Júst sum grækarismessa var farin framvið, og fyrstu tjøldrini hoyrdust láta, sum ber okkum boð um ljósari tíðir, komu tungu boðini um, at Jóhannes var slóknaður.
Jóhannes var ættaður úr Runavík, giftist til Fuglafjarðar og hevur búð í Fuglafirði síðani 1972. Hann byrjðaði at arbeiða á skrivstovuni hjá KJ Hydraulik í 1994. Fyrstu árini var hann bókhaldari, men seinnu árini, og nú hann andaðist, var hann fíggjarleiðari á virkinum.
Jóhannes var ein serstakur persónur, hann var ikki ein sum royndi at gera seg sjónligan, tvørturímóti var hansara persónsmenska soleiðis háttað, at hann gjørdi lítið og einki burtur úr sær sjálvum. Hann hevði ikki tørv á at hevja seg á nakran hátt. Hann var eyðmjúkur, lítillátin og spakførur. Jóhannes var dugnaligur og ærukærur, og hann arbeiddi við ídni og nærlagni.
Hansara trúfesti og solidaritetur móti arbeiðsplássi og starvsfólkum var framúr.
Nú Jóhannes ikki er ímillum okkara longur, kenna vit sorg, og tómrúmið er stórt.
Vit kendu hann sum okkara, hann var góður við okkum og vit við hann.
Í nærum 15 ár var hann trúfastur til arbeiðis, og gjørdist hann sostatt ein integreraður partur av fyritøkuni.
Jóhannes var ikki ein sum tosaði nógv, hansara rødd var ikki harðmælt í kjakinum sum stundum kundi vera í kaffistovuni. Hann var persónurin, sum vit ein og ein kundu fara og tosa við. Tá gav hann sær stundir, og hann dugdi so væl at lurta. Hóast hann ikki kom fram við sterkum meiningum í stórari fjøld, so var eingin ivi um, at hann hevði meiningar, og hann visti og tordi at siga tað, sum hann hugsaði.
Hann var av sonnum ein av teimum sum vit nevna “tey stillu í landinum”, honum tørvaði ikki so nógv orð, og tað bar eisini til at vera saman við honum uttan tey mongu orðini - og uttan at løtan tó var keðilig.
Vit kendu hann, sum ein tryggleika í fyritøkuni, hann var altíð her, vit kundu spyrja hann um alt, og hann gav sær stundir til hvønn einstakan. Jóhannes setti seg sjálvan so mangan til viks fyri at hjálpa og vegleiða okkum øðrum. Hann var av sonnum eitt stórt menniskja, og hann rúmaði so nógvum.
Nú hann ikki er meira, hava vit mist so nógv, vit hava mist ein kæran vin og samstarvsfelaga, og sorgin og saknurin kennast tung.
Vit hava djúpa samkenslu við tykkum hansara kæru, sum hann var so góður við.
Vit merktu, hvussu tit stóðu honum nær, og hvussu familjukærur hann var.
Góða Olga, børn við maka, barnabørn, mamma Jóhannesar og øll tykkara. Onkur hevur sagt tað soleiðis: “Stundum stillar Harrin stormin, men stundum letur Hann stormin leika í og stillar barnið”. Mátti Harrin Jesus ugga tykkum, nú hesin stormurin rakti tykkum so meint.
Á virkinum KJ Hydraulik verður Jóhannes nógv saknaður, vit saknað okkara góða samstarvsfelaga og vin, og vit minnast við takksemi hansara stillføra hátt at vera uppá og takka fyri alt, sum vit fingu við honum.
Ærað veri minnið um Jóhannes Hansen.
Lillian