Altíð longst aftur til Føroyar

Elisabeth Brace, Suðurafrika:

Mánadagin kom Elisabeth Brace, sum er donsk og er búsitandi í Suðurafrika, til Føroyar at vitja, næstan 45 ár eftir at hon var her seinast.


Hon er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn. Pápin, Niels Christian Petersen Bak, vanliga nevndur N.C.P. Bak, arbeiddi innan flogvápni, og kom í juni 1963 til Føroya at arbeiða í Mjørkadali.


Í august sama ár komu hini í familjuni til Føroya, mamman og fýra børn. Tey búðu í einum húsum ovast í Varðagøtu, og Elisabeth, sum er elst av systkjunum, byrjaði í øðrum flokki í Nonnuskúlanum. Tey búðu í Føroyum í tvey ár. Í 1965 fluttu tey aftur til Danmarkar.


Elisabeth fekk fleiri vinkonur her og eina av floksfeløgunum, Sonja Mikkelsen, hevur hon havt samband við øll árini. Hon hevur eisini hitt aðrar floksfelagar, meðan hon hevur verið her og vitjað.


Elisabeth giftist Gordon Brace, sum er ættaður í Zambia. Eftir at hava ferðast kring um í heiminum búsettust tey í 1981 í Suðurafrika. Tey eiga eina vaksna dóttur og búgva í einari lítlari bygd, sum eitur Vivo við Limpopo ánna, nærhendis býnum Polokwane. Har hava tey sín egna ”Gamefarm”, og maðurin er veiðimaður.


Elisabeth sigur, at henni hevur altíð longst eftir at koma aftur til Føroyar. Hon minnist árini í Føroyum, sum eina sera góð tíð. Tey kundu spæla frítt allastaðni og vóru nógv í úti náttúruni.

Hon heldur, at tíðin í Føroyum hevur verið við til at mynda hana, soleiðis at hon hevur havt hug at ferðast nógv og síggja nýggj støð.


Tað er nakað heilt serligt við at koma aftur Føroyar eftir so mong ár, og síggja hvussu nógv alt er broytt. Eisini at síggja húsini tey búðu í, og umhvørvið við Varðagøtu har hon spældi sum barn, sigur Elisabeth, sum ætlanir um at koma aftur hendanvegin um nøkur ár. Hon hevur stóran áhuga fyri blómum, og kundi hugsað sær at komið til Føroyar kanna blómur og náttúruna um summarið.