Óli var føddur 20. september 1951. Hann var sonur Onnu Sofíu f. Djurhuus úr Sumba og Dánjal Jákup Berg úr Nesi í Hvalba.
Óli vaks upp í Nesi. Har gekk hann eisini í skúla fyrstu árini av síni skúlatíð og í 6. og 7. flokk í Hvalbiar skúla. So gekk leiðin víðari. Fyrst til Tvøroyrar og síðani til Hoydalar har hann tók realprógv í 1969.
Sum so mangur unglingi á bygd tá í tíðini, fór Óli til skips nøkur ár, men hóast honum dámdi sjólívið, fór hann á Føroya Læraraskúla í 1972, og hagani tók hann prógv í 1977.
Óli arbeiddi á Venjingarskúlanum í tvey ár, men so gekk leiðin aftur til heimbygdina, tí í 1979 fekk hann starv í Hvalbiar skúla, og her arbeiddi hann, til hann doyði.
Óli var dugnaligur lærari. Støddfrøði, alis- evnafrøði og søga vóru hansara lærugreinir, men hann átók sær eisini at undirvísa í øðrum lærugreinum, um tørvur var á tí.
Næmingarnir dámdu Óla. Teir vistu, at frá honum fingu teir haldgóða undirvísing, og í hansara tímum var arbeiðsfriður.
Millum starvsfelagarnar var hann álitismaður. Hansara orð høvdu vekt.
Í nógv ár var Óli formaður í lærararáðnum og seinni skrivari í námsfrøðiliga ráðnum í Hvalbiar skúla. Hann var skrivari í Hvalbiar kommunu frá 1986 .
Við hesum starvinum fylgdu fleiri álitispostar, sum Óli røkti til fulnar.
Eisini í sínum starvi í Hvalbiar kommunu var Óli álitismaður og góður í ráðum, og mong vóru tey, sum leitaðu sær ráð hjá honum í samband við ymisk lokal mál.
Óli giftist í 1977 við Honnu f. Jacobsen úr Tórshavn. Tey eiga tríggjar synir. Dánjal Jákup, Magnus og Jens Paula. Eina abbadóttir, Honnu Sofíu, fekk Óli, áðrenn hann nú legði árarnar inn, og tey bæði vóru sum lív og ein sál. Hon var av og á við abbanum í skúla, og har sóu vit eina aðra síðu av Óla, eina bleyta og familjukæra.
Óli átti jørð saman við beiggja sínum, Esmari, og í síni frítíð fekst Óli við seyð. Hann kendi seyð. Henda áhugan hevði hann frá mammu síni, Onnu.
Í hoygging, á fjalli og í fletting legði hann nógv fyri. Hetta er tungt arbeiði, men Óli var sterkur og arbeiðssamur.
Men tá ið lombini koma aftur í vár, verður tað ikki Óli, sum, sum vant, markar tey. Óli dugdi at læra frá sær. Synirnar setti hann við. Hann setti ikki tóma tægu eftir seg
Eitt tómt pláss stendur eftir Óla Berg í Hvalbiar skúla. Vit syrgja og eru skakaði. Men tá vit so við og við reiðiliga gerast greið yvir, at hann, sum so sjáldan var burtur frá skúlanum, ikki kemur aftur, tástani fara vit at skilja, hvussu stórur missurin veruliga er.
Vit hava samkendslu við tykkum í Nesi, nú tit hava mist mann, pápa, son, verfaðir, abba og beiggja. Má Harrin styrkja tykkum hesa sváru tíð.
At Óli Berg var væl kendur og virdur millum manna, bar tann stóri skarin ,sum fylgdi honum út á Leiribø, boð um.
Vit vilja enda hesi minningarorð um Óla Berg við yrkingini ”Lívið” hjá Pól F. Joensen
Lívið er eins og eitt kertuljós,
ið brennur bert stutta tíð,
men áðrenn tað slóknar, eitt annað er
tendrað við tí av ný, -
Tendrast og slókna er lívsins lóg,
alt lív bert eittans er :
hin ævigi tendrarin lívslystin er,
sum gjøgnum alt streymandi fer.
Við hesum lýsa vit frið yvir minnið um Óla Berg, ein góðan starvsfelaga og lærara.
Starvsfelagarnir í Hvalbiar skúla