legði alla sína orku í hetta arbeiði.

Men hann var altíð við argjamonnum og tók lut í øllum byggiarbeiði, grót­høgging og grótlaging saman við brøðrunum. Hann mundi vera tann, sum lagaði flest húsagrund­ir í Havn eitt skifti. Sofus stendur eisini í protokollini hjá kirkjugarðinum at vera “stenhugger”.

Jørðina arvaði hann deils frá pápanum, deils keypti hann frá beiggjanun Jákup Andriasi. Hann var ein av teimum 10 argjamonn­un­um, sum í 1902 løgdu 275.000 kvadratalin inn heiman fyri Argir. Tá ið hetta var komið í lag, fekk Müller loyvi til at leggja alt lendið inn, sum lá heim móti Sandá. So bar ikki til hjá argjamonnum at leggja meira inn tann vegin. Müll­er fekk eisini loyvi til at leggja eina trøð inn sunnan fyri Argjaboða, og so vóru argjamenn innibyrgdir. Sofus hevði upp í tríggjar kýr. Mjólkina bar hann alla á bakinum inn til Havnar og avreiddi hana har.

Sofus var kendur fyri sítt hugnaliga skemtingarlyndi, og nógv av hansara tiltøk­um livdu leingi.

Hann var giftur við Else­beth Malenu Olsen úr Boyggjastovu í Havn. Tey áttu synirnar:

Niels, f. 10/5 1887

Esbern, f. 12.2 1893

Anton f. 16.11 1900

Tá ið Sofus var deyður, búðu synirnir í húsum hans­ara, men so vórðu tey seld, og tey seinastu av greinini hjá Smiðinum fluttu av Argjum.

Sofus var eisini virkin losjumaður. Hann skiftist við aðrar losjulimir at vera stórtemplari árini 1908-1925.

 

Íslendska verdóttirin fekk ikki langt lív

Niels var giftur við Toru Nielsdatter f. Lambertsen av Fáskrúðsfirði á Estur­landinum í Íslandi. Hon “eigur” ein av hesum steinum.

Hon kom til Føroya við einum fiskiskipi, og hon skuldi hava húspláss í Føroyum. Tora fór fyrst at tæna í Kirkjubø.

Viggo Christiansen hev­ur funnið í eini fólkateljing frá 1911, at tá býr hon hjá C.C. Danielsen, kendur sum postmeistari og spari­kassastjóri og hevur kanska tænt har.

Hon hevur so hitt Niels Arge og er ikki farin avstað aftur. Tey eru so gift seinni og fingu sonin Anton í 1917. Hann giftist við Jacobinu (1914-1995), og hann doyði í 1976.

Tey fingu børnini Petur, Tórur, Sonju og Ásu. Tórur var eitt skifti nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmanna­felag. Sonja hevur roynt at kanna sína íslendsku familju. Hon var eina ferð á Fáskrúðsfirði. Her fann hon ongan, men fekk tó staðfest, at her vóru fleiri sum kallaðust Lambertsen. Á Hafnafjørðinum fann hon kortini fram til ein íslendskan trýmenning. Myndina av ommuni hava vit eisini lænt frá henni, og hon er ein kelda til hesa grein.

Men Tora doyði ung, bert 40 ára gomul. Hon var farin at mjólka og fekk einhvønn skaða, og hon kom ikki fyri seg aftur.

 

 

Komandi partur

Í komandi parti verður greitt frá Rakul og Christian Christiansen, loðsurin kallaður